Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Per Petterson
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-407-2
Útgávudagfesting: 30. mars 2021

Menn í mínari støðu

Per Petterson

Eitt ár eftir Scandinavian Star-vanlukkuna í 1990, sum drap bróðurpartin av Arvidsa familju, er Turið, kona hansara, rýmd við døtrunum. Hon sendir eina vinkonu, sum enntá speirekur hann, eftir tí, hon eigur. Og so er tómt.

Arvid er fyri falli, missir tamarhaldið á sínum egna lívi og missir genturnar. Hann situr um kvøldarnar á barr og endar ofta saman við konufólki, hann ikki kennir. Hann er ørkymlaður og í villareiði.

Soleiðis gongur eitt ár. Hann fer í hundarnar. 12 ára gamla dóttirin er nógv merkt av støðuni. Hann svíkur øll, men varnast ikki rættiliga, hvat ið hendir.

Eina náttina ringir Turið til hansara, hon grætur, veit ikki hvar hon er, hevur ongan, og hann fer eftir henni.

«Show, don't tell». Petterson skapar eitt rúm í frásøgnini, sum næstan tosar sjálvt, men greiðir ikki fra nøkrum. Tá ið Arvid við hvørt hetta dapra árið hugsar, eru tankarnir syndraðir, merktir av fallinum, og at hann hevur mist takið. Lesarin verður noyddur at skerpa innlivingina fyri at skilja, hvussu ringt alt í royndum er, og hvussu nógva pínu hetta elvir.  

Tríggjar fjálgar og ljósar løtur eru í skaldsøguni. Tær eru í seinna partinum og lyfta søguna út úr myrkrinum. Hvussu tað verður gjørt, verður ikki avdúkað her.

Nøgd
Vanligur prísur
539,62 SEK
Klubbaprísur
431,69 SEK
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Per Petterson

Til Sibiria
384,56 SEK
Út at stjala ross
307,02 SEK

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vár
Eden
384,56 SEK
Á marknaðinum í vár
Reyðhærda Kvinnan
462,09 SEK
Staklutirnir
462,09 SEK
Kærleikin
462,09 SEK
Sára Malena
539,62 SEK
Hjarta mansins
539,62 SEK