Raðfest vørur

Ignazio Silone

Ignazio Silone, ella Secondo Tranquilli, sum hansara borgaraliga navn var, vaks upp í einum fátækum fjallabýi í landslutinum Abruzzia, skamt frá Róm. Hann varð føddur í árinum 1900 og doyði í 1978. 

Pápin, sum var bóndi, doyði, longu tá ið Silone var átta ára gamal, og tá ið hann var 15, varð Abruzzia rakt av einum herviligum jarðskjálvta, sum kravdi meira enn 30.000 mannalív. Tá doyðu mamman og øll hansara næstu uttan einasti bróðirin, Romolo, sum var nøkur ár yngri. Teir stóðu á berum og vuksu upp á ymskum átrúnaðarligum stovnum, til Silone seytjan ára gamal fór til Róm og gjørdist virkin á politiska vinstraveinginum. Hann var við til at stovna italska kommunistaflokkin í 1921, og tá ið fasistarnir komu til valdið í 1922, mátti hann flýggja úr landinum. Hann fór heim aftur í loyndum í 1925, men mátti sleppa sær burtur aftur í 1930 og búði í Sveis, til hann vendi heim í 1944. Tá hevði hann longu langt síðani vent einaræðisligu kommunistunum bakið og var koyrdur úr flokkinum. Síðan flutti hann seg so líðandi til høgru í politikki og gjørdi stóra mótstøðu ímóti einaræðisligari politiskari hugsan, sama um hon var vinstra-ella høgravend. 

Í Sveis skrivaði hann kendastu bøkurnar. Tann fyrsta var Fontamara, síðan komu Pane e vino (Breyð og vín) og Il seme sotto la neve (Sákornið undir kavanum), sum í veruleikanum er ein long skaldsøga í trimum bókum. 

Avrik Ignazio Silone

Fontamara
298,00