Tað er okkum ógvuliga umráðandi, at viðskiftafólk okkara kenna seg trygg, tá ið tey handla í www.sprotin.fo. Tí biðja vit øll um at lesa okkara treytir niðanfyri.

Keyps- og veitingartreytir Sprotans

 

Tað er okkum ógvuliga umráðandi, at viðskiftafólk okkara kenna seg trygg, tá ið tey handla í www.sprotin.fo.
Tí biðja vit øll um at lesa okkara treytir niðanfyri.

 

1. Inngangur

Ánari og rakstur:
Spf. Sprotin
Hornavegur 12
FO-300 Vestmanna
Føroyar
sprotin@sprotin.fo
+298 214248

 

2. Avtalutreytir og upplýsingaskylda

Tá ið tú rindar fyri eina vøru, skalt tú góðtaka hesar keyps- og veitingartreytir.

 

3. Trygd í sambandi við keyp

Sprotin brúkar Quickpay til at handfara keyp á www.sprotin.fo.
Quickpay veitir í samstarvi við Nets vissu fyri, at tínar kortupplýsingar verða bronglaðar og sendar beinleiðis til bankan ígjøgnum eitt trygt samband (SSL).
Sprotin hevur ikki atgongd til upplýsingar á tínum gjaldkortið.

 

4. Rindan

Tú kanst rinda við hesum gjaldkortum: Dankort/Visa-Dankort, Visa, Visa-Elektron, EuroCard/MasterCard, JCB og American Express.

Tú rindar soleiðis:
Tú skrivar kortnummar, eftirlitstal, og nær kortið gongur út. Ókeypis er at nýta gjaldkortið. 

 

5. Gjaldoyra og kvittan

Allir prísir í Sprotanum eru í gjaldoyra, tú sjálv/ur velur tær á keypssíðuni. Flytingar eru tó altíð í DKK.
Meirvirðisgjald er lagt á allar vørur uttan pappírsbøkur. Fyrilit verður tikið fyri prísbroytingum.
Tá ið tú hevur rindað, verður kvittan send á tín teldupost við upplýsingum um keypið og leinki til “Tín konta”.

 

6. Vøruveitingar

Talgild vøra sum e-bøkur (EPUB) og ljóðbøkur (MP3) kanst tú heinta í “Tín konta”, beinanvegin tú hevur goldið fyri tað.

Onnur vøra sum pappírsbøkur kanst tú velja at heinta á Bókamiðsøluni, ella at hon verður send við posti.
Postur verður avgreiddur sambært tí avgreiðslu- og postgjaldi, ið er í gildi. Postgjald verður lagt oman á vørukostnaðin. Tú kanst lesa meir um postgjøld her.
Vit taka fyrivarni fyri seinkingum hjá Posta og hava onga ávirkan á tey viðurskiftini.

GEV GÆTUR! Tá ið sent verður til lond uttan fyri ES, kann tollvaldið krevja toll og meirvirðisgjald av sendingini.
Sprotin kann ikki ábyrgjast, um tollvaldið krevur hesar upphæddir. Stundum krevur tollvaldið upphæddina frá flutningsfelagi, sum síðan krevur gjaldið aftur frá móttakara.

Er vøran skadd, verður tú biðin um at seta teg í samband við sprotin@sprotin.fo ella ringja +298 214248, og tú fært eitt nýtt eintak av vøruni.

 

7. Verja av talgildum tilfari

Sambært lóg um upphavsrætt er bannað at avrita talgilt tilfar. Talgilda vøran í Sprotanum er vard við vatnmerki, og tað merkir, at eitt merki er sett inn, sum vísir títt bíleggingarnummar og navn. Verður talan um misnýtslu, kann hetta merkið verða brúkt til at eyðmerkja teg.
Tú hevur sjálv/ur ábyrgdina av, at talgild vøra ikki verður latin øðrum brúkarum. Enda tínar talgildu vørur onkustaðni, har fílur ólógliga verða latnar øðrum, ella ólógliga kunnu verða tiknar niður, ber til at finna títt bíleggingarnummar og navn, og tú stendur til svars fyri avritingini.

 

8. Krøv til skipanirnar

At brúka talgilda vøru, sum keypt er á sprotin.fo, krevst, at brúkarin hevur serligan ritbúnað.
Við hvørt krevst eisini, at rit- og tólbúnaður verður dagførdur, og kunnu hesi krøv gera av,
um tú fært brúkt tað, tú hevur keypt. Tú viðurkennir og skilir, at slíkt er tín egna ábyrgd.

 

9. Persóndátur og hagtøl

Neyðugt er at stovna eina Sprota-kontu, skalt tú keypa vøru í www.sprotin.fo. Upplýsingarnar, vit skráseta, eru: Fornavn, eftirnavn, bústaður og teldupostur. Persónsupplýsingarnar brúka vit til at avgreiða bílegging.
Hevur tú eisini sett teg fyri okkara tíðindabræv, brúka vit upplýsingarnar í tí sambandinum eisini.
Upplýsingarnar, vit skráseta, brúka vit ikki til annað endamál. Sí eisini pkt. 3.

Sprotin brúkar logghagtøl. Tað merkir, at vit brúka hagtølini til dømis til at kanna, hvørjar bøkur verða mest seldar.
Sprotin brúkar eisini tænastu frá Google Analystics, har nýtsla og nýtslumynstur í www.sprotin.fo verður skrásett.
Sprotin brúkar plug-in frá Facebook, Twitter og øðrum sosialum miðlum.
Sprotin hevur ikki ábyrgd av ella ávirkan á skrásetingar frá triðja parts veitara.

Vilt tú strika tína Sprota-kontu og persóndátur, kanst tú seta teg í samband við okkum á sprotin@sprotin.fo ella ringja +298 214248.
Alt innihald, ið lagt er í tína Sprota-kontu, verður samstundis strikað.

 

Annað

Gjørt verður vart við, at tú mást hava fylt 18 ár, skalt tú keypa vøru í Sprotanum. 
Treyt fyri at keypa vøru í Sprotanum er, at tú hevur lisið og skilt hesar treytir.
Eru aðrir spurningar, set teg endiliga í samband við okkum á sprotin@sprotin.fo ella tel. +298 214248.

 

Hesar treytir eru seinast dagførdar 01.01.2014.