Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jan Lamhauge
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
ISBN: 978-99972-1-359-4
Útgávudagfesting: 13. november 2019
Útgávuár: 2019
Síður: 432

Svik

Jan Lamhauge

21. september 2017 bleiv Betri Banki meldaður til fútan undir illgruna fyri brot á grein 139 í skattalógini, sum snýr seg um skattasvik, í sambandi við sonevnda Skattamálið. Tveir mánaðir seinni kunngjørdi Politiið í Føroyum, at áheitan var send til Bakmanspolitiið um at vera við í kanningunum av Betri Banka. Tvær vikur seinni fekk tíðindaleiðarin í KvF, sum hevði havt ábyrgd av avdúkingunum, uppsagnarskriv. 

„Der er ingen tvivl om, at TF (Bedre) udøver en enorm indflydelse på Færøerne. TF er i stand til at mobilisere meget stærke kræfter. Økonomisk og politisk. Og man kvier sig ikke ved at bruge dem. Når Eiks (Bedres) skattefradrag blev standset, skyldes det uden for al tvivl en uafhængig og uforfærdet presse, som turde, hvor andre foretrak at tie,“ skrivaði Jørn Astrup Hansen, tá ið tíðindaleiðarin varð uppsagdur.

Jan Lamhauge gekk á odda í avdúkandi journalistikkinum hjá KvF av Skattamálinum og upplivdi sjálvur, hvussu hetta ávirkaði innanhýsisviðurskiftini í KvF. 

Hetta er søgan um, hvussu tað eyðnaðist Føroya ríkasta samtaki at fáa ein ­ólóglig­an skattafrádrátt upp á 90 milliónir krónur úr landskassanum, hvussu føroyskir myndugleikar royndu at verja bankan, og hvørjar avleiðingar hetta fekk fyri KvF.

---

Hoyr samrøðu við Jan Lamhauge í NÓN 13/11/2019: Svik er eisini ein persónlig søga

Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

Hvussu fremur man eitt politiskt kvett?

Nøvnini á flestu høvðuspersónunum í bókini “Svik” hjá Jan Lamhauge, hoyra heima á tí pengasterka føroyska høgravonginum, og helmingurin, ella gott og væl tað, eru úr brøðrasamkomuumhvørvið, og ikki óvæntað leiða fleiri av røtrunum norður til Klaksvíkar.

Akkurát tað hugsaði eg, tá vit ein morgun við 6-7 tíðina vaknaðu av harðligum duki móti húsunum. Eg legði ikki í at opna hurðina, var ikki í humør at fara og kjaftast við onkran ótanga. Og eg hevði upplivað okkurt líknandi fyrr. Eina náttina fyri nøkrum árum síðani varð ein steinur tveittur inn gjøgnum okkara stovuvindeyga. Fólk hava rópt ókvæmisorð uttanfyri húsini, og hóast tað eru nógv ár síðani, komu einaferð aggresivir reiðmenn á rossabakið á gátt, tí teir skuldu drepa Jóanes Nielsen.

Tað rann fram fyri meg, tá vit vaknaðu av harliga dukinum móti húsunum. Við tvey-tíðina henda sama morgun var eg akkurát liðugur at lesa “Svik”, og lat meg siga tað beinanvegin, bókin er tann neyvasta greiningin eg higartil havi lisið av støðuni í Føroyum, og samstundis er talan um eina skelkandi bók. Tá eg so vaknaði av harðligum duki, kendist tað, sum eg framvegis var staddur millum permurnar á “Svik”.

“Svik” viðgerð tilburðir frá tíðarskeiðnum, tá tryggindarfelagið TF Holding  keypti Eik-banka frá Financiel Stabilitet. Táverandi Eik-stjórin Súni Schwartz Jacobsen, ætlaði at sleppa bankanum undan at rinda 90 mill. kr. í skatti til TAKS, og rokið, sum stóðst av hesi ætlan, er kjarnin í “Svik”.

