Dagbók, fáfongd og háaktuellur klassikari frá 1949
27. februar kl. 20 verða Orð og tónar aftur í Reinsarínum í Havn. Tríggjar bøkur verða lagdar fram, og høvundurin at tí eini - Bárður á Lakjuni - stendur fyri tónleikinum.
- Katrin D. Apol letur úr hondum dagbókina "Fjallafólk á flatlendi". Langomman, Sanna, var ættað úr Norðradali og giftist til Hollands. Tey búðu í Hollandi í útvið tvey ár, og hetta tíðarskeiðið skrivaði Sanna dagbók, sum verður partur av serstøku lívssøguni hjá føroyskari kvinnu fyri næstan 100 árum síðani.
Dorit Hansen tosar við Katrina um dagbókina hjá langommuni.
- Onnur bókin er "1984" hjá George Orwell, sum nú kemur út á føroyskum. Knút Olsen týddi.
Í 1984 hava kríggj og kollveltingar skatt alla vanliga mentan. Flokkurin og hin løgni Big Brother hava ræðið. Teleskíggjar, ið bæði síggja og hoyra alt og øll avdúka tey, ið ikki halda floksins ásettu reglur, og tað kann sanniliga kosta dýrt.
Arbeiðið hjá Winston Smith er at umskriva søguligar frásagnir, so at tær passa tí, sum annars fer fram í hesum løgna stýrislagi. Tey, ið ikki eru skikkað at vera í Flokkinum, gerast sokallaðir ópersónar og hvørva bara, og alt, ið teimum viðvíkur, hvørvur eisini. Tað hevur ongantíð verið til – tey sjálv heldur ikki.
Andrias Eriksen og Ingi Wiberg fara at tosa um bókina, sum var givin út í 1949, men ongantíð hevur verið aktuellari enn nú.
- Triðja bókin er samansett verk - tríggjar listagreinir sjóðaðar saman í eina heild. Eitt myndprýtt yrkingasavn við fløgu, "Lívsins dansur".
Bárður á Lakjuni hevur yrkt tekstirnar og gjørt løgini. Sámal Toftanes, listamálari, prýðir savnið við myndum, ið lýsa innihaldið í tekstunum. Niclas Johannesen framleiðir tónleikaliga partin saman við Bárði, og skaptar verða ljóðmyndir, ið lýsa huglagið í ymisku tekstunum.
Fleiri av yrkingunum í savninum hava hesi temu: kærleika, trúgv, vón og forgeingiligleika. Hugleitt verður sum heild um tað veika, viðbrekna og følna, men eisini hvussu dýrabært og vakurt lívið kann vera og er.
Martin Joensen fer at tosa við Bárð á Lakjuni um nýggjasta avrikið.
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
Tórður Jóhannesarson, sum vit javnan hoyra í útvarpinum við tónleikasendingum, hevur skrivað verkið.
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan
Løgið er tað, men menningarlæran hevur savnað seg um mannin. Helst ávirkan frá skapanarsøguni, sum segði, at Gud skapaði mannin fy…
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
Eg var undir útbúgving í Danmark, tá ið danska útgávan kom longu árið eftir, í 1973. Tað mundi vera í seinnu helvt av 70-árunum, a…
Bókaprát
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hes…
Lesikrókurin
Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir s…
Bókaprát
Bókin um Rituvík
- løgd fram í Løkshøll fríggjadagin kl. 16
Bókaprát
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin
Nú ið Sprotin fór um tey tríati, rennur mær mangt í huga, til dømis tá ið eg fór at týða.
Bókaprát
Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt
Pauli Nielsen, gamli rektarin á Føroya læraraskúla, hevur, umframt mong onnur verk um m.a. námsfrøði, týtt 11 stórverk, sum hann h…
10.04.2024
Staklutirnir
02.04.2024
ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS
23.03.2024
Nýtt stuttsøgusavn hjá Oddfríði Marna Rasmussen
01.03.2024
Kærleikin
28.02.2024
Orð & tónar á Reinsarínum
15.01.2024
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
22.12.2023
Í Góðadali triðja jólamorgun
21.12.2023
Merking
19.12.2023
At fylgja hjartanum
15.12.2023
FRITS livdi og fagnaði lívinum
13.12.2023
Nobelfyrilestur eftir Jon Fosse
08.12.2023
Tá ið talað mál gevur skriftini flog
01.12.2023
Jonhard Mikkelsen 70 ár
27.11.2023
Fiskahúsið
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Góðkrút
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Rakel Helmsdal
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Sanna Dahl
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Jón Kalman Stefánsson (IS)
07.11.2023
Rithøvundavitjan úr Íslandi
05.11.2023
VEÐURSJÚKA – nýggj bók eftir Una Arge
26.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
21.08.2023
ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM
13.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
09.07.2023
Sum hvalur, ið kemur upp at blása
15.06.2023
Pløg beinagrindir teirra deyðu
06.06.2023
FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023
28.05.2023
Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini
22.05.2023
MERKING
19.05.2023
Ukrainska dagbókin
17.05.2023
Ukrainska dagbókin