Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Nora Ikstena
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Lettland
Týðari: Jákup í Skemmuni
Kápusnið: Edward Fuglø
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-381-5
Útgávudagfesting: 20. august 2020

Móðurmjólk

Nora Ikstena

Henda søgan um kvinnur mótvegis statinum dregur fram beisku søgu Lettlands frá 1945 til Berlinmúrurin fall ella neyvari: frá 1969 - 89.

Ein øld er umliðin, síðan Lettland alment varð tjóð, og helmingin av tí tíðini hevur landið verið undir sovjetskum yvirræði.

Nora Ikstena lýsir trælatilveruna í sovjettíðini, har ein mamma spakuliga fer í upploysn, samstundis sum frælsið í  høvuðsstaðnum Riga nærkast.

Hetta er ein beisk søga, sum nú er týdd til 26 mál. Tað 26. er føroyskt.

Ikstena lýsir eitt tíðarskeið, sum ikki ber til at fata nú á døgum, men sum lættliga kann taka seg upp aftur.

Tveir persónar siga søguna - ein mamma, sum einki navn hevur, og dóttir hennara. Mamman noktar at geva nýføddu dóttrini bróst, og sigur seinni “Mjólkin var beisk. Í henni lá alt høpisloysið og øll týningin. Eg vardi barnið ímóti tí.” 

At dóttirin ikki fekk mjólk frá mammuni gevur henni seinni mótboð ímóti mjólk, sum øll skúlabørnini vórðu tvingað at drekka. Alt hetta við mjólkini eru eyðkenni um sálarligan løst, sum stendst av, at tann politiska kúganin er so fullkomin, at hon er farin inn í kroppin, inn í sálina.

Og so fylgja vit teimum báðum.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 298,00
Klubbaprísur
kr. 238,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Nora Ikstena

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
248,00
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00