Og Súni Schwartz Jacobsen veit, ella í hvussu so er visti, hvørjar brikkar hann kundi flyta. Hann hevði nevniliga eina moralska klemmu á Eyðuni Mørkøre, stjóra á TAKS. Tá Eyðun Mørkøre í 2008 tók við sum deildarleiðari á TAKS, hevði hann í 14 ár starvast í Sparikassanum og Eik. Hann hevði eisini roynt seg sum vinnulívsmann, og tá fyritøkan sum hann var partánari av í 2010 fór av knóranum, skyldaði fyritøkan gamla Eik-banka 899.000 krónur. T.v.s. at Schwartz Jacobsen hevði hansara arma skólp í síni hulu hond.

Og júst nevnda dømi, og fleiri líknandi av slagnum, ganga aftur og aftur í bókini. Vit eru bara 50.000 fólk í landinum, og tað man vera høvðusorsøkin til at nepotisma hevur so góð gróðralíkindi. Familja, vinir og kenningar, trúar- og politiskir floksfelagar ganga aftur og aftur at kalla í øllum landsins leiðandi størvum.  

“Svik” fevnir um tað skeiðið, tá Kringvarp Føroya regluliga var svínað til av høgraveinginum, m.a. undir tí sera gløgga herrópinum: Lukka lortið!

Tey fyrstu árini er Dia Midjord stjóri á KvF, og tíðindaleiðarin hjá Jan Lamhauge, er Liljan Weihe. Hesi fylgja væl við hvat gongur fyri seg í samfelagnum, og gera fleiri djúptgravandi sendingar. Tað vóru tey, sum saman við Sveini Tróndarson avdúkaðu, at fíggjarmálaráðharrin Jørgen Niclasen í nógv ár hevði snýtt í tolli. Tey problematiseraðu eisini tjakið um fiskivinnureformin og fólksins ogn, og viðgjørdu umstøðurnar, tá Eik fór av knóranum og TF Holding keypti trótabúgvið. Tey kendu sína skyldu sum umboð fyri tað fjórða statsvaldið, m.a. tí vóru tey hataði av høgravonginum, og tíverri fingu tey heldur ikki tann neyðuga stuðulin frá vinstravonginum. Akkurát hví Dia Midjord gavst sum stjóri á KvF, veit eg ikki rættiliga, men í 2017 fer hann frá.

Á heysti sama árið trýnur so Johnny í Grótinum inn á pall sum nýggi stjórin á landsins týdningarmesta mentanarstovni.

Frammanundan hevur hann havt leiðandi starv í Føroya Banka. Eitt skeið sat hann sum stjóri á Hagstovuni, og síðani gjørdist hann stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Hansara brøgd sum sjúkrahússtjóri vóru m.a., at hann gav trimun kvinnum á føðideildini sekkin.

Og júst sama brutala hugburðin hevði hann við sær, tá hann tók við leiðsluni á KvF.

Lat meg endurgeva eina fótnotu í “Svik”. Árni M. Dam sat saman við Johnny í Grótinum í nýskipanarnevndini hjá Høgna Hoydal, og hann skrivar: “Tá tað frættist, hvør var settur sum stjóri í Kringvarpinum helt ein skemtandi fyri, at nú mundi fara at liggja væl fyri hjá Hanusi Hansen at koma framat.”

Og umleið soleiðis sum keldan hjá Árni M. Dam profeteraði, soleiðis kom tað eisini at ganga.

Tað gingu bara tríggir mánaðir, so sá Johnny í Grótinum sær eitt høvið at geva Liljuni Weihe sekkin. So kann man spyrja, hví hann valdi at fara eftir tí kvinnuliga tíðindaleiðaranum og ikki eftir tí mannliga journalistinum?

