Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: T.S. Eliot
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: United States
Týðari: Carl Jóhan Jensen
Kápusnið: Hansina Iversen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-424-9
Útgávudagfesting: 28. apríl 2021
Síður: 62

Fýra kvartettir

T.S. Eliot

T. S. Eliot (1888 – 1965) telist millum fremstu lýrisku skald á enskum máli í tjúgundu øld og er ein av varðunum í modernistiskari yrking. 

T. S. Eliot vakti av álvara ans í 1915 við modernistiska meistaraverkinum Ástarkvæðið hjá J. Alfred Prufrock (The Lovesong of J. Alfred Prufrock). Í kjalarvørrinum av hesum sermerkta ástarkvæði komu síðani verk, ið eru millum tær kendastu yrkingarnar á enskum máli yvirhøvur, eitt nú Oyðinilandið, 1922 (The Waste land), Teir innanholaðu menninir, 1925 (The Hollow Men), Øskudagur, 1930 (Ash Wednesday) og at enda Fýra kvartettir, 1943 (Four Quartets). Tær fýra kvartettirnar, sum nú á fyrsta sinni birtast í føroyskum málbúna, krýndu tað lýriska lívsavrikið hjá skaldinum. 

Kvartettirnar eru ein trúarlig og andlig kanningarferð í anda Dantes gjøgnum evropiska mentahevd og søgu. Skaldið leitar støðugt aftur til eina byrjan, sum er kend og samstundis nýggj og dvølur við teir stóru spurningarnar í veranum, við sjálva tíðina, við Guð, við deyðan og meiningina við lívinum. 

Nøgd
Prísur
USD 25.72
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur T.S. Eliot

Aðrar bøkur Yrkingar

Á marknaðinum í vár
Vit skulu upp og avstað
USD 28.61
Allir luktir örkymla mín staðarsans
USD 28.61
Tann ákærdi boðberjin
USD 28.61
Dreymaólag
USD 21.39
ást
USD 21.39
Martin Joensen
USD 57.51