Hava ella vera í hornatøkum

Myndin í orðasambondunum: at hava ein í hornatøkum og at vera í hornatøkum, hitt fyrra er ætl­andi upprunanum nærri, man vera komin av dysti við tarv. Hetta hevur so seinni verið flutt yvir á bardaga manna millum. Gott dømi um tað er úr søgu eftir Martin Joensen, sum eitur “Tá ið Antinis fangaði seyðatjóvarnar”, sum fyrstu ferð var prentað í Jólabókini frá 1953 og endur­prentað í søgusavninum Heimadoktarin frá 1977. Har stendur m.a.: “áðrenn hann leit nakr­an knív, hevði bóndin hann í hornatøkum.”

02.11.2014
Anfinnur Johansen
Tað góða orðið
Tvey dømi úr orðasavninum á Føroyamálsdeildini hava vit um tað at vera í horna­tøk­um, sum ætlandi er yngri. Úr Suðuroy: teir vóru í verstu hornatøkum. Úr Hestsøgu eftir Jóan Chr. Poulsen, bls. 92: “men áðrenn teir vóru í hornatøkum hvør við annan, fóru aðrir at tosa teir til rættis.” Frá Jóan Christiani í Hesti hava vit eisini: “at hava fólk í hornatøkum” í merk­ing­ini ‘at tosa útspillandi um fólk’, og dømi, sum vit hava úr Mykinesi, merkir kanska tað sama. Annars hava vit úr Nólsoy orðatiltak, sum man kasta ljós á hetta: tey hava tað altíð í horna­tøkum, t.e. tosa upp á bakið á einum. Hetta man vera: ‘tað, sum talað verður í horn­un­um, krók­unum’. Tað man tí vera upprunaligari enn hitt (at hava fólk í hornatøkum) í merk­ing­ini ‘at tosa upp á bakið á fólki’. Orðini eru so lík og munnu tí vera komin í bland. At enda hava vit orðið hornatøk í merking, sum er heilt onnur. Hans Marius Eidesgaard úr Oyndar­firði hoyrdi einaferð eina konu siga um okkurt, ið einki nyttaði, var lítið vert: “hatta eru ikki horna­tøk.”


Úr Nólsoy er heimild um eitt avbrigdi av orðafellinum: at vera í hornatøkum, og tað er: at vera í hornatølum. Tað var sagt um fólk, sum høvdu havt orðum saman ella høvdu ver­ið í klandri um eitthvørt. Tað var eisini sagt um neyt. Í haganum høvdu neytini eitt spæl sam­an, tvær og tvær, ella eisini ein kúgv og tarvurin. Hetta kallaðu tey gomlu at hornast ella horna­spæl, ella at tey vóru í hornatølum, og tað sást týðuliga, at hetta var spæl og ikki øði.

Hetta at hava í hornatøkum hevur ivaleyst skyldskap við orðafellið: harður í horn at taka í merkingini ‘vera harður at stríðast ímóti’. Í fornum máli eru fleiri dømi um tað, eitt nú í Før­oyingasøgu í 35. kapitli. Tróndur mælti: “Tað er sannast, at tú verður harður í horn at taka.” Hetta er í týðing Schrøters orð fyri orð tað sama sum í upprunatekstinum: “það er sann­ast, at þú verðr harðr í horn at taka.” Schrøter kann væl hava kent tað úr føroyskum, tó at tað verð­ur valla prógvað, tí dømið hjá Schrøter er tað elsta, vit hava. Var tiltakið ikki til framman­undan, hevði tað verið sjálvsagt at taka tað upp í týðingina, so væl tað fellur á før­oysk­ari tungu. Men ikki er óhugsandi, at tað hevur verið til í máli okkara frá gamlari tíð. Nevnt kann eisini verða, at úr Skálavík hava vit orðafellið: harður í hornatøkum við somu merk­ing, t.e. ‘harður at stríðast ímóti’.

Anfinnur Johansen
02.11.2014
Anfinnur Johansen
Tað góða orðið

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?