Ein grundin kann vera tann, at kvinnustykni hevur eina gamla religiøsa og kulturella hevd. Tær, sum stinga høvdið fram, kunnu vænta sær at fáa ein brest. Í hesum sambandi skal eisini nevnast, at Liljan Weihe frammanundan var hótt við hópneyðtøku á facebook.

Okkurt elskuligt vesin hevði eisini trúgað við at krøkja húkar í hennara kynsvarrar, og útstilla skamferingina alment.

Í øllum førum, so vóru hennara dagar sum tíðindaleiðari á KvF taldir, og umstøðurnar hjá Jan Lamhauge at arbeiða sum journalistur á stovninum komu at gerast so mikið ótolandi, at hann nakað seinni stakk í sekkin.

At so Johnny í Grótinum sjálvur skuldi falla í ta grøv, sum hann nakrar ferðir áður hevði grivið til onnur, kann man rópa lagnunar speisemið. Tað bleiv nevniliga avdúkað av Sosialinum, at KvF stjórin hevði skrivað tvær dulnevndar greinar til Vágaportalin, har hann niðurgjørdi síni starvsfólk, og henda níðingsgerð kom at kosta honum starvið. Men tá hevði hann longu framt ta uppgávu, sum høgravongurin droymdi um, nevniliga at eitra okkara gott 60 ára gamla mentanarstovn KvF.

Í “Svik” vera fólk avdúkað sum undanstøkkingar, og í onkrum førum beinleiðis sum skálkar. Fleiri av starvsfólkunum, sum fyrr vóru vinir, eru í dag fíggindar, ella okkurt sum líkist tí. Og at lýsa hvussu tað umskiftið fór fram á arbeiðsplássinum KvF, hoyrir til tey best skrivaðu brotini í bókini.

Høvundin er nevniliga ein góður stíllistur, og tað er ein grundin til, at man ikki sleppur hesi 420 síður drúgvu bókini. Lamhauge nevnir nakrar av sínum starvsfeløgum við navnið, og tað er beinleiðis pínligt at lesa.

Ússaligi leikluturin hjá gomlu journalist-hetjuni Øssuri Winthereig verður lýstur, og heldur ikki leikluturin hjá fleiri øðrum gløggum journalistum er serliga flaterandi.

Eitt arbeiðspláss í stríð við seg sjálvt, eyðkent av sviki og bakbiti kemur so mikið týðiliga til sjóndar, at man viðhvørt spyr seg sjálvan, um vit veruliga eru stødd í Føroyum, ella kanska heldur í eini krimibók.

Tað hevur verið neyðugt hjá høvundanum at grava í rokniskapum og at seta seg inn samansettar reglugerðir. Tað er eisini grundin til, at hann fleiri ferðir fær at vita frá sakkønum innan grannskoðan og jura, at hesum hevur hann ikki skil fyri, sum um tær disiplinirnar krevja ein heilt serstakan IQ.

Minnist, at navnframi danski sakførarir Carl Madsen einaferð skrivaði, at fyri at lúka eina juridiska útbúgving, var høvdi ikki tað mest avgerandi, men at tú skuldi hava eina góða reyv at sita á, tá tú terpaði paragraffirnar.

KvF umboðar ikki longur tað 4. statsvaldið.

Tað ber sjálvandi til at tjakast um, hvussu nógv stovnurin gjørdi tað frammanundan, men aftaná vanlukkustandin sum tað eydnaðist Johnny í Grótinum at skapa uppi í Sortudíki, er KvF illa farið.

Man kann siga, at herrópið hjá hálvfasistum runt um í landinum um at “lukka lortið”, hevur fest røtur. Tíðin, tá KvF gjørdi djúptgravandi rannsóknir, er ein farin tíð. Okkurt sjónvarpstudio hevur fingið ein make-over, og somuleiðis  vertirnir. Tað vandaleysa hevur góð kor.

