Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jóan Pauli Joensen
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Ólavur Frederiksen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-374-7 / 978-99972-1-375-4
Útgávudagfesting: 30. apríl 2020
Síður: 424 og 344
Perma: Tvey stív bind í prýðiligum húsa
Pappírsbók

Í stovuni sofu, í køki komfýr (pappírsbók)

Jóan Pauli Joensen

Í stovuni sofu, í køki komfýr lýsir, hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld til 1960. Serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960. Frá langhúsum og kroysum úr gróti og flagi til nýtíðarhús. Hvussu ávirkan uttaneftir fekk fólk at gera meira burturúr og smátt um smátt at fara undir at gera húsini betri og liviligari. Frá roykstovu og útundirgerð til glasstovu, frá moldgólvi til timburgólv.

Vit fylgja við, hvussu húsasniðini broytast, tá ið menn fara uttanlands at læra húsasmíð. Hvussu stættarmunur fer at avmyndast í húsunum og ikki minst í stovunum. Hvussu vit gerast brúkarar og fara at keypa lampur og komfýrar, fínt innbúgv og køksútgerð, borðútgerð og glæstrilutir sum urtapottar og myndir og annað at heingja á bróstini í stovunum og gardinur fyri vindeyguni. Alt slíkt, sum kundi síggjast og siga øðrum, hvørji vit vóru.

Tey nýggju húsini vóru sprottin úr einum borgarligum lívsformi, ið var at finna í grannalondunum. Húsini høvdu dagligstovu, spísistovu, gestakamar og køk við spískamari.

Tey fínastu húsini høvdu trimpil og kvist og jarntak. Komfýrar, innlagt vatn, petroliumslampur, primus, primusbakarovnur og aðrir hópframleiddir brúkslutir gjørdu alt liviligari í køkinum.

Ein sjaldsama áhugaverd bók, sum sær allar hesar broytingar í etnologiskum ljósi, sum Jóan Pauli so meistaraliga væl dugir at greiða frá.

---

ORÐ OG TÓNAR LIVE 30/04/2020: Jóan Pauli Joensen og Andras Sólstein práta um bókina. Tónleikinum standa Birita Adela og Jóhannes Andreassen fyri. Reinsaríið skipaði fyri ísmb. við korona. 

Nøgd
Vanligur prísur
GBP59.94
Klubbaprísur
GBP47.95
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Jóan Pauli Joensen

Maðkur, mykja, trimpil, betong og madrassa
GBP29.85

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Palli
GBP53.93
Gilgamesj – Viderö hugleiðir
GBP35.87
Fjallafólk á flatlendi
GBP29.85
FÉROÉ ÎLES ET HABITANTS
GBP23.83
Útseld
Svik
GBP41.89
Markið
GBP35.87