Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Svetlana Alexievich
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Ukraine
Týðari: Edvard S. Olsen
Umbrot: Sára Mikkelsen
Útgávudagfesting: 10. november 2020

Røddir úr Tjernobyl

Svetlana Alexievich
Munnborna søgan um eina kjarnorkuvanlukku

Svetlana Alexievich hevur havt viðtal við mong hundrað fólk eftir vanlukkuna í Hvítarusslandi, tá ið kjarnorkureaktorurin í Tjernobyl sprongdist í 1986 - um ræðuleikarnar tá, hvussu menniskju brendust burtur av geislavirkni og óttan, øðina og óvissuna, tey framvegis liva við.
 
Sjónvarps-stuttrøðin Chernobyl, sum vann tíggju Emmy Awards og tvær Golden Globe Awards, er fyri stóran part grundað á tekstir í hesi bókini.
 
Vanlukkan tann 26. apríl 1986 er ringasta kjarnorkuvanlukka, sum nakrantíð er hend, og hon dálkaði tríggjar fjórðingar av Evropa.  
 
Røddir úr Tjernobyl er fyrsta bók, sum sigur frá persónligu sorgarleikunum. Tey, ið ávirkað vórðu av niðurbræðingini, vóru øll frá vanligum borgarum til sløkkiliðsmenninar sum vórðu sendir beint inn í hetta helvitið at basa geislingini. Tað eru teirra søgur, vit hoyra í hesari skakandi bókini. Bókin er sett saman av einrøðum hjá hesum menniskjum, sum skera inn á bein.
 
Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015.

Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 278,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Svetlana Alexievich

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

THE FAROES(E) - New revised edition
198,00
Í stovuni sofu, í køki komfýr
498,00
Palli
448,00
Gilgamesj – Viderö hugleiðir
298,00
Útseld
Fjallafólk á flatlendi
248,00
FÉROÉ ÎLES ET HABITANTS
198,00