4 ferðir John Lennon

Her hevur Frits Johannesen málað 4 ferðir John Lennon saman við einari digtalar krokodillu. Frits hevur málað tvær ferðir í ár, uttan at hann hevði í huga, at tað vóru liðin tríati ár, síðani John Lennon doyði.

02.01.2011
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Men Frits hví hevur tú málað eina krokodillu inn í myndina?

Krokodillan hevur livað her á Guds grønu jørð í ein 65 mio ár og hevur kanska røtur 200 mio ár aftur í tíðina. Hon má verða digitaliserað, ikki av mannaávum, men eftir teimum korum, hon hevur livað undir. Hon hevur eitt hjarta líkt mannahjartanum, kann flyta livrina, so hon er eins og skipsbarlast í skrokkinum, kann svimja, renna og muðurin hevur ein lið tætt við munnvikan, so gapið verður størri. Tá ið kjafturin er læstur, sær hon út, sum hon smílir, men aftan fyri hetta bros er ein kjaftur, sum hevur tenn, sum ein grótknúsari, ja, verri enn tað, sum eitt karalás við hvøssum tindum, sum tú ikki sær makan til á nøkrum øðrum djóri. Skræðan, húðin skiftir lit eftir einari lítlari løtu, og so er hon ikki øðrvísi enn grindahvalurin hjá S. J. Mikinesi, sum ger ein vørr. Tað er fjøðurin, sum er spent. Tað er sami spenningur, sum er í hvalinum, sum eisini er í kroppinum á krokodilluni, meðan hon liggur og slotar við klaverstólin.

Í grindadrápinum hjá Mikinesi standa menninir við váknum. Her stendur John Lennon við gittarinum og fettir sær á og spekir urdjórið við sínum spæli, trýstir á klavertangentarnar við sínum dansandi fingrum og roynir at gera skeringin óhvassan, sum krokodillan hevur á rygginum. Hetta eydnast honum í málninginum, men hann sjálvur fór í tann æviga svøvnin sum 40 ára gamal fyri tríati árum síðani, men tónleikurin hjá honum livir, og var hann millum frægastu popp-tónleikarar saman við Poul McCartny í 20. øld. Hetta má krokodillan taka til sín og goyma við sítt krokodilluhjarta, heimstónleikaranum til mikla tign og miklan sóma. Fast taki henni!

Hetta vildi eg sagt, men sjálvandi er tað upp til ein og hvønn at meta um John Lennon og krokodilluna.

02.01.2011
Jonhard Mikkelsen
Ymist

More articles