Hafnia Primarius - Snøklar um býin við Heimsins enda

Fyrstaviolinin hoyrist væl, setur gongd í leikin og stýrir hinum strúkarunum í kamartónlistarbólkinum. Havnin er fyri meg primarius býanna. Tað er her alt byrjar, tað er her alt endar. Ringurin varð smíðaður á Tinganesi, fór um klótuna Tellus, men kom skjótt aftur. »De fore op mod Himmelen, de fore ned i Afgrunden,« sigst í gomlum sálmi.

09.01.2011
Firouz Gaini
Ymist
Undir eygsjón Orions, veiðumanni Himna við Sirius í hølunum, liggur býurin og hvílir í morgunroðanum blíða. Men tað byrjaði við at Eos, systir mánan og sólina, varð góð við gudin Orion og lokkaði hann til sín. Vandi var á ferð. Tung myrk skýggj runnu saman yvir oyggjarnar. Skakandi torusláttur. Artemis, dóttir Zeus, varð ør í ástarøvund og drap Orion við sínum mjúku pílum. Hann endaði glataður í undirheiminum. Orion varð jagstraður sum ein skuggi, fangaður í deyðsríkinum, píndur, heilt til Zeus vísti honum náði. Orion varð umskaptur til glitrandi stjørnur, ið vísa sjómonnum veg. Á sjógvi og í oyðumørk eru stjørnurnar hin mest álítandi leiðvísarin. Veiðumaðurin hevur gylt belti, tríggjar blá-hvítar stjørnur, ið kallast teir tríggir heilagu kongarnir. »De fore op mod Himmelen, de fore ned i Afgrunden.«

Havnin er rapsodiskt kvæði, ið ongan enda hevur. Smáir snøklar, ið ikki kunnu seymast saman. Fløkt gentuhár, ið ikki kann greiðast. Tó er hon primarius tá farið verður til fremmand lond. Hon sæst bara úr frástøðu. Sum skógin, ið ikki sæst fyri einstøku trøunum. Filmurin Atlantic Rapsody (Ottarsdóttir) lýsir sundurpettaða samleika býarins. Smáar hendingar, sum ganga í ring. Stórhendingar eru smálutir, smáputl og stórgerðir. Býurin hevur fløkjaslig kervi av kervum, ið knýta borgarar saman í alskyns sosialum relasjónum. Øll hava ein ella annan leiklut í ríka lívi býarins. Nakrir borgarar eru partur av mongum sosialum kervum, røkka út til allar býlingar og samfelagsbólkar, og hava sostatt stórt rásarúm. Hesi fólkini eru »stór« í býarmyndini. Lætt er tó at villast í leysu kámu allýsingini av býnum, ið er serliga óneyv nú markið millum bygda og býggja er blivið flótandi.

Tá eg flutti úr vesturbýnum í Jónas Broncksgøtu kendist tað sum at flyta til ein nýggjan bý, eitt størri pláss (í Danmark), og tað hevði eg ongantíð hugsað um frammanundan - hvussu nógv bústaðurin hevur at siga fyri íbúgvararnar í einum lutfalsliga lítlum einsháttaðum býi sum Tórshavn. Býir eru, verður ofta sagt, ein hópur av smáum lokalsamfeløgum. Fólk kenna bara ein lítlan part av býrúminum, tann tey brúka í gerandisdegnum: heim-skúli-arbeiði-vinir-familja-frítíðarítriv. Eysturbýurin var mær fremmant land við ókendum gøtum. Jónas Broncksgøta hevur tað mest urbana umhvørvið í landinum, haldi eg, eftir einum ári sum granni hjá løgregluni í Havn. Hvat er serligt við Jónas Broncksgøtu, kanst tú spyrja. Er tað ikki bara ein vanlig gøta í høvuðsstaðnum? Ja og nei. Sum rapsodi kann býurin bara lýsast og fatast við at farið verður heilt niður til smáu ítøkiligu partarnir av býlandslagnum - fólk, hús, gøtur - ið eru snøklar í tí flagsandi ógreidda hárinum á gentubarninum Hafnia.

