Tá kristindómurin verður skaðiligur

Kristindómur er ikki altíð skaðiligur, men partur av tí kristindóminum, sum finst í okkara samfelagi, er ógvuliga skaðiligur. Her verður ljós varpað á fýra fyribrigdi í kristindóminum, sum eftir mínum tykki eru skaðilig: 1) Hugtakið ”synd” 2) Tá Guð verður brúktur sum politisk grundgeving 3) Følsk vón 4) Anti-vísindalig hugsan

09.11.2014
Ása Johannesen
Bókaprát
Eg varð biðin um at hugleiða um, hví kristindómur er skaðiligur, og tað fekk meg at hugsa eitt sindur. Heitt var allarhelst á meg, tí eg eri limur í Gudloysi, og tá vænta fólk, at tú ert er anti-religiøsur. Tað eri eg sum so ikki, men eg má viðganga, at tað eru løtur, tá eg veruliga haldi, at kristindómur er skaðiligur.

Sum felag vil Gudloysi arbeiða fyri at broyta okkara samfelag til eitt meiri sekulert og frælst samfelag. Støðan er tann, at tað eru viðurskifti í okkara samfelagi, sum vit sum felag hava nakað ímóti, og hesi viðurskifti snúgva seg um mátan, sum átrúnaður trokar seg inn á øki, sum einki hava við átrúnað at gera. Hanus Kamban hevur longu hugleitt um sekularisering, so eg fari at varpa ljós á orsakirnar til at ynskja eitt sekulert samfelag og tann skaða, sum religión kann hava á okkum øll.

Okkurt av tí, sum eg fari at bera fram, hava tit helst hoyrt áður, tí hetta er vanligur kritikkur av átrúnaði. Ein góð orsøk til, at tit hava hoyrt hetta fyrr, er, at tað er týdningarmikið. Eg og onnur tosa um hetta, tí tað hevur týdning fyri, hvørt vit øll kunnu liva í einum frælsum og skilagóðum samfelagi. Tað kann vera, at eitt filosofiskt prát um skaðan av kristindómi hevði fallið meira í smakkin hjá fyrireikarunum, men tá tað er tann ítøkiligi skaðin, sum hevur týdning fyri okkum, er tað tann skaðan, sum eg fari at varpa ljós á.

Stjórnarskipanarlógin
Tað er kanska serliga týdningarmikið at peika á háttin, sum kristindómur kann vera skaðiligur uppá, nú arbeiðið við einari nýggjari stjórnarskipanarlóg er so langt ávegis. Eg veit ikki, hvat fer at henda við hesi lóg, men fyrr ella seinni fáa vit ivaleyst eina stjórnarskipan, og tað er ongantíð ov tíðliga at peika á trupulleikar við uppskotinum.

Í lógini stendur:
”§15. Trúarfrælsi 

(1) Øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv á tann hátt, tey vilja.
(2) Løgtingið kann veita kristnitrúnni serligar sømdir tó uttan at gera seg inn á aðrar fatanir.
(3) Fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði og skipar seg sjálv.”

Her stendur svart upp á hvítt, at fyri tað um fólk kunnu trúgva, hvat tey vilja í tí privata, so hava tey bara at finna seg í, at fólkakirkjan og kristindómurin eru favorittarnir hjá landinum. Kristin sleppa at fáa sersømdir fram um onnur, og hetta kann ikki gerast, uttan at gera seg inn á aðrar fatanir. Grein tvey gevur onga meining. Og fólkakirkjan er fullkomiliga sjálvstýrandi og sleppur eisini at hava lut í stjórnini. Hetta er stórur sigur fyri fólkakirkjuna. Hon sleppur ikki bara at ráða yvir sær sjálvari, men sleppur eisini at blanda seg upp í stjórnina.

Hetta er ein gøla, og eg beri ótta fyri, at kristindómurin longu hevur gjørt so nógvan skaða, at fólk flest ikki síggja, hvussu skeivt tað er at taka ein ávísan bólk av fólkinum, ið her býr, fram um aðrar.  Tað er tað, sum hetta snýr seg um. Ikki øll eru kristin, og ikki øll kristin hoyra til fólkakirkjuna. At geva kristindóminum og fólkakirkjuni sersømdir er at geva teimum, ið trúgva, sersømdir, og í roynd og veru verða øll onnur sett lægri. Hetta er ein háðan ímóti veruligum trúarfrælsi, har øll uttan mun til átrúnað eru eins fyri lógini. Tað ber ikki til at tosa um trúarfrælsi, samstundis sum ein trúgv og hennara talsfólk verða sett oman fyri aðrar átrúnaðir og onnur fólk.

