Hava ella vera í hornatøkum
Myndin í orðasambondunum: at hava ein í hornatøkum og at vera í hornatøkum, hitt fyrra er ætlandi upprunanum nærri, man vera komin av dysti við tarv. Hetta hevur so seinni verið flutt yvir á bardaga manna millum. Gott dømi um tað er úr søgu eftir Martin Joensen, sum eitur “Tá ið Antinis fangaði seyðatjóvarnar”, sum fyrstu ferð var prentað í Jólabókini frá 1953 og endurprentað í søgusavninum Heimadoktarin frá 1977. Har stendur m.a.: “áðrenn hann leit nakran knív, hevði bóndin hann í hornatøkum.”
Tvey dømi úr orðasavninum á
Føroyamálsdeildini hava vit um tað at
vera í hornatøkum, sum ætlandi er yngri. Úr Suðuroy: teir vóru í verstu hornatøkum. Úr Hestsøgu eftir Jóan Chr. Poulsen,
bls. 92: “men áðrenn teir vóru í hornatøkum hvør við annan, fóru aðrir at tosa
teir til rættis.” Frá Jóan Christiani í Hesti hava vit eisini: “at hava fólk í
hornatøkum” í merkingini ‘at tosa útspillandi um fólk’, og dømi, sum vit hava
úr Mykinesi, merkir kanska tað sama. Annars hava vit úr Nólsoy orðatiltak, sum
man kasta ljós á hetta: tey hava tað
altíð í hornatøkum, t.e. tosa upp á bakið á einum. Hetta man vera: ‘tað,
sum talað verður í hornunum, krókunum’. Tað man tí vera upprunaligari enn
hitt (at hava fólk í hornatøkum) í merkingini ‘at tosa upp á bakið á fólki’.
Orðini eru so lík og munnu tí vera komin í bland. At enda hava vit orðið hornatøk í merking, sum er heilt onnur.
Hans Marius Eidesgaard úr Oyndarfirði hoyrdi einaferð eina konu siga um
okkurt, ið einki nyttaði, var lítið vert: “hatta eru ikki hornatøk.”
Úr Nólsoy er heimild um eitt avbrigdi av orðafellinum: at vera í hornatøkum, og tað er: at vera í hornatølum. Tað var sagt um fólk, sum høvdu havt orðum saman ella høvdu verið í klandri um eitthvørt. Tað var eisini sagt um neyt. Í haganum høvdu neytini eitt spæl saman, tvær og tvær, ella eisini ein kúgv og tarvurin. Hetta kallaðu tey gomlu at hornast ella hornaspæl, ella at tey vóru í hornatølum, og tað sást týðuliga, at hetta var spæl og ikki øði.
Hetta at hava í hornatøkum hevur ivaleyst skyldskap við orðafellið: harður í horn at taka í merkingini ‘vera harður at stríðast ímóti’. Í fornum máli eru fleiri dømi um tað, eitt nú í Føroyingasøgu í 35. kapitli. Tróndur mælti: “Tað er sannast, at tú verður harður í horn at taka.” Hetta er í týðing Schrøters orð fyri orð tað sama sum í upprunatekstinum: “það er sannast, at þú verðr harðr í horn at taka.” Schrøter kann væl hava kent tað úr føroyskum, tó at tað verður valla prógvað, tí dømið hjá Schrøter er tað elsta, vit hava. Var tiltakið ikki til frammanundan, hevði tað verið sjálvsagt at taka tað upp í týðingina, so væl tað fellur á føroyskari tungu. Men ikki er óhugsandi, at tað hevur verið til í máli okkara frá gamlari tíð. Nevnt kann eisini verða, at úr Skálavík hava vit orðafellið: harður í hornatøkum við somu merking, t.e. ‘harður at stríðast ímóti’.
Anfinnur Johansen

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
Tórður Jóhannesarson, sum vit javnan hoyra í útvarpinum við tónleikasendingum, hevur skrivað verkið.
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan
Løgið er tað, men menningarlæran hevur savnað seg um mannin. Helst ávirkan frá skapanarsøguni, sum segði, at Gud skapaði mannin fy…
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
Eg var undir útbúgving í Danmark, tá ið danska útgávan kom longu árið eftir, í 1973. Tað mundi vera í seinnu helvt av 70-árunum, a…
Bókaprát
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hes…
Lesikrókurin
Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir s…
Bókaprát
Bókin um Rituvík
- løgd fram í Løkshøll fríggjadagin kl. 16
Bókaprát
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin
Nú ið Sprotin fór um tey tríati, rennur mær mangt í huga, til dømis tá ið eg fór at týða.
Bókaprát
Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt
Pauli Nielsen, gamli rektarin á Føroya læraraskúla, hevur, umframt mong onnur verk um m.a. námsfrøði, týtt 11 stórverk, sum hann h…
10.04.2024
Staklutirnir
02.04.2024
ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS
23.03.2024
Nýtt stuttsøgusavn hjá Oddfríði Marna Rasmussen
01.03.2024
Kærleikin
28.02.2024
Orð & tónar á Reinsarínum
15.01.2024
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
22.12.2023
Í Góðadali triðja jólamorgun
21.12.2023
Merking
19.12.2023
At fylgja hjartanum
15.12.2023
FRITS livdi og fagnaði lívinum
13.12.2023
Nobelfyrilestur eftir Jon Fosse
08.12.2023
Tá ið talað mál gevur skriftini flog
01.12.2023
Jonhard Mikkelsen 70 ár
27.11.2023
Fiskahúsið
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Góðkrút
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Rakel Helmsdal
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Sanna Dahl
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Jón Kalman Stefánsson (IS)
07.11.2023
Rithøvundavitjan úr Íslandi
05.11.2023
VEÐURSJÚKA – nýggj bók eftir Una Arge
26.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
21.08.2023
ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM
13.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
09.07.2023
Sum hvalur, ið kemur upp at blása
15.06.2023
Pløg beinagrindir teirra deyðu
06.06.2023
FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023
28.05.2023
Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini
22.05.2023
MERKING
19.05.2023
Ukrainska dagbókin
17.05.2023
Ukrainska dagbókin