Á markinum millum teir elstu býlingarnar í Havnini og eysturbýin liggur gøta, høvuðsferðsluæðr av keiøkinum á Eystaruvág, ið nevnist Jónas Broncksgøta. Gøtan, ið eyðsæð hevur sera stóra og tunga motorferðslu, er í dag kanska mest kend fyri at hýsa niðurslitnu høvuðsløgreglustøð landsins. Ein grimur ómálaður bygningur við longum høgum trægarði niðan til bilsøluna hjá Brockie (nú partur av Berg Motors). Og hóast gøtan ongantíð varð tann stóra vakra handilsgøtan, ið kommunan á sinni legði út í kortið at hon skuldi vera, so er rættiliga nógv og fjølbroytt virksemi í gøtuni, ið strekkir seg nakrar hundrað metrar frá Skansanum og niðan í R. C. Effersøesgøtu. Almannastovan hevur í fleiri ár hildið til í sera stórum kontórbygningi niðan fyri Bókbindaragøtu. Her koma øll tey, ið skulu hava almannahjálp at liva fyri. Beint yvir av Almannastovuni, við Vaktarhúsgøtu, er vælkenda Kiosk Aktiv, ið hevur opið frá morgni til myrkurs - eisini sunnudag - og er kærkomin handil hjá øllum í grannalagnum, eftirsum ongin veruligur matvøruhandil er í nánd. Í Aktiv eru altíð fólk, lokal og fremmand, og vøruúrvalið er stórt. Annars eru hárfríðkanarstova við tí hóskandi navninum Bronx, tann vælumtókti musikkskúlin hjá Tórshavnar Kommunu og amboðshandilin hjá Thomas Dam eisini at finna í hesi urbanu havnargøtu.

Jónas Broncksgøta ber dám av at hýsa stovnum sum løgreglustøðini og almannastovuni, ið ikki kunnu sigast at umboða býarmyndina hjá teimum múgvandi í býnum. Uppøstir schäfarahundar goyðu manga morgunstund um kapp hinumegin tann langa trægarðin. Talan var helst - vónandi - um regluligar hundavenjingar, ið løgreglan stendur fyri. Men tað var óhugnaligt at hoyra ýlini sum nýggjur tilflytari í grannalagnum. Tað er ikki at undrast á, at gøtan er uppkallað eftir manninum, ið sigst hava grundlagt tann tiltikna Bronx-býarpartin í New York! Broncks er Bronx. Tann urbani dámurin kemst eisini av, at sera tætt er ímillum húsini í gøtuni og at kjallaraíbúðir eru í næstan hvørjari lon. Ljós og lív sæst úr hvørjum vindeyga. Smátt, trongt, hugnaligt. Eisini kann nevnast, at húsini í flestu førum standa heilt uppat gongubreytini. Ongin garður skilir sostatt tað privata frá tí almenna rúminum. Fólk ganga oman og niðan eftir gøtuni, dag og nátt. Bussar, lastbilar og hýrivognar rulla framvið. Sirenur frá løgreglubilum vekja asfaltfressarnar. Ongin seyður, ongi neyt. Ongar eplaveltur. Ongi privat gosvatn ella grikskir gipsfigurar aftan fyri húsini. Ríkmannakitschi er ikki pláss fyri. Jónas Broncksgøta minnir um býgøtur nógva aðrastaðni við sínum serliga hugdámi - fríur, litríkur og uttan nakað spor av tí køvandi smáborgarligu provinsialismuni, har grannar ídnir kappast um at hava vakrasta og størsta parkeringshús til allar bilarnar hjá húskinum. Jónas Broncksgøta er kanska ikki serliga »barnavinarlig«, eftirsum ongi spælipláss eru, og ferðslan er rættiliga vandamikil, men børnini trívast væl óansæð.

