Grækarismessa á Sandi 2011

Var liðið so mikið út í mars - apríl, og ein av hesum serkendu várdøgunum, tá ið sólin kom fram, heit og ljós, vóru vit børn sum hvirluvindar uttandura til spæl og leik, eins og børn altíð hava gjørt og gera, tá ið sól og lýkka koma um várið. Mynd: Vágaportalurin: Jógvan Helgi Hansen

10.04.2011
Gunnar Bjarnason
Ymist
Men so kom grova ælið, vit máttu gevast, noyddust vát at húsum. Tá ið vit komu inn, kom mamman stundum við hesum ørindinum:

"Grækaris við sítt váta skegg,
lokkaði børn út undir vegg,
so kom eitt æl og rak tey inn
í Grækarisar skinn".

Turr klæði, ein góður drekkamunnur frá mammuni, gloymt var ælið, og vit vóru uttandura aftur. Løtur, sum hesar, settu seg rimmarfastar í minni og fylla nógv í minninum samanborið við tað, tær fyltu í óvitadøgunum. Løtur, sum vakna í mær, hvørja ferð eg komi í eina støðu, sum minnir um støðuna tá, løtur, sum avgjørt ala góðar kenslur fram. Øll hava helst minni um slíkar løtur, sum stundum vakna og fáa bleyta sinnið fram í okkum, løtur sum hava nógv at siga í okkara lívi.

At savnast liggur í okkum menniskjum, tá ið okkurt er, sum hevur ávirkan á okkum øll. Oftast, tíbetur, savnast vit at gleðast saman, m.a. gleðast um, at tjaldrið boðar frá, at várið er í nánd, boð um betri tíðir, og vón um gott summar og eitt ríkt heyst.

Vit savnast og hava ymsar hátíðir.

Jólini eru av okkara størstu hátíðum. Har eru tvær hátíðir blandaðar saman, eini verðslig jól og eini kristin jól, onnur ein heilsan til ársins føstu klingru við ljósi og myrkri, hita og kulda, og eini kristin jól, har Jesu føðing verður minst. Nýggjárs-haldið eina viku eftir jóladag man vera ein roynd at halda ljósins hátíð skildari frá kristnu jólunum. Ivasamt er, hvussu væl tað hevur eydnast.

Bæði verðsliga og krista jólahaldið eru hátíðir, heilsanir til lív og gróður. Barnið í vøgguni er sanniliga eitt bákn til okkara um vón um lív og gróður, eins væl og ljósið er ein vón um lív og gróður.

Ein onnur av okkara stóru kristnu hátíðum eru páskinar.

Kristindómurin heldur páskirnar til minnis um líðing Jesusar, tá ið hann varð krossfestur og reis uppaftur. Upprunin til páskirnar er væl eldri enn kristindómurin og hevur røtur í gamlari jødiskari heystveitslu, har teir hátíðarhildu, at kornið var komið í bingini. Kornið veksur um veturin á Miðjarðarleiðum. Seinni fóru jødarnir at halda páskirnar til minnis um teirra heimferð úr Egyptalandi. Øll hesi ymsu páskahaldini vísa á eina vón og takksemi um framburð, um lív og gróður.

Ja, sjálv altargongdin takkar fyri lív og gróður.

Siðurin at rulla páskaregg passar sanniliga væl inn í hesa myndina, vónin um egg í reiðrið, ungar og lív.

Fyrstu ferð, Grækarismessa varð hildin alment í nýggjari tíð, var í dapru og myrku tíðini mitt undir øðrum heimsbardaga í 1943. Hvussu passar tað til vón um framburð og gleði. Jú, tað passar væl. Hetta var bert góðan mánað aftaná, at týskurin undir einræðisvaldinum hjá nazistinum hevði givið seg yvir í Stalingrad 2. feb. 1943, og greitt var, at tað varð farið at ganga afturá hjá Adolf Hitler og hansara nazistum. Ein vón varð birt um betri tíðir.

