Bíggjar
Eg koyri hvønn morgun eftir Velbastaðvegnum og síggi tá vegskeltið Bíggjarvegur, sum er ein lítil vegur inn frá Velbastaðvegnum. Hví verður Bíggjarvegur skrivað við fyrra í? Vit siga eisini at fara til Bíggjar, tá vit meina við bygdina Bø. Mín spurningur er: Hví skrivar mann Bíggjarvegur við fyrra í?
Hví skriva vit Bíggjarvegur við fyrra í
og hví siga vit til Bíggjar, tá vit meina við bygdina Bø? Fyrst er tað at
siga, at tað er rætt atskriva Bíggjarvegur við fyrra í, og tað
er eisini rætt at skriva til Bíggjar við fyrra í. Og so koma vit
til frágreiðingina. Og her muguvit sum so mangan leita aftur í málsøguna
fyri at finna eitt svar.
Formurin bíggjar er hvørsfall av bøur, og
bøur merkir upprunaliga‘hús ella garður har fólk býr’; tað kann
eisini merkja ‘bygd’. Og taðer helst tann merkingin, sum vit hava í
bygdarnavninum Bøur. So koma vit til bendingina. Hví fáa vit eitt
í, tá ið orðið annars hevur ø? Nú verður tað eitt lítið sindur
tekniskt. Og tað, sum eg sigi her, er tann einfaldaða útgávan. Grundin er
hon, at tann gamli norrønihvørsfalsformurin var bjár, og so hendir
tað í føroyskum, attað gamla j’ið í bjár verður til eitt í
(sum í gomlum døgum vareitt langt i, framborið nakað sum
/bijar/). Og tað merkir, at frá athava havt eitt stavilsi í hvørsfallinum
(bjár), fær hetta orðið í føroyskumnú tvey stavilsir, av tí at j’ið verður
til eitt í. Soleiðis fáavit formin bíar. Og so fáa vit ta
sonevndu skerpingina inn. Skerpinginer eitt hjáljóðsinnskot (í hesum føri
ggj), sum kemur innmillum sjálvljóðini í og a, og soleiðis
verður bíar til bíggjar, og núgongur kabalin upp. Tá vit t.d. siga
Sumbiar og Hvalbiar, so er taðtann gamli hvørsfalsformurin av bøur, sum
vit hava her. Og taðmerkir, at hesir hvørsfalsformarnir eru
elligamlir.
Tað er ein vanlig ljóðregla í føroyskum, at eitt j í slíkumumstøðum verður til eitt i (j’ið verður vokaliserað). Tað sama fyribrigdiðsum í bíggjar hava vit í orðinum fíggjar, sum er hvørsfallav fæ. Tann gamli norrøni hvørsfalsformurin var fjár, sum fyrstbroyttist til fiar í gomlum føroyskum, og seinni í tíðini fingu vitso skerpingina inn, so úrslitið var fíggjar. Fíggjarmálaráðið er tað ráðið, sum umsitur fæið í landinum (altso ognirnar, pengarnar).

Seinni í tíðini fáa vit so eitt annað orð
inn í málið, nevniliga býur (skrivað við seinna ý), sum í
grundini hevur sama upprunasum bøur. Býur við seinna ý er tann
danski og svenski formurinav okkara bøur. Og nú verður tað eitt
sindur tvørligt at hava við at gera, tí nú hava vit býur við seinna ý
og bíggjar við fyrra í. Bøur og býur eru annars skyld við orðið at
búgva.
Onkur heldur kanska, at tað er at gera tað óneyðuga trupult, atvit skulu skriva býur við seinna ý og bíggjar við fyrra í, tá ið talan ígrundini er um sama orð upprunaliga. Tað, sum ger tað so trupulter, at ý og í eru fallin saman í føroyskum (í norrønum var tað /y:/og /i:/). Tað einasta, sum rættvísger henda munin millum fyrra í og seinna ý í føroyskum er tann upprunafrøðiliga meginreglan(tað etymologiska prinsippið). Tað norrøna málkerviðmátti gera mun á ý og í (av tí at tað vóru tvey ymisk ljóð), og henda skipaner síðani flutt yvir á føroyskt, hóast ógvisligar ljóðbroytingar erufarnar fram frá tí, at tað norrøna málið varð talað í Norðurlondum og upp til okkara dagar. Ein av hesum ljóðbroytingunumer, at y’ið hevur mist sína runding og er sostatt fallið saman viði. Stavseting okkara er sum nevnt sera upprunafrøðilig, t.e. honleggur seg so tætt upp norrønum, sum til ber, og tá sigur tað segsjálvt, at við øllum teimum málbroytingum, sum eru farnar framfrá norrønum til føroyskt, verður tað stórur munur á skrivaðumog talaðum føroyskum. Og hesin trupulleikin er eisini sjónligur, tá ið vit hava við orðini bíggjar/býar at gera.
Viðm.

Hetta orðið bøur er sum nevnt skylt við
býur, sum aftur er runniðav sagnorðinum búgva (á fornmáli: búa).
Onnur skyld orð erut.d. tað íslendska orðið bær, sum merkir
‘býur’, og sum beinleiðissvarar til okkara bøur, men merkingin er
heilt ymisk, táið vit hugsa um bø sum vanligt felagsorð.
Men nettupp í bygdarnavninum Bøur hava vit ta merkingina, sum er tann
vanliga í íslendskum, nevniliga stað har fólk búgva. Íslendingar nýta orðið tún
um tað, sum føroyingar kalla bø í merkingini ‘velt jørðinnangarðs’. Onnur orð, sum hava
rótsamband við bøur, eru t.d. ból, bøli, býli og býlingur.
Jógvan í Lon Jacobsen