Men hetta er ikki ein av orsøkunum til, at eg haldi, at kristindómur kann vera skaðiligur. Hetta gevur bara kristindóminum størri rásarúm at fremja tey skaðiligu viðurskiftini, sum mær ikki dámar.

Eg havi fýra høvuðsorsakir til, at kristindómur kann vera skaðiligur: 

1) Hugtakið synd 
2) Guð sum grundgeving í politikki 
3) Følsk vón
4) Anti-vísindalig hugsan

Eg vil fegin viðmerkja, at eg fari at nevna Miðflokkin fleiri ferðir. Hetta er sjálvandi tí, at hesin flokkurin er lættur at brúka sum dømi um negativa ávirkan av kristindómi. Eg vil tó gera vart við, at Miðflokkurin bert er eitt tekin um, hvussu okkara samfelag í roynd og veru er. Vit velja slík fólk á ting, og tey eru at finna í fleiri øðrum flokkum enn Miðflokkinum.  

Synd
Ein nokk so grundleggjandi partur av kristindómi er hugtakið um synd, og hvussu vit øll eru syndarar. Sjálvt nýføðingar eru syndarar orsakað av arvalógini. Tíbetur verður hugtakið so abstrakt, tá sjálvt nýføðingar kunnu bólkast sum syndarar, at vit kunnu ignorera tað. Vit kunnu ganga runt og siga, at ”vit eru øll syndarar”, og tað ger einki, tí tað merkir ikki nakað sum helst.

Trupulleikin kemur fram, tá summi fólk verða happað ella diskriminerað fyri júst sínar syndir. Men tú varnast, at har er okkurt, sum er meira synd enn okkurt annað. Ein av bólkunum, sum verður happaður og diskrimineraður fyri sína heilt serligu synd, er tey samkyndu. Samkynd sleppa ikki at vera tey, sum tey eru, uttan at tey dag og dagliga hoyra, hvussu syndafull tey eru.

Miðflokkurin hevur so nógv ímóti samkyndum, at teirra stevnuskrá er soljóðandi:

”Hjúnabandið er gudgivni hátturin fyri samlívi millum mann og kvinnu. Lóggávan eigur tí at stuðla hesi skipan.”

Her vil Miðflokkurin ikki bara vera við, at einans maður og kona kunnu hava eitt samlív, sum hóvar Guði, men eisini at einasta samlív, sum hóvar Guði, er hjúnabandið. Júst henda syndin at elska og vera saman við onkrum, sum ikki er júst soleiðis, sum tey halda, at Guð ynskir, er so øgilig, at tey noyðast at hava hana við í stevnuskránni.

Hetta er ikki eitt eindømi. Synd verður ofta brúkt sum orsøk til at broyta landsins lógir ella í summum førum at lata vera við at broyta tær. Meiri um hetta seinni.

Eitt annað, sum ikki hevur beinleiðis ávirkan á fólk, ið ikki trúgva, er hátturin, sum hugtakið synd heldur fólki aftur. Synd er ein bremsa, sum í summum førum hjálpir fólki at bremsa, áðrenn tey gera nakað býtt, men í øðrum førum bara forðar teimum í at hava tað gott. Til dømis gevur tað meining at halda, at kortspæl er syndafult, tí vandi er fyri, at tú kanst gerast ludomanur ella koma til at gambla bæði hús og heim burtur. Hinvegin gevur tað ikki meining at halda, at allur stuttleiki, sjálvt kortspæl, har eingir pengar eru við, er syndafullur. Tíbetur er tað ikki so vanligt longur at halda, at nærum allur stuttleiki er syndafullur, men enn hava vit nøkur løgin fyribrigdi, sum vit halda eru syndafull. Tey flestu hava okkurt við tað kynsliga at gera. Tað er syndafult at elska onkran av sínum egna kyni. Tað er syndafult at hyggja at porno ella at fleyga sær. Tað er syndafult at fara í song við onkrum, tú ikki ert giftur við o.s.fr. Tí gongur ein rúgva av fólki runt við ringari samvitsku, tá tey gera nakað, sum eru púra normalt. Tey hava bert fingið at vita, at tey synda. Tak so ymiska vísindaliga gransking afturat, og tú hevur eitt samfelag, sum ræðist fyri at vinna sær nýggja vitan, og sum ræðist fyri at hava tað gott, tí hvat nú, um Guði ikki dámar tað, sum vit gera?