Hví gjørdist tjaldrið ímynd føroyinga av vónini um framburð. Tað hevur nokk nógv við bygdarmann mín, Nólsoyar-Páll at gera. Páll nýtti, sum flest tykkara jú hava fingið at vita umaftur og umaftur, tjaldrið í Fuglakvæðum sum ímynd um seg sjávan í stríðnum móti táverandi yvirvøldini fyri at betra um livilíkindini hjá fólki her á landi, serliga at fáa føroyingar leysar úr fjøtrum einahandilsins. Tað er ikki granskað í hansara lívi, síðani dr. Jákup Jakobsen gjørdi tað fyri meira enn stórthundrað árum síðani (1887). Stundum verður Jákup Jakobsen lagdur undir tilvitað at hava skapt Nólsoyar-Páll sum hetju, fyri at nøra undir tjóðskaparrørsluna. Síðan hann hevur eingin mær vitandi granskað hesa sera spennandi tíðina í Føroyum nakað serligt. Vit vita vit ikki, hvussu nógv Nólsoyarpáll stríddist ósjálsvsøkin fyri føroya fólki ella um hann bara sjálvsøkin vildi fáa burturúr sum skipseigari og møguligur handilsmaður.

Einki er at ivast í, at verður kannað nærri, bliknar myndin av nólsoyarpálli eitt sindur. Hann var jú av holdi og blóði eins og vit øll, og hansara tíð var merkt av upplýsing-artíðini, sum vakti eina vón um "frælsi, brøðalag ella deyða".

Hvussu er við vóninum um framburð hjá okkum í dag? Nógv bendur á, at vónin um betri tíðir er ikki eins bjørt, og hon hevur verið leingi. Tað, vit lesa og hoyra støðugt í fjølmiðlunum, bendur á, at tað er nakað um tað. Vit hava eisini mist okkara barna-trúgv uppá, at politiska skipanin skal geva okkum nógv betri tíðir. Teir lova bæði eitt og annað, og klára ikki at halda tað.

Hví er tað nú so? Eg havi ikki svarið, men eg havi gjørt mær nakrar tankar.

Vit í vestuheiminum fáa valla skapt okkum stórt størri materiella vælferð, enn vit hava nú. Framstigini, vit í dag gera, eru sum einki at rokna sammett við tað, sum merkti framburðin fyri 70 - 100 árum síðan. Ja, ofta eru liviumstøðurnar so góðar, at vit hava trupulleikar av teimum.

Sethúsini eru hjá nógvum so stór, at verða tey eitt vet størri ella smartari, so er tað bert nakað vit leggja til merkis nakrar dagar, og ikki nakað, sum festir seg í minnið.

Fáa vit fleiri bilar, hevur tað ikki bara størri vælferð og gleði við sær, tí meira ilskast vit inn á allar hinar bilarnar, sum taka øll bilplássini, og vit ilskast inn á allar hinar bilførarnar, sum vit halda, ikki duga at koyra ella koyra ov seint.

Um vit skifta frá i-pod1 til i-pod2 ella keypa okkum nýggjan flatskíggja nakrar tummar størri enn hin gamla, ger ikki lívið hjá okkum betri.

Frá tí at flestu øll fyri tveimum mansaldrum síðani bara nøkurlunda høvdu nóg mikið av mati og takkaðu Guði fyri hvønn bita borin varð á borðið, er maturin nú vorðin ein sonn plága hjá nógvum. Fleiri og fleiri gerast ov feit, og alt ov nógv dragast við vælferðarsjúkur. Kann vera, at vit hava uppbygt okkum eina vælferð, sum als ikki hóskar til okkum sum livandi menniskju av feitti, kjøti og blóði, og sum ikki ger okkum eydnusom í allari vælferðini.

Nógv bendir á, at vit í dag fáa minni og minni gleði og tíð at njóta tað, at vit gerast ríkari.

Um øll mannaættin skal hava eitt eins gott lív um 100 ár, og vit hava í dag, so hevur heimurin ómetaliga stórar avbjóðingar fyri framman. Vit menniskju hava lagt heimin undir okkum so dyggiliga, at jørðin ikki orkar meira, luftin er og verður dálkað við CO-2, nakað sum hevur óhepnar avleiðingar við sær, m.a. at havið súrnar, tað er næstan ikki meira óvelt jørð, sum kann breyðføða vaksandi talið av heimsins menniskjum, samstundis sum størri og størri partur av bestu veltu jørðini fer undir asfalt og betong ella spillist av skeivari nýtslu.

Metingar vísa, at skal allur heimurin hava sama livistøði, sum vit í vesturheiminum hava nú, erbrúk fyri 3 - 4 jarðarknøttum afturat, og fáast teir knattarnir hvørki á Eldhúsi* ella í SMS.