Rikard Thomsen og hansara Blámannavík verður endursend, hóast tað finst hópurin av nýggjum føroyskum skaldsøgum. Jógvan Arge hevur áhugaverdar samrøður við fólk sum tosa um gamlar dagar, og alt gott um tað, men hvar bleiv nútíðin av?

Nakað av nýggjum mentanarligum tilfarið verður framleitt, men tá vit tosa um tað stóru myndina, er talan um ein viðfáning.

At so Føroya fólk kortini fylgir væl við í útvarpi og sjónvarpi í hesum døgum, er takka verið korona-pandemiðini.

Løgið, at ein útvarpsstøð á fallandi fóti, skuldi fáa íblástur av eini sótt.

Eg haldi ikki, at tað er at gera ov nógv av tá eg skrivi, at sjálvt undirkervið í “Svik”, er tann støðugt meiri aggresivi føroyski høgravongurin. Tað neit nevniliga reiðarar, at landsstýrissamgongan hjá Akseli Johannesen ætlaði at leggja hald á fiskiloyvini, soleiðis at skilja, at reiðarar ikki longur sluppu at selja loyvini, sum teir onki áttu í og stinga yvirskotið í sínar egnu lummar. Serliga á Vágaportalinum og í Norðlýsium var mett, at fiskivinnureformurin var byrjanin til endan fyri føroyskt reiðaravirksemið. Hesir fjølmiðlar lýstu reiðarar, sum vóru teir onki minnið enn tjóðarinnar pápar, sum av reinum ósjálvsøkni rætti óhjálpnum fiskimonnum eina dugnandi hond.

Tíverri er reiðarafjeppan ein gamal føroyskur sportur. Fyri góðum 80 árum síðani sat rithøvundin William Heinesen í nevndini fyri reiðarafelagið, og í einum brævið frá 1938 til vinmannin Chr. Matras skrivaði hann: “Hvis du havde overværet en eneste af rederforeningens møder vilde du have givet mig ret. Her sidder disse bygdekakser og overdænger hverandre med smiger. Tonen er denne: vi, der giver arbejde til folket, vi, der skaber fremgang og ligefrem ofrer os for landets trivsel. Men da der saa engang forelaa et andragende om støtte til et sygehus i “Færingehavnen” enedes man forbløffende hurtigt om at det var tiderne virkelig ikke til. Kjølbro udtrykte det med det smagfulde citat:

Det (sygehuset) har vor sympati,

Men vi har ingenting at ha´ den i.

Dette lyder som et ondskabsfuldt stykke “sosial satire”, men det er et nøgternt referat, hørt med egne øren.

Forhaabentlig overvintrer den færøske humanitet i underklassen, hos fiskerne. Ellers ser det helt galt ud for os som folk.”

Í dag má man tíverri staðfesta, at hesin humanitetur ongan góðan eigur millum valdu umboðini fyri føroyskar fiskimenn og navigatørar, tí púra skammleyst allieraðu feløgini seg við høgravongin.

Hyggur man eftir politiskum kvettum í einum søguligum høpið, eru vápn ofta uppíblandaði. Men í londum, har parlamentarisman ræður, vísur tað seg at vera óneyðugt við vápnanýtslu. Er sosiala jørðildi búgvi til broytingar, kunnu tær fremjast við miðvísum ræðuherferðum. Og júst tað er hent í Føroyum, eitt høgrakvett er farið fram, so at siga fyri opnaðari mikrofon.

Og høgravongurin kennir okkara viðbrekna lyndi. Gjøgnum nøkur ættarlið hava føroyingar verið gøddir við ræðslu og við undirlutakenslum, og slík fólk eru sum leirur í hondunum á demagogum. Helvitisóttin sum kristniboðanin vartaði upp við, hevur tært okkara intellektuellu immunverju. Óttin skapar stemningar, ið fær fólk at bera seg irrationelt at. Av bangilsi gerast vit sjálvsøkin og gloyma arbeiðskammeratin. Vit hava heldur ikki nakra stórvegis tradisjón fyri uppreistrarsangum, dáma best at syngja um løgnar persónmenskur sum “Jákup á Møn” og “Óla Hvass”. Ikki skuggin av einum “Pelle erobreren” hómast í okkara sangbókum. Kári P. hevur tó sungið um “Kalla Katt” og um “Herluf”, men teir eru meira regsigneraðir harrar, ella visnaðar anti-hetjur.

