Tað orðið
TAÐ ORÐIÐ – út aftur í endurskoðaðari útgávu
– ”Tað orðið”, sum kom fyrru ferð út í 2015, er bygt upp á mótsetningar, helst so ítøkiligar og grundleggjandi , sum til ber, formliga settir upp parvís í hvørjum parti sær – alt í somu yrking við so og so mongum pørtum. Eg havi lagt dent á tað streymandi og improvisasjónskenda, har eitt orð natúrliga tekur ella velur sær annað, sum so aftur tekur tað næsta í eini leitan eftir einum persónligum upprunakjarna, sum alla tíðina víkir undan, latin í orð og orðamyndan, sum í grundini ongantíð endar, minnisbrot, myndir í brotum, brotamyndan, kanst tú siga. Eg kendi alla tíðina, at eg var ikki rættiliga liðugur við hasa yrkingina, okkurt vantaði í, so hon noyddi meg líkasum at yrkja aftrat til hesa aðru, broyttu útgávuna, sum nú kemur. Og nú fer, ið hvussu er fyribils, at vera sum er.