Hetta eru alt boð til okkara um, at vit sleppa ikki undan at broyta okkara hugsan um vælferð. Vit í Føroyum hava eins og stórur partur av heimsins londum troytt okkara nátturu ov nógv og fyrilitaleyst.

Listin yvir oydd dýr í Føroyum er ikki stuttur, og skal eg tí ikki reksa hann upp her.

Stóru stóru sveiggini í okkara fiskastovnum hesi seinnu árinitíggini benda sanniliga á, at vit ganga náttúruni nær, og meira enn ein 3.-ingur av landinum er oyðimørk, uttan at vit vita av tí, og uttan at vit gera nakað við tað.

Hetta er alt bákn til okkara, sum benda á, at vit mugu til at broyta atburð.

Vit í føroyum kunnu sjálvandi ikki einsamøll bjarga heiminum. Tað besta, vit gera, er sagt á nútímans hátt, "hugsa globalt og handla lokalt". Gera øll heimsins fólk tað, ger tað sannilga mun.

Taka vit menniskju okkum ikki um reiggj, ger náttúran tað sjálv fyrr ella seinni. Náttúran kann gera skjótt av - ikki eiti á skjótt.

Vit mugu fara frá at gleðast so nógv um tey materiellu tingini, tað kann ikki vera rætt, at vit eru gleðast og eydnusamast, tá ið vit "powershoppa".

Men tað er ikki bara sum at siga tað at broyta okkara atburð.

Handilsheimurin og politiska skipanin gera nógv fyri, at vit skulu halda, at tað at keypa er eydnan og góða lívið, og at tað skapar framburð. Í Norðanlondunum verða nýttar um 4.800 kr árliga uppá hvørt mansbarn til handilslýsingar av ymsum slagi,240 mió. kr tilsamans í Føroyum, fyri at fáa okkum ónøgd og tí at keypa mera. Tað eru sanniliga ikkiveikastu heilarnir,sum standa fyri hesum lýsingunum.

Er so eingin vón? Skulu vit gevast at halda Grækarismessu?

Jú vón er, og sanniliga skulu vit halda fram vit at halda Grækarismessu. Vit menniskju hava í dag so nógva vitan og so góð amboð, at vit kunnu gera nógv fyri at fáa eins nógv og meira burtur úr tí vit taka frá náttúrni uttan at ganga henni nærri, bara vit nýta hesa vitanina.

Vit mugu læra okkum betur at lesa landið og náttúruna og broyta atburð eftir tí, vit síggja. Vit sleppa neyvan undan at lata náttúrna sjálva ráða yvir størri parti av okkara náttúrutilfeingi enn hon ger í dag.

Kanska er ein loysn, at vit læra okkum meira at gleðast um tey tingini, nei ikki tingini, menn um teir góðu tilburðirnar, sum festa seg í kvæmu barnasinnini.

Hvat var tað, sum brendi seg djúpast í mítt óvitasinni? Tað vóru ikki materiellu tingini, men millum annað "revarnar"** sum fóru strúkandi um bø og haga várdagar, løtan, tá ið eg skóleysur fór oman gøtuna gjøgnum Hornsandin oman Sandin ein heitan summardag fyri næstan 50 árum síðani at vassa í heitu ánni.

Tað var vónin um ljósari og betri tíðir, sum gjørdu, at skótarnir saman við Sverra Pætursyni hættaðu sær í myrkastu krígstíð at vóna, gleðast um vónina um vár og gróður.

Tað er jú vónin um summar við maka, eggum og ungum, vónin um gróður, sum ger, at tjaldrið kemur aftur ár um ár, til vónina.

Tað var vónin og heitar og turrar løtur aftan á ælið og ælaslitiðsum settu seg so rimmarfast í minnið, ein góð ímynd um vón um gróður og lív.

Enn er toskur á grunnunum, enn gongur seyðurin í haganum, og tjaldið er komið, um tit ikki enn hava sæð ella hoyrt tað.

So leingi lív er, er vón.

* Handil á Sandi
** "revar" eru skuggar av smáum og lágum skýggjum, sum fara fram eftir jørð, tá ið sólin sær góðar vár- og summardagar




10.04.2011
Gunnar Bjarnason
Ymist

More articles