Eg haldi, at man kann siga at parlamentariski høgravongurin, serliga umboðaður av Fólkaflokkinum og tí ørvitsiliga Miðflokkinum, hevur fingið fólk at moyrkna í knøum.

Áðrenn núsitandi samgongan var skipað, tóktist Sambandsflokkurin eitt bil at drála, men tá tað stóð Bárði á Steig Nielsen í boði at gerast løgmaður, legði hann seg kúrran fyri føturnar á tollsvindlaranum úr Svørvági.

So kunnu flokkarnir skjóta seg undir at teir hava fólksligt mandat, men mangan er fólkaviljin svikaligur. Tað var hann i Týsklandi fyrst í tríatiárunum, og tað var hann sanniliga eisini í USA, tá feðgarnir Bush fingu valdið.

Tað er ikki at taka ov dýran til, at Hanus Hansen og hansara brøður eiga tað núverandi samgonguna við húð og hár.       

Súni Schwartz Jacobsen rúmar nógv í fyrru helvt av “Svik”. Við bókabyrjan kann man siga, at hann telist millum teir valdsmiklastu menn í landinum. Men í juli 2017, fer hann brádliga frá sum stjóri fyri Betri samtakið. Tá hevði fíggjarmálaráðið sett løgfrøðingin Bárð Larsen at kanna handfaringina av Skattamálinum, og kritikkurin var somikið lemjandi, at Súni Schwartz Jacobsen valdi at gevast sum stjóri. Men maðurin fór ikki tómhentur. Sum ugga undir ta søtu tonnina, lat Eik honum 8.900.000 krónur. Soleiðis pjøssar yvirstættin um sínar stjórar, eisini teir vrakaðu av slagnum. 

Men áðrenn hann fór frá, tók hann kortini stig til at vinna eftirmælið ella søguna um tær 90 milliónirnar, sum Eik Banki tapti. Hann gjørdi neyvt tað sama, sum amerikansku myndugleikarnir gjørdu aftaná Wikileaks avdúkingarnar. Tá teir ikki kundu afturvísa brotsverkini, fóru teir undir eina miðvísa kampanju hvørs mál var at oyðileggja Wikileaks og stovnaran Julian Assange. Teir fingu nøkur sokallaði “teknologifeløg” at leggja útspillingarherferðir til rættis, ella sum Gisle Selnes skrivar í norsku avísini Klassekampen tann 10. mars í ár: “Desinformasjonskampanjer skulle iverksettes, falske dokumenter lekkes, historier om uheldig eksponering av informanter skulle fabrikkeres ... etc. etc.”

Sambært Jan Lamhauge, tók núverandi blaðstjórin á Dimmalætting, Sveinur Tróndarson, uppá seg at nýskriva søguna um tær mistu milliónirnar. Og hann  var ikki einsamallur. Sakførarin hjá TF Holding samtakinum Jógvan Páll Lassen hevur heldur ikki ligði á latu síðu. Eftir førimuni hava teir roynt at sáa iva um journalistiska avrikið hjá Jan Lamhauge, og ikki hava teir spart krúti móti hetjuni og hampamanninum Jørn Astrup Hansen.

