Komið og gerið okkara túgvu til rúgvu

At sleppa at skriva ein leik saman við Hans Andriasi Djurhuus er ikki øllum unt. Sjálvt um hann ikki veit, at vit bæði hava arbeitt saman.

02.11.2014
Sprotin
Bókaprát
Størsta avbjóðingin í bundnu uppgávuni at skriva leik við støði í barnarímunum hjá Hans Andriasi var at finna ein samtíðar tráð at knýta hansara verk saman við nútíðini. Eg vildi ikki skriva ein leik, sum gekk fyri seg fyri langari tíð síðani.

Og tað bar heldur ikki til hjá mær. Ikki fyrr enn eina náttina, fáar dagar fyri evstamark, tá eg vaknaði við einum dementum abba í tonkunum. Tá gekk alt upp í eina hægri eind.

At vera rættur maður, at renna dyst og duga fuglarnar er ikki akkurát ipad-vinaligt. Men inni í høvdinum á einum abba er hetta akkurát fyri. Eg sat púra einsamøll við abbanum og livandi grasi og kettum, ið tosa. Alt hevði sítt pláss í brotakenda leikinum, og eg skrivaði sum eitt ørt - og kláraði akkurát at lata inn fyri tíðina. 

Og Mamma! er søgan um hanan, sum dugir at tosa. Men bara ein abbi skilir hann, og omman skilir slættis ikki abban.  Tað er eitt sindur truplari at greiða frá. Eg fari at mæla tykkum til at lesa bókina. Har slapp eg aftur at skriva. At royna hugflogið. At bróta reglar og at royna mørkini. Eg lærdi í fólkaskúlanum, at eingin setningur á føroyskum byrjar við og. So hví ikki. Og Mamma!

Eg fari at loyva mær at vera eitt sindur alvorlig eina lítla løtu:

Eg var so heppin at fáa tillutað starvsløn í eitt ár. Uttan starvslønina hevði hvørki Sangur í mjørka ella Og Mamma! verið skrivað. Eitt kjak, hvørt tað var rætt at stuðla barabókarithøvundum at skriva fittar søgur til fitt børn byrjaði stutt eftir, at eg hevði fingið hesa góðu starvsløn.

Sjálv valdi eg ikki at vera so nógv við í kjakinum og heldur fara til arbeiðis. Tí sum eitt nú námsfrøðingar, lærarar og onnur, ið starvast við børnum, vita, so er tað ikki so høgt mett at fáast við nakað, sum hevur við børn at gera. Helst skrivi eg til børn, tí eg ikki dugi at skriva til vaksin. Men fyri mær er einki ”bert” til børn, og einki  hevur tørri týdning enn børnini.

Vilja vit hava eitt livandi føroyskt mál, hoyra spennandi frásagnir um okkara gerandisdag, sum børnini kunnu spegla sær í, so mugu vit sjálv gera tað! Men hetta er ein órúliga ójavnur kampur! Nakað sum David og Goliat á sinni. Goliat er so risastórur, hevur milliardir av krónum og tosar tað kula enska málið ella tað festliga danska. Tað er so nógv betri at renna í skúlagarðinum og siga ”du kan ikke fange mig…”  Men hvat ger tað við samleikan hjá okkara børnum, tá ið alt, sum er kul, alt, sum er spennandi, er á øðrum máli?

Og tá ið pengar so fara til hetta at ríka um túgvuna av føroyskum upprunabókum og sjónleikum til børn, halda fólk, at hetta er spill av pengum. Okkara David stendur og heldur fyri eygu og oyru har í heglingsæli av útlendskum tilfari við milliardum av krónum í rygginum.

Hans Andrias var ein ótrúliga góður rithøvundur. Skrivaði livandi, fyndugar søgur, ið kunnu brúkast tann dagin í dag. Eingin ivist í ovurstóra týdninginum, ið hann hevur havt fyri, at føroyska málið fær rúmd hjá børnunum, og málið fær rúmd í teimum. Hans Andrias fekk onga starvsløn. Men hann skrivaði kortini. Men tað var tá.

Sum danir so væl siga tað: Kom ind i kampen! Í okkara nýggja málstríði. Føroyskt undirhald til føroysk børn!

Vit eru enn limir í einum ekslusivum klubba. Vit duga eitt mál, sum bara heilt fá fólk í heiminum duga. Komið og ansið eftir tí.

Komið og gerið okkara túgvu til rúgvu.

At tit halda, at tað, eg havi skrivað, er virðislønarvert, er rørandi fyri meg. Og eg kann bara siga takk! Túsund takk. Eg eri so glað. Og Mamma!
 
Elin á Rógvi
02.11.2014
Sprotin
Bókaprát

More articles