'Tað stóð millum álkuna og lomvigan'. Orðing, ið eigur at koma innaftur. Róðrarsamband Føroya

Tað stóð sum millum álkuna og lomvigan

Bátarnir eru flotaðir, tey fyrstu ódnartøkini eru tikin, og um eina viku fara bátarnir at rógva kapp av álvara. Her er eitt tiltak, ið teir, ið varpa út, ikki brúka, men sum er stuttligt og hevur sína góðu søgu.

23.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Tiltakið er tað stóð sum millum álkuna og lomvigan, og teksturin niðanfyri er úr Orðabókin - J.H.W. Poulsen.

---

Spurt hevur verið eftir tiltakinum: tað stóð millum álkuna og lomvigan, serliga, um nøkur søga skuldi búð undir. Higartil er tað bert kent úr Suðuroy. Fleiri hava latið við seg koma og lýst við dømum, hvussu tiltakið varð nýtt, eitt nú kundi soleiðis verða tikið til, tá ið bátar vóru javnir í kappróðri ella -sigling ella menn í kappgongu.

Hvalbingur sendir okkum frá manni, sum hevur verið av ítastu bjargamonnum, eina frágreiðing um upprunan at hesum tiltaki. Hann sigur seg hava ansað eftir, meðan hann hevur sitið og fleygað, at tá ið álka og lomvigi fara í senn út av rókini og flúgva í ring og so koma inn aftur á rókina, er lomvigin altíð fremri, men álkan kemur tætt aftaná, so munurin er at kalla eingin.

Hava aðrir bjargamenn nakra viðmerking til hesa frágreiðing?

---

Jóhan Hendrik W. Poulsen (Orðabókin 18. februar 1977)

Enn er okkurt at siga um hitt stuttliga tiltakið: tað stendur sum millum álkuna og lomvigan. Tá ið eg kom í útvarpið at lesa seinastu sending, lá eitt bræv fyri mær, men sum vera man vóru ikki stundir at taka tað við tá. Tað var úr Sunnbø og gevur góða lýsing av hesum orðatiltaki og frágreiðing um upprunan.

Sunnbingurin skrivar: Hatta søgdu teir gomlu, tá ið teir kappsigldu við róðrarbátinum, og mest sum javnt var millum tveir bátar, eina løtu var annar fremri, so aftur hin framum aftur. So tá ið komið var at landi, var tosað um siglingina, og tá kundi verða sagt, at tað stóð sum millum álkuna og lomvigan báðar. Eisini varð sagt, at teir lógu og sagaðu stavn um stavn, men tað var meira brúkt av yngri fólki.

Sunnbingurin hevur hetta til frágreiðingar um upprunan at máliskuni: Tá ið ein sá ein lomvigaflokk ella lomvigagarð, sum vit her siga, og ein álka var ímillum, so kundi álkan koma kílandi fram ígjøgnum flokkin, so knappliga saktaði hon afturum aftur, eisini kunnu síggjast tveir lomvigar og ein álka, har tey skiftast um at vera fremst. Orðabókin takkar fyri tær upplýsingar, hon hevur fingið um hetta orðafellið. Eftir tí, ið higartil hevur frætst, skilst, at tað verður ikki nýtt norðan fyri Suðuroyarfjørð.

---

Les eisini: Hví siga fólk 'rógvarin á lærinum', tá hann als ikki situr á lærbekki?

23.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?