Tíbetur eru vit gudloysingar líka leys av synd, sum vit eru av Guði. Vit vita, at eingin synd er til, og at tað, sum eigur at stýra okkara morali, er samkensla, vit og skil.

Tí Guð sigur tað…
Summi kristin halda, at setningurin ”Guð sigur tað” er eitt gott argument.  Kunnu tey finna eitt vers í Bíbliuni ella onkra dogmu, sum kirkjan heldur seg til, so halda tey, at hetta er eitt fullkomiliga viðkomandi argument.

Eg nevndi Miðflokkin í áðni í sambandi við hjúnaband, har hildið verður, at júst teirra útlegging av kristindómi, og júst teirra hugsjón um, hvussu giftarmál eigur at vera, átti at verið lóggáva. Tey vilja lóggeva við støði í, hvat tey halda vera synd, og hvat tey halda, at Guð sigur.

Tey meta eisini, at Guð sigur, at
”Lívið er gudgivið og byrjar við gitnaði, og eigur tí lógin at verja tað ófødda barnið.”

Og víðari stendur, at
”Lógin um fosturtøku eigur at broytast til bert at fevna um fosturtøku, tá lív stendur móti lívi.”

Harafturat sigur Miðflokkurin, at
”Deyðshjálp, aktiv ella passiv, er at meta sum dráp og er tí ikki loyvd.”

Tey vilja við øðrum orðum hava, at tað, sum Guð sigur, skal vera grundarsteinurin undir okkara lógum. Einki við at brúka samkenslu og vit og skil til at smíða lógirnar fyri okkara land, soleiðis at okkara borgarar hava tað gott. Einki við at lata upp fyri samtalu um evnið. Nei, í staðin skulu truplu valini hjá menniskjum um egið lív og egnan kropp stýrast av, hvat Guð sigur (ella hvat menniskju halda, at Guð sigur).

Ofta hava hesi eitt ógvuliga veikt kristiligt grundarlag fyri sínum meiningum. Hugsa um fosturtøkulógina. Er tað veruliga so, at fosturtøka er skeiv, tí at Guð sigur tað?

Eg kann fortelja tykkum, at í 2. Mósebók, kapittul 21 og vers 22, stendur soleiðis:

”Rúka menn saman og koma undir konu, sum er við barn, so at hon hittir reis, men einki annað mein fær, tá skal hann bøta tað, sum maður konunnar leggur á hann, og gjalda fyri tað ófødda barnið.”

Og víðari stendur:

”Men stendst av tí mein, tá skalt tú lata lív fyri lív, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn” o.s.fr.

Tað vil siga, at sambært Bíbliuni kann prísurin av einum fostri gerast upp í pengum. Og tað er sjálvandi ikki konan, sum skal hava endurgjald.

Eg fái altíð ein keðiligan varhuga av, at kvinnur ikki vóru mettar sum stórt meira enn fæ, tá eg lesi í Bíbliuni. Og hetta er uttan mun til, um teksturin er úr Gamla ella Nýggja testamenti. Bara um konan kemur til skaða, verður tað tikið sum mein á fólk. Tá tekur eyga fyri eyga og tonn fyri tonn við. Fostrið kemur ikki við í ”lív fyri lív” partin av lógini. Hví man tað vera? Og hvussu sampakkar hetta við tað, summi kristin siga um fosturtøku? Tey vilja vera við, at tað er at meta sum dráp, men teirra egna bók umtalar bara fosturtøku sum ein praktiskan og peningaligan miss. Hetta er sjálvandi í gamla testamenti, og kristnum dámar so væl at siga, at alt broyttist, eftir at Jesus kom. Trupulleikin er bara, at Jesus ikki gekk runt og tosaði um, hvussu ræðuligt tað var at drepa fostur. Tað tykist meiri vera vanliga hugsanin tá, at alt, sum var í vanda fyri ikki yvirliva (eisini børn undir ein mánað gomul) ikki ordiliga taldu við.

Eitt er, at summar sokallaðar kristnar meiningar ikki hava serliga gott støði í Bíbliuni. Eitt annað er, at hóast kristin hava eina religiøsa orsøk til at halda eitthvørt, so merkir tað ikki, at hetta neyðturviliga er besti hátturin at skipa eitt samfelag. Hugsa tær, um vit høvdu ein muslimskan flokk, sum vildi forbjóða bacon í Føroyum? Teirra argument? Allah sigur, at tað er synd at eta svínakjøt, og tí mugu vit øll gevast at eta tað. Soleiðis upplivir ein gudloysingur tingini, tá Miðflokkurin kemur við einum boðskapi um, at ”Guð sigur tað”. Og gudloysingurin hugsar: Hví skulu vit øll liva eftir tínum átrúnaði?

