Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Tjóðhild Patursson
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Kirstin Helgadóttir
ISBN: 978-99972-1-405-8
Útgávudagfesting: 7. desember 2020

Gimburlombini

Tjóðhild Patursson

Í einum fittum, lítlum, reyðum húsum á gomlu kaiini í Nólsoy var tað, at gimburlombini einaferð róku kafé. Uttanfyri var ein fitt, lítil sauna, og beint við hurðina lógu eitthjólaðu súkklurnar ofta og sløddust; ein trillibøra stóð altíð í túninum og “ólavsøkuperurnar”, ja, tær hingu uppi alt árið - lívið var ein long, sprellandi veitsla - og gimburlombini vóru vertirnir.

Søgan um kaféina, Gimburlombini, er ein kókibók, men samstundis eisini ein løtumynd av teirri oynni, sum var karmur um hana. Søgan er um grillaðar otupitsur. Hon er um at gráta, meðan tú skert leyk. Hon er um heimagjørdan súrróma. Um óendaliga nógvar vaflur. Um rubinreyðar rabarbudrammar; og so er søgan eisini um tær nógvu brúsandi og gleðifyltu löturnar; eldhugan, láturin, matgleðina, eymleikan og kærleikan.

Á várið 2019 fingu Gimburlombini í Nólsoy eina Emblu fyri besta Norðurlendska matferðamálið. Hendan bókin er tí eisini ein ferðafrásøgn til tykkara, ið ikki náddu at vitja kaféina í Nólsoy, áðrenn vit so brádliga stongdu.

---

Hoyr Tjóðhild í NÓN 10. desember 2020

 

 

 

 

 

Prísur
33,29 EUR
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Tjóðhild Patursson

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
53,43 EUR
Veðursjúka
31,95 EUR
Sanna Dahl
53,43 EUR
Góðkrút
60,14 EUR
Hugleiðingar av marbakkanum
46,72 EUR
Reyn, kæra Reyn
60,14 EUR