BECKOMBERGA er skaldsøga, ið ger mun. Hon er um menniskjaligt forfall, veikleikar og kærleika. BECKOMBERGA snýr seg um Jackie, sum eigur pápa, ið eitur Jim. Mynd hennara av pápanum støkkur sundur, tess eldri hon verður, og tess meira niðurundirkomin hann verður. Hann er sinnisliga ikki í javnvág, og fleiri long skifti er hann innlagdur á sinnissjúkrahúsinum Beckomberga. Vit fáa barndómin, sterka kærleikan, ta skeivu tilveruna og jagstranina eftir eydnu og lívi. Hetta er ein vøkur og hugtakandi skaldsøga, sum setir menniskjuna undir sjóneykuna. |
|
Hvør er henda Stridsberg?
|
|
Sara Stridsberg er millum fremstu rithøvundar í nútíðarskaldskapi í Norðurlondum. Her letur hon søgugongdina fara fram á svenska sálarsjúkrahúsinum Beckomberga. Søgan um hetta húskið er av tí slagnum, har heimið ikki riggar í øllum lutum, men søgan verður søgd í einum sorgblíðum, sættandi ljósi. Full av skiftandi huglagi lýsir hon, úr ymiskum sjónarhornum og tíðarætlanum, ein heim, har sansaloysi og normalitetur renna hvørt inn í annað. |
|
Beckomberga - eitt sjúkrahús fyri sálarsjúk
|
|
Beckomberga var eitt yvirvaksið sjúkrahús fyri sálarsjúk. Tað læt upp í 1932 og hýsti 2000 sjúklingum. Beckomberga sjúkrahús læt aftur í 1995. Upp ígjøgnum øll 1980-árini flyta sjúklingarnir út úr sálarsjúkrahúsunum sum ein avleiðing av atfinningunum móti teim viðgerðum, sum sjúklingarnir fingu har, og sum ein avleiðing av tí ráki, ið skolar gjøgnum Vesturheimin, móti at stovnsfesta fólk á sálarsjúkrahúsum. Tá ið antipsykosuheilivágurin kemur í 1960-árunum, verður gjørligt at liva uttan fyri stovnarnar, og tann ovurstóra fíggjarliga orkan, sum tey gomlu sálarsjúkrahúsini kravdu, er ikki longur til. |
|
Næsta klubbabókin er TEY ÓSJÓNLIGU eftir norska høvundin Roy Jacobsen. Edvard Olsen hevur týtt úr norskum. Bókin verður send tær í apríl. Klubbaprísurin er 198,-. "So sjaldsama væl kann tað skrivast, tá ið tað er Roy Jacobsen, ið skrivar. Væl kann tað vera, at ein fjarløgd norsk oygg í fjarari fortíð, er okkum øgiliga fjar, men í skaldsøgimi Tey ósjónligu kemur alt hetta fjara tætt at okkum. Og tað ber av øllum." |
|
|
|
|
|