Viðvíkjandi tí, sum Miðflokkurin rópar ”etisk mál”, er brúk fyri skynsomum og opnum kjaki. Tað er neyðugt, at vit koma saman sum samfelag og brúka okkara vit og skil, soleiðis at vit kunnu taka avgerðir, sum gagna øllum. Tað er neyðugt at hugsa um, hvørt ein religiøs grundgeving er skilagóð, ella um vit høvdu hildið hana vera burturvið, um vit høvdu eina aðra religión.

Følsk vón
Summi siga, at átrúnaður gevur teimum vón.

Fólk vóna, at Guð fer at hjálpa teimum. Hetta kann vera vónin hjá neyðstøddum, sum biðja Guð um hjálp, og sum kanska høvdu lagt frá sær og doyð, um tey ikki kundu havt eina vón um, at Guð fór at bjarga teimum. Vón kann vera góð og neyðug, men tað ber eisini til at vóna, at eitt annað menniskja kemur at hjálpa í neyðstøðu, ella at vóna, at ein verður heppin, og at alt gongur væl. Men kanska er tað bara eg. Kanska hava summi brúk fyri einari vón, sum er grundað á okkurt yvirnatúrligt.

Summi halda, at Guð fer at lekja tey, tá tey eru sjúk. Tey fara á møti, har prædikumenn siga teimum, at um tey bara trúgva, so skal Guð lekja tey. Og tað hjálpir, um tey geva samkomuni pengar, sjálvandi. Henda vónin riggar so væl, at plasebo slær til undir møtunum, so fólk kenna seg grødd.

Eg skal kanska greiða í stuttum frá plasebo-effektini, um onkur ikki kennir hana. Plasebo er beinleiðis ávirkan av trúgv. Plasebo kann mátast, og hetta er ein verulig ávirkan. Tað keðiliga fyri kristin er, at hon ikki bara riggar í mun til trúgv á Guð. Halda vit, at ein tablett fer at lekja okkum, so hava vit tað eisini betri, tá vit taka tablettina. Meira vit trúgva, betri riggar tablettin. Okkara trúgv kann hava so stóra ávirkan, at vit fáa tað betri av tablettum, sum áttu at gjørt okkum sjúkari, og vit fáa tað verri av tablettum, sum áttu at hjálpt okkum. Tað snýr seg um, hvat vit vænta av hesum ella hasum. Plasebo er sanniliga máttmikil, men tíverri ikki nakað undur. Hon riggar ikki líka væl sum veruligur heilivágur. Serliga ikki, um vit eisini trúgva á veruliga heilivágin. Hetta er orsøkin til, at tá nýggjur heilivágur verður kannaður, so samanbera tey hann við eina tablett, sum ikki hevur heilivág, men sum sjúklingurin heldur fer at hjálpa. Tað vil siga, at tey samanbera nýggjan heilivág við plasebo-effektina fyri at vita, um heilivágurin veruliga riggar.

Aftur til lekingina. Á tílíkum grøðingarmøtum føla summi sjúk, at heilagi andin kemur yvir tey, og tey trúgva veruliga, at tey vórðu signað av Guði. Seinni vísir tað seg, at tey als ikki vórðu lekt. Tað var bara plasebo, sum riggaði eina løtu, inntil tey komu niður aftur á jørðina. Tí religiøs leking riggar ikki. Als ikki.

Miðflokkurin er nokk so stuttligur á hesum økinum. Í stevnuskránni stendur soleiðis:

”Allir sonevndir alternativir viðgerðarhættir mugu kannast til grundar, áðrenn loyvi verður givið til praktiseran, fyri at tryggja samfelagið móti teimum av hesum, sum hava røtur í heidnum/okkultum/eysturlendskum mentanum.”

Við øðrum orðum dámar Miðflokkinum ikki tað, sum mær dámar at kalla gand, men sum onnur kanska høvdu kallað healing ella kvaksalvarí. Hinvegin er tað áhugavert at síggja, at Miðflokkurin sipar til ein heilt ávísan slag av gandi. Teimum dámar ikki heidnan gand. Tá tað kemur til kristnan gand, so sigur formaður Miðfloksins, Jenis av Rana, soleiðis um eina ráðstevnu um leking (leysliga týtt úr donskum):

”Eg ynski so inniliga, at ordiliga nógvir kristnir skandinaviskir læknar koma við til ráðstevnuna og umvegis dømir um leking verða inspireraðir til at biðja fyri sínum sjúklingum.”