Og ongin rægammaveitsla uttan Sjúrð Skaale. 20. mars í 2017 vísti KvF sendingina Skattamálið ll, og nakrar fáar dagar seinni skuldsetti Sjúrður Skaale KvF fyri manipulering. Kongur spunasmiðjanna var so mikið nasvísur at hann kravdi, at sítt hopleysa møsn skuldi vera tikið fyri fult, ja, hann vildi hava KvF at standa skúlarætt fyri sær og koma við eini forkláring. So kann man spyrja, hví Sjúrður Skaale metti sínar eygleiðingar at vera so dyggar. Man tað vera, tí maðurin er uppetin av errinskapið, ella hevði Súni Schwartz Jacobsen eisini eina klemmu á honum?

Nakrir navngivnir klaksvíksjingar ganga aftur í hesi grein, og felags fyri teir er at umboða umsitingarliga valdið og peningavaldið, og at flestir teirra hava sogið til sín ein ópasturiseraðan kristindóm úr tí stóra Betestajúgrinum.

Av ymiskum løgnum grundum kom Klaksvíkin at gerast sjálvt maskinrúmið hjá kristnum fanatikarum og seinni politiska høvðusætið høgravongsins.

Duldir máttir rúka í klaksvíkssálini. Fyrst í 50unum var um reppið at vápnaður bardagi brast á har norðuri. Tað, sum útloysti hesa ógvusligu støðu, var danski læknin Halvorsen. Undir krígnum var maðurin skipaðar nazistur, og fyri tað var hann sektaður av tí danska læknafelagnum. Sum lækni hevði hann tó gott orð á sær, so mikið gott, at klaksvíksingar bókstaviliga gjørdu manngarð um mannin, tí teir vildu ikki av við hann. Men málið var alt ov lítið til at skaka bæði himmal og jørð! Í dag haldi eg, at tað ber til at siga, at Klaksvíksstríðið líka so nógv var ein løgin patologiskur tilburður, sum eitt fólkaræðisligt krav.

Fyrst í 70unum gingu útróðramenn í Klakksvík á odda fyri at fáa fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar. Tá livdu teir upp til tann humanitet, sum William Heinesen skrivaði um í brævinum til Chr. Matras. Í dag man valla nakar ivast í, at útflytingin var ein røtt avgerð at taka. Tað víðkaða fiskimarkið fekk stagneraðar bygdir at blóma, flakavirkini komu, vegakervið mentist, og ætlanin at slúsa Føroyar inn í EU gjøgnum danskar bakdyr, hon var steðga. Men onki paradís uttan freistingarormin.

Hvør mundi hugsa tann tanka, at hetta velduga havøkið sum er okkara allra, ein dagin skuldi koma at gerast høgravongsins váti dreymur?

So kann man spyrja, hvar rødd útróðramanna er í dag. Eg dugi ikki at svara ørðvísi enn at røddin hevur fingið ring í nøsina og telist millum tarvarnar í verjugarði høgravongsins.

Frá “Frændir-“, sum í 80unum sungu um frið og kærleika, hoyrist so dánt eitt pipp.

Er tað veruliga soleiðis, at Klaksvíkin miðvíst mjølvar sínar rebellar til støv?

Mentanarliga er býurin eitt pírið stað, og tað er rættiliga symtomatiskt, nú teir lata listavirðisløn Nólsoyar Páls, at hon skal falla listarfólki í lut, sum húsast innanfyri bøgarðarnar har norðuri.

“Svik” er lívsneyðug og væleydna roynd at vekja føroyingar, og eg vóni, at bókin fer at fáa tann heiður verkið hevur uppiborðið.

