Jens Kristian Vang

Hví siga fólk 'rógvarin á lærinum', tá hann als ikki situr á lærbekki?

Tá Niels Juel Arge (1920-1995) í útvarpinum á sinni plagdi at siga, hvør róði við vinnandi bátunum, segði hann altíð toftufólkið fyrst og endaði annaðhvørt við teimum í rúminum ella á lærinum.

07.05.2016
Randi Kúrberg
Tað góða orðið

Ikki tí hann setti nakra(n) eftir, men hann gjørdi mun á bátastøddunum, soleiðis at átta- og tíggjumannafør høvdu aftasta fólk rógvandi á lærinum, og á fimmmannafari, sum var minsta bátsstøddin til 1980, róði aftasti maður í rúminum og hevði føtur í bekk á lærinum.

Felags fyri fimm-, seks- og átta­mannafør er, at tey hava fýra bekkir: lærbekk, rúmbekk, bógbekk og toftubekk. Á áttamannafari situr fólk og rør á øllum sessum, og skal rógvast í bekk, verður fótatræ riggað til fyri ávikavist lunn og bekk. Sama er galdandi fyri tíggjumannafar, sum eisini hevur ein sess afturat, soleiðis at tíggju mans rógva á fimm bekkjum. Báðir fremstu sessirnir verða viðhvørt nevndir ymiskt, og man tað hava nakað at gera við, hvaðan ein í landinum er. Nøkur nøvn á einum tíggjumannafari.

Summi siga: lærbekkur, rúmbekkur, aftari bógbekkur, fremri bógbekkur og toftubekkur. 

Onnur siga: lærbekkur, rúmbekkur, bógbekkur, fremri toftubekkur og aftari toftubekkur.

Hvussu ber tað til, at vit í dag eru farin at siga um øll tey, ið sita á aftasta sessi í báti, at tey rógva á lærinum, tó at tey á fimm- og seksmannaførum bara koma í nánd av lærinum, tá tey rógva í bekk ella bekka, sum eisini verður sagt nú á døgum? 

Helst hevur tað nakað við tign, søguliga fyrimynd og mentanarbroyting at gera, og er ein samanrenning av øllum trimum. Róður í dag er vorðin kappítrótt burt­urav, og av øllum bátastøddum hava tær størru, átta- og tíggjumannafør, sum bara menn rógva við, hægri tign enn bátarnir, sum bara seks rógva við – tað sæst eitt nú greitt á heitunum, ið signalera flaggskip og heimstað: Havnarbáturin, Nólsoyingurin, Vestmenningur, Argjabáturin, Víkarbáturin o.s.fr.

Tað eru júst hesir bátar, ið hava lær, og lærmaðurin hevur ta týdning­armiklu funktión at halda skil á áralagi og ferð, so róðurin hvørki verður ov seigur ella títtur. Somu funktión hevur aftasti persónur á minnu bátunum eisini, tó at róð verður á rúmbekki, og skjótt er til at taka sama heiti til sín, sum størru bátarnir, ið ivaleyst eru fyrimyndir í aðrar mátar.

Úrslitið av hesi heitisbroytan er, at bógbekkur verður útilátin á fimm- og seksmannaførum, tó at bekkurin er har. Tað at útiláta júst hetta bekkjarheiti hevur helst sína søguligu fyrimynd, tá tað snýr seg um smærri bátastøddir við bara tveimum bekkjum og trimum rúmum – hesir høvdu ikki bógbekk. Mentanarbroyting er eisini farin fram, soleiðis at róður í dag verður bara íðkaður sum ítrótt, og fáur føroyingur man vera føddur við ár í hond seinastu fjøruti árini.

Hetta ger, at málnýtslan innan hetta øki er vorðin avmarkað frá almenna rúminum til róðrarumhvørvið, sum bara ein lítil samfelagsbólkur er partur av. Róður er ítrótt, og tey, sum mynda henda samfelagsbólk, eru í stóran mun ung fólk, ið eina mest munnu taka eftir málnýtslu frá hvør øðrum, tí so fá vaksin ella fáir eldri málbrúkarar eru at geva teim­um ‘røttu’ ella ‘gomlu‘ orðini.

Harafturat hava hesi sokallaðu ‘gomlu‘ neyvan somu tign, sum yngri róðrarfólk, ið kanska framvegis rógva ella kort síðani eru givin. Orsøkin er, at tey heilt ungu, lættari kunnu identifesera seg við hesi, sum ivaleyst í teirra eygum eru gomul, men ikki SO gomul. Í royndini at líkjast hesum fólkum og vísa, hvønn ein hevur sum fyrimynd, kann ein taka eftir málnýtslu teirra. Málnýtslan hevur orsakað av síni avmarkaðu nýtslu eisini dám av yrkismáli, og eitt eyðkenni er júst, at tað skal vera einstáttað, so misskiljingar ikki koma fyri, og júst hetta kann eisini gera seg galdandi, tá aftasta róðrarfólk á báti fær heitið lærfólk, tí tað hevði helst verið ørkymlandi, at lærið viðhvørt hevur ábyrgd at ferð og áralagi, og rúmið viðhvørt.

---

Les eisini: Tað stóð sum millum álkuna og lomvigan

07.05.2016
Randi Kúrberg
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?