Jónas broncksgøta liggur eisini beint við danska imperiala býarpartin, har Dannebrog prýðir fleiri hvítar flaggstengur enn Merkið. Ímillum Jónas Broncksgøtu og Áarvegin/Tinghúsvegin eru gamlir almennir danskir stovnar savnaðir saman í friðarligum smáum gøtum við stórum vøkrum trøum. Amtmansborgin, dómarakontórið, landsrætturin, sorinskrivarin, ríkisumboðið og so framvegis. Langir silvurgráir og svartir bilar uttanfyri. Hattkæddir menn. Beint við Jónas Broncksgøtu, tó sera langt frá. Býurin er lítil, tó sera samansettur. Um støddina á býnum og samfelagnum hugleiðir Gunnar Hoydal soleiðis:

Støddin. Okkara forbannilsi og vælsignilsi. Okkara avmarking og okkara serligi møguleiki. Kanska er støddin tað dýrasta vit eiga, og hana eiga vit fram um onnur. Eitt heilt samfelag, sum tað ber til at síggja úr øllum sínum limum og lutum. Ikki meira enn ein bygd í stødd, men samstundis ein fullur heimur við allari skipan og útgerð og við øllum tí samskifti, sum eyðkennir tey stóru samfeløgini og tey stóru londini. Ein bygd sum er mynd av øllum heiminum, men her í stytting og samansjóðing, so at einki fær verið dult ella ógjørligt at koma til. (BRÁ nr. 11, 1987)

Tað er rætt at avmarkaða støddin er nakað dýrabart, ið gevur okkum møguleikar, men nógv er tó dult og órørt í okkara fløkjasliga býi. Kanska støðan var øðrvísi í seksti- og sjeytiárunum, men anno 2011 ber illa til at siga, at vit eru samansjóðað sum í lítlari bygd. Nógvir smáir bólkar í samfelagnum, til dømis útlendingar við uppruna í fjarskotnum londum, búgva og liva í høvuðsstaðnum uttan at vera partur av siðbundnu »bygdini«, har øll vita alt um øll. Havnin er nógvar bygdir við nógvum býlingum og nógvum virðum.

Ongin býur uttan fremmandafólk - útlendingar, bygdafólk, innflytarar, ferðafólk, og so framvegis - og mentanarligan diversitet. Tað eru fyrst og fremst hesi viðurskifti, ið lýsa munirnar á bygd og bý, óansæð um talan er um bý á stødd við Havnina, Helsingfors ella London. Havnin hevur ikki verið merkt av stórari innflytan, burtursæð frá øllum teimum, ið eru flutt av bygd í bý. Sostatt hevur talið á útlendingum í høvuðstaðnum, danir undantiknir, verið lutfalsliga lítið og er tað enn. Danir umboða einasta stóra etniska minniluta í landinum. Býarmentanin hevur blómað í periodum, men nógv bendir á, at stóri fólkavøksturin í høvuðsstaðnum er komin saman við úbreiðsluni av »provinsiellari« smábýarmentan, ið ikki eigur rúm fyri teimum alternativu lívsstílunum og -háttunum.

Býurin hevur nógvar armar og bein, nógv eygu, nógv oyru, men eitt hjartað. Ein kjarna. Ongin býur kann setast í hansara stað, hóast óteljandi havnarbýir eru spjaddir kring Tellus bláu. Og Jónas Broncksgøta er ein serkend gøta í asfaltjungluni, eitt urbant umhvørvi við nógvum íbúgvum, ið ikki taka nógv pláss. Ein urban oasa í villari náttúru. Bronx er ein gloymdur strongur á fyrstuviolinini, primarius, ið spælir eina strofu fyri og aðra eftir.
09.01.2011
Firouz Gaini
Ymist

More articles