Jóanes Nielsen

Les meira
Les minni
Jóanes Nielsen | 01-01-1970
Tá bullshit-barometrið riggar

Fleiri halda ivaleyst, at bókin Svik bara er úrslit av „unfinished business,“ sum høvundurin, Jan Lamhauge, hevur við fyrrverandi leiðslurnar í Eik og Kringvarpinum, starvsfelagar og onnur. Og tað er ivaleyst ein týðandi partur av drívmegini, men samstundis hevur hann eina spennandi, áhugaverda og týdningarmikla søgu at fortelja. Svik snýr seg ikki bara um skatt og orrustu í Kringvarpinum. Bókin viðger grundleggjandi spurningar um fólkaræði og rættvísi í Føroyum í dag. Alt ov langt er millum samfelagsrevsandi bøkur á føroyskum, og tí er Svik av teimum týdningarmestu, sum er komin út seinastu árini.
Ein lyklahending í søguni hjá Jan Lamhauge um skattamálið er, tá ið hann og Jógvan Eli Dam 18. februar 2016 møta upp á skrivstovuni hjá stjóranum í Eik, sum hevur sett sær fyri, at júst henda søgan ikki skal blíva til nakað. Jan Lamhauge ivast í, um Eik hevur rætt til ein skattafrádrátt, tí „tapið,“ sum frádrátturin byggir á, í veruleikanum var ein niðurskriving av virðinum á gamla bankanum, og harvið eitt tap, sum Fíggjarligt Støðufesti yvirtók, áðrenn nýggi Eik var til.
Grundgevingin hjá bankastjóranum er hinvegin, at bankin verður „føddur“ á heysti 2010, men at hann ikki fer „til gongu“ fyrr enn seinni, og at tapið tí hoyrir til í nýggja, ikki gamla, bankanum. Millum „føðingina“ og „fyrstu fetini“ hevur bankin ongan rakstur, og tí heldur Jan Lamhauge, at tað gevur onga meining, at bankin hevur havt eitt „rakstrartap,“ sum gevur rætt til ein skattafrádrátt. Jan Lamhauge hevur so mikið av áliti á egnum førleika at hugsa logiskt, at hann sær bluffið hjá bankastjóranum. Hetta vísir seg seinni at vera rætta avgerðin, tí tað er ágangandi og kritiska journalistiska linjan, sum seinni hevur við sær, at Eik ikki fær frádráttin.
Svik í fleiri løgum
„Svikið“ í bókaheitinum sipar fyrst og fremst til frádráttin, sum Eik kannar sær. Onkur heldur enn í dag, at Eik hevur rætt til frádráttin, og onkur heldur fram við at siga hetta alment, hóast avgerðin hjá TAKS at enda er, at frádrátturin ongantíð var lógligur. Men meðan hesi grípa eftir skattatekniskum halmstráum er sera torført, um ikki ógjørligt, at burturforklára, hvussu Eik kundi senda TAKS ófullfíggjaðar upplýsingar. Hvørki frágreiðingin frá grannskoðaravirkinum KPMG í Danmark og tann frá SPEKT í Føroyum eru við, tá ið nýggi Eik fyrstu ferð sendir sjálvuppgávu til TAKS. Og tá ið ein banki ikki sendir fullfíggjaðar upplýsingar til skattamyndugleikan, er tað ikki ein feilur. Fyri vanliga borgaran, sum ikki heldur seg hava skil fyri skatti, er tað júst í manglandi upplýsingini, at skattamálið fer frá at vera eitt sonevnt esoteriskt – fakliga óatkomiligt – mál til at vera eitt vanligt moralskt mál, sum øll kunnu fyrihalda seg til.

 