So Jenis hevur, í hvussu so er, einki ímóti kristnum gandi. Hann trýr uppá, at Guð kann lekja, men hansara flokkur vil ikki hava, at nakar annar kemur við gandi. Leking er eitt slag av gandi, sum júst teirra gudur hevur einkarætt til.

Júst tí er tað ikki so løgið, at tað eru samkomuleiðarar í Føroyum, sum ganga við til at fyrigykla fólki allan lort. Og tað allarringasta er, at tá lekingin ikki riggar, so er tað sjúklingurin, sum hevur skyldina. Tey eru ikki nóg trúgvandi. Eitt dømi um hetta síggja vit hjá danska prædikumanninum Christian Hedegaard, sum á karismatiskan hátt fekk eina rúgvu av fólki at fylgja sær við at lova teimum Guðs hjálp. Hann gav teimum eina falska vón um hjálp fyri trupulleikar teirra, og tá tey ikki høvdu tað betri, so var tað tí, at tey ikki bóðu og vóru nóg trúgvandi.

Anti-vitan
Tá eg gekk í fólkaskúlanum, hoyrdi eg ongantíð um menningarlæruna. Grundarsteinurin undir allari lívfrøði varð útihýstur úr fólkaskúlanum. Eg skal ikki gera meg alt ov klóka uppá, hví hetta var so, men ein orsøk kann vera, at tað ikki var nakað krav at undirvísa í menning, og lærarar vildu helst sleppa undan ósemjum við foreldur.

Tíbetur stendur soleiðis í nýggju námsætlanunum hjá Mentamálaráðnum:

”Til 8. flokk:

(Næmingurin dugir) menningarlæruna í høvuðsheitum, herundir fyribrigdi so sum kapping, tillaging, úrbregði, frábrigdi, avbyrging og úrveljing”.

So møguliga sleppur Darwin upp í part framyvir.

Ikki tí, í studentaskúlanum lærdi eg um Darwin í... søgu. Vit høvdu inngangin til Upphav slaganna (Origin of Species) sum keldutekst í søgu, og har vóru fólk í flokkinum, sum høvdu okkurt ímóti Darwin.

Eg skilti ikki, hvat rokið snúði seg um. Eg kendi ikki menningarlæru Darwins serliga væl tá, men so frægt hevði eg fingið við í sjónvarpinum og ymsum bókum, at hetta snúði seg um, hvussu djór og plantur vóru blivnar til. Eg dugdi ikki at síggja trupulleikan. Tað gekk ikki ordiliga upp fyri mær, at nakar trúði, at skapanarsøgan í Bíbliuni var bókstaviliga sonn. Eg helt tað vera almenna vitan, at hetta var ein søga, sum primitiv fólk høvdu funnið uppá fyri at greiða frá øllum tí, sum tey ikki skiltu. Tað er ikki fyrr enn seinni, at eg havi uppdagað, at fólk veruliga halda, at lívfrøðilig menning ikki er verulig. So galið stendur til við anti-vísindaligum hugsanarhátti í Føroyum. Hetta eru jú amerikanskir tilstandir.

Eg hoyrdi eina sending í útvarpinum, sum eitur Vitan. Har sótu nakrir kristnir menn og tosaðu um Stephen Hawking, og hvussu hann hevur sagt, at Guð ikki er neyðugur fyri at greiða frá alheiminum. Tað, sum summir av hesum monnum søgdu, serliga um alisfrøði, fornverufrøði og jarðfrøði, var beinleiðis pínligt fyri fólk, ið bara hava lisið eitt lítið sindur um hesi evnini. Verturin í sendingini tímdi eftir øllum at døma ikki at finna ein gest, sum hevði nakra vitan um fakøkið hjá Stephen Hawking ella hini fakøkini, sum vórðu viðgjørd.

So stór er vanvirðingin fyri vísindum her í landinum, at trúgv sleppur at breiða seg út um allar geilar og fullkomiliga forskrúva veruleikan til egnan fyrimun. Forsprákararnir fyri hesi fantasiverðini fáa fullkomiliga frítt spæl. Hetta er ivaleyst eitt tekin um, at flest fólk í Føroyum eru trúgvandi. Teirra trúgv og teirra vanvirðing fyri vísindum ger tað í lagi at uppfinna sína egnu útlegging av veruleikanum.

Endi
Fyri at draga samanum. Kristindómur er ikki altíð skaðiligur, men partar av tí kristindóminum, sum finst í okkara samfelagi, eru ógvuliga skaðiligir.

Millