Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Mikael Niemi
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-364-8
Útgávudagfesting: 6. juli 2020
Síður: 476
Upprunaheiti: KOKA BJÖRN

Kóka bjørn

Mikael Niemi

Tað er summarið 1852 í Kengis í norðasta Svøríki. Prósturin og vekingarprædikumaðurin Lars Levi Læstadius tekur bókstavliga ein ungan sámadrong upp av veitarbakkanum. Jussi, sum drongurin eitur, er rýmdur heimanífrá undan harðskapi og svongd. Prósturin tekur hann við sær, og Jussi verður næmingur hansara og trúgvi fylgisneyti á plantufrøðiligu gonguferðunum á Pajala-leiðini. 

Tá ið ein neytakona hvørvur og verður funnin deyð, og so ein onnur illa meidd, átekur prósturin sær við Jussa sum hjálparmanni uppgávuna sum detektivur. Bygdarfólkið ivast ikki í, at tað er ein stór og óð bjørn, sum herjar, men prósturin stúrir fyri, at ein nógv verri manndrápari er á vási. 

KÓKA BJØRN er ein hugfangandi skaldsøga um, hvussu stórar hendingar raka ein lítlan heim, hetta er ein krimisøga úr norðasta Svøríki, sum fer fram í einari fortíð, sum luktar av brennivíni, sveitta og svongd, og hetta er ein bók, sum fer beint í hjartað. 

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
462,09 SEK
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Mikael Niemi

Mikael Niemi er føddur í 1959 og býr í Pajala. Hann gjørdi fyrstu ferð vart við seg sum høvundur í 1988 og hevur latið verk bæði á bundnum og óbundnum máli úr hondum umframt leikrit. Í 2000 fekk hann stóra gjøgnumbrot sítt við Populärmusik från Vittula, (Sprotin, 2012: Poppmusikkur úr Vittula), sum hann eisini fekk svensku August-virðislønina fyri. Nú er hann aftur við einari skakandi frásøgn úr Norrbotten.

Aðrar bøkur Mikael Niemi

Popptónleikur úr Vittula
291,52 SEK