Nøkur einsnevni
Tað finst í øllum málum hópur av hugtøkum, sum eitt og sama orð verður nýtt fyri (tað verður kallað einsnevni ella einsheiti - homonym). T.d. merkir orðið “mál” so ymist sum rødd, tungumál, evni, mið, fótbóltsmál (bæði stengurnar og hendingin), pottamál o.s.fr. Í summum førum sæst lættliga skyldskapur millum hugtøkini, t.d. mið og fótbóltsmál; í øðrum førum er ilt at finna nakran skyldskap.
Hjá tí, ið bert kennir ein part av
tílíkum einsnevnum, kann vera rættiliga ørkymlandi, tá ið orð verður nýtt í
honum ókendari merking. Soleiðis var t.d., tá ið onkur á sinni fór inn til
Mariu Poulsen at keypa eitt mál, og handilsgentan ikki kendi ta merking, sum
var sjálvsøgd hjá tí, ið keypa vildi.
Tílíkt veldur sum vera man íðuliga trupulleikar, meðan móðurmálið verður lært. Øll læra skjótt at kenna eitt nú “seym” sum nagla; men at seymur eisini er í øllum seymaðum pløggum, kann vera heldur torførari at skilja, tó at báðir seymirnir hava sama starv: at halda tveimum lutum saman.
Gøðska í merkingini “tæri” (kvalitetur) er gamalt orð í málinum. Longu í fyrstu orðabók síni 1773, t.e. fyri meir enn 200 árum síðani, hevði Svabo hetta orðið við og týddi tað við “godhed, bonitas,” og “bonitas” verður í latínskari-danskari orðabók (Goldschmidt) útlagt sum “god Beskaffenhed, Godhed” í fyrsta lagi “om materielle Genstande,” í øðrum lagi “om personer.”

Eisini fyri einum 100 árum síðan varð
orðið “gøðska” viðgjørt: Jákup Jakobsen, doktari, gramdi seg um (1889), at hetta orðið sum so
mong onnur var sokkið til bert at týða tað ringa: “hatta
er tann gøðskan, ið er! eller også: har
er eingin gøðska í! det har ingen Værdi.”
At hetta orðið ikki longur næstan bert merkir tað ringa, kunnu vit takka teimum illa lastaðu “málreinsarunum” fyri. Men tey, ið vilja avmarka merkingina til tað, ið býr í fólki og ikki í “materielle genstande,” minna ikki sørt um tey, ið ikki kennast við meir enn eitt slag av seymi.

Jeffrei Henriksen