Orðið 'veðrur'
Vaksin seyður av kallkyni (mótsett ær) eitur sum kunnugt veðrur á føroyskum. Umframt henda orðformin hava vit í føroyskum eisini tveir aðrar: veðri og veður. Elstur av hesum trimum er veður (av fornnorrønum veðr), sum man vera mest sum burturdeyður í livandi máli. Hin vanligasti orðformurin nú er veðrur, og tann veikt bendi og staðbundni orðformurin veðri er ein síðuformur til henda.
Viðvíkjandi bending er
at siga, at tann vanliga endingin í hvør- og hvønnfalli í fleirtali er -ar (t.e. veðrar), og henda endingin er eisini tann upprunaliga, men umframt
hesa ending hevur orðið í eldri føroyskum eisini fingið endingina -ir (t.e. veðrir), og henda endingin man enn hoyrast av og á.
Viðvíkjandi samanseting er at siga, at tann vanligasti orðformurin í samanseting er veðra-. Tað er ikki til at gera av, hvørt hetta er hvørfalsformurin í eintali, veðrar, ella í fleirtali, veðra. Dømi: veðrahálsur, veðrakjøt, veðrakrov, veðraøl. Í øllum hesum orðum hevur fyrri liður framburðin /vegra-/. Í tveimum tílíkum samansetingum hava vit tó framburðin /ve:ra/: veðragemlingur og veðragjólingur. Tað er bert eittans dømi um tann elsta orðformin í samanseting: veðurlamb.
Seinni liður í orðasamansetingini ærviðri er avleiddur av rótini í orðinum veðrur við i-umljóði. Orðið ærviðri /arvigre/ merkir eitt, sum er bæði ær og veðrur ella eisini hvørki teirra.
Orðið veðrur er gamalt orð og finst í fleiri indoevropiskum málum, t.d. gotiskum wiþrus ‘lamb’, fornenskum weder ‘veðrur’ og nýenskum wether ‘geldseyður’, t.e. geldur veðrur ella gelt veðurlamb. Orðið finst í øllum norðurlandamálum (íslendskum veður, donskum vædder, norskum vær, svenskum vädur) og í týskum Widder, og í hesum málum er merkingin tann sama sum í føroyskum. Upprunamerkingin tykist vera ‘ársgamalt (hús)djór’. Orðið er skylt við tað latínska orðið vetus ‘gamal’, og t.d. fremmandaorðið veteranur er runnið av hesum orði. Tað er eisini skylt við tað grikska orðið étos ‘ár’. Veðrur er nakað burturi skylt við orðið fjør í orðasambandinum í fjør ‘í farna ári, síðsta ár’.
Sum nevnt finst orðið í øllum norðurlandamálum, men í íslendskum er harumframt eitt annað orð, ið er vanligari, t.e. hrútur, sum eisini er fornmálsorð. Hetta orð hevur eisini verið til í føroyskum, tó uttan h. Orðið er fyrri liður í t.d. staðarnavninum Rútafelli í Vági. Harumframt finst orðið eisini í máliskuni bólta (bróta) rút, t.e. kúla seg saman og kasta seg framyvir niður á bakið (við høvdi og hondum fyri).
Í føroyskum hevur orðið veður, aloftast nýtt í fleirtali, veðrar, eisini merkingina: fýra smáir jarnbogar undir píkinum á fjallstavi (til at forða fyri at stavurin søkkur ov djúpt í bleytlendi og til at taka seyð úr óføri við at snara hann inn í ullina). Hesir veðrar verða onkustaðni eisini nevndir knabbar ella veðrajørn. Fjallstavur við tílíkum veðrum eitur veðrastavur.
At enda skal nevnast, at fyrsta merki, føroyingar fóru at hava, var veðramerkið, sum frá avgamlari tíð hevur verið hjá okkum, innsiglið hjá løgrættumonnunum.

Anfinnur
Johansen