TAKS sveik eisini
Eitt annað svik, sum ger seg galdandi í skattamálinum, er alt ov lagaliga og ófullfíggjaða viðgerðin hjá TAKS frá byrjan. Bullshit-barometrið riggar ikki, tá ið Eik stjórin fyrstu ferð greiðir starvsfólki hjá TAKS frá, hví bankin hevur rætt til frádráttin. Í 2017, eftir aðru viðgerðina, svíkur TAKS aðru ferð. Nú er avgerðin, at Eik hevur rætt til goodwill, men at goodwill er null, og sostatt fær bankin ongan frádrátt. Bárður Larsen, løgfrøðingur, kallar hetta fyri eina tilgjørda konstruktión í síni frágreiðing av viðgerðini í 2017. Onkur annar hevur kallað hetta tað løgnastu sonevndu „cover-my-ass“ avgerð hjá einum føroyskum stovni nakrantíð. Í hesum førinum verður bullshit-barometrið hjá øllum føroyingum testað, tí hvussu kann okkurt vera, sum ikki er?
Órættvísa uppsøgnin
Svikið snýr seg eisini um uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, sum rindar hægsta prís fyri, at hon vil dekka skattamálið á ein hátt, sum ein og hvør annar public service stovnur í okkara grannalondum hevði gjørt, og sum er ein av høvuðsorsøkunum til, at Eik ikki fær skattafrádráttin. Kringvarpsstýrið megnar ikki at rætta avgerðina, hóast allar fortreytir eru fyri hesum, og eftir drúgva viðgerð hevur løgfrøðin í miðfyrisitingini heldur ikki rygg at ógylda uppsøgnina. Samanlagt siga øll hesi svik søguna um eitt samfelag, sum fólkaræðisliga hev-
ur rættiliga langt eftir á mál – eitt samfelag, sum enn ikki dugir at síggja virðið á journalistum, hóast hesir onkuntíð kunnu vera nógvar milliónir verdir.

 

Anti-fólkaræðið
Søgan um skattamálið bendir á, at anti-
fólkaræðislig rák enn gera seg galdandi í Føroyum. Fleiri hava torført við at síggja (í hesum førinum bókstavliga) virðið á journalist-
isku viðgerðini av skattamálinum, men hava lætt við at lata seg lumpa av spunakynstrunum hjá viðgjørda samtakinum ella at leggja dent á mynda-
val ella aðrar smálutir í sjónvarpssendingunum. Tað kann ikki annað enn vera ein sterk ábending um eitt veikt fólkaræðisligt tilvit.
Tað eru tey, sum halda, at Kringvarpið og aðrir miðlar fyrst og fremst skulu vera ósekir, upplýsandi mentanarberar, og at uppgávan ikki er at hava eftirlit. Tað eru tey, sum halda, at ágangandi ella kritiskur journalistikkur er av tí ónda, og tí kann tað onkuntíð kosta nógv at brúka sítt bullshit-barometur og greiða frá órættvísinum. Virðið á einum journalisti kann gerast upp í førleikanum at gjøgnumskoða grugg, uttanumtos ella tilvitað møsn frá fólki, sum vilja mana søguna í jørðina ella minka um hennara ávirkan. Hetta er kjarnuboðskapurin í bókini Svik fyri mítt egna viðkomandi.
Nógvar bøkur koma út, sum hava bókmentaliga stóran týdning. Men í Føroyum síggja vit sjáldan bøkur, sum viðgera grundleggjandi prinsipiellar og fólkaræðisligar spurningar. Svik er í fleiri mátar ein umstrídd bók. Hon prikar í samvitskuna og moralsku tilvitskuna á ein annan hátt, enn vit eru von við í meira „ósekum“ bókum. Á ein hátt, sum fær lesaran at spyrja, „er tað veruliga soleiðis í Føroyum í dag?“ Og á ein hátt, sum fær okkum at hugsa um, hvussu nógv vit hava at missa, um vit sleppa kritiska journalistikkinum upp á fjall. •

Les meira
Les minni
Rógvi Ólavson | 01-01-1970

Um høvundin Jan Lamhauge

Jan Lamhauge (1976) er uppvaksin í Runavík. Hann hevur lokið prógv sum bachelor og master í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum og sum bachelor í religiónsvísindum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. 

 

Jan Lamhauge hevur arbeitt við jøvnum millumbilum sum journalistur síðan 2004. Hann var í uppskoti til Aalunds Erhvervsjournalistpris í 2017.  

Aðrar bøkur Jan Lamhauge

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
398,00
Veðursjúka
238,00
Sanna Dahl
398,00
Góðkrút
448,00
Hugleiðingar av marbakkanum
348,00
Reyn, kæra Reyn
448,00