Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Hannis Egholm
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Hannis Egholm
Umbrot: Hannis Egholm
ISBN: 978-99972-1-376-1
Útgávudagfesting: 23. apríl 2020
Síður: 248
Pappírsbók

Palli (pappírsbók)

Hannis Egholm
Endurminningar hjá J. P. Gregoriussen

Ein av fremstu arkitektum okkara man vera J. P. Gregoriussen, sum varð føddur í Havn í apríl-mánaði 1932.

Umframt rúgvismikla avrikið sum arkitektur hevur Palli eisini givið út fleiri bøkur - ferðafrásagnir við egnum tekningum, bøkur við tekningum úr gomlu Havnini, stórverkið við uppmátingum, tekningum og frásagnum um tær eldru føroysku kirkjurnar og til seinast bókina um teir gomlu prestagarðarnar.

Nú kom so løtan at gera eina bók um Palla sjálvan.

Bókin er í tveimum táttum, sum ganga lið um lið gjøgnum alla bókina.

Annar er ævisøga hansara, fyrst og fremst bygd á tær samrøðurnar, hann hevði við Jógvan Arge í útvarpinum fyri nøkrum árum síðan, pyntaðar og kryddaðar við myndum og tekningum, sum lýsa søgurnar, støðini og fólkini, ið verða umrødd. Palli er tikin úr leiki sum frásøgumaður, minnið er gott og upplivingarnar nógvar.

Hin er eru tær bestu av teimum nógvu byggiverkætlanum og bókaútgávunum, hann hevur verið partur av. Palli varð liðugur á Kongaliga Listaskúlanum í Keypmannahavn í 1960, og síðani tá hevur hann arbeitt sum arkitektur. Tað ger hann framvegis, hóast skjótt 88 ára gamal. Hugflogið er ríkt, og ofta kemur hann við hugskotum, sum ongin frammanundan hevur hugsað um.

---

Orð og tónar LIVE 23/04/2020: Hannis Egholm og Albert Isfeldt, arkitektar, práta um bókina. Tónleikinum stendur Hans Ravnsfjall fyri. Reinsaríið skipaði fyri ísmb. við korona.

Nøgd
Vanligur prísur
USD 66.20
Klubbaprísur
USD 52.96
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Hannis Egholm

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Í stovuni sofu, í køki komfýr
USD 73.59
Gilgamesj – Viderö hugleiðir
USD 44.04
Fjallafólk á flatlendi
USD 36.65
FÉROÉ ÎLES ET HABITANTS
USD 29.26
Útseld
Svik
USD 51.43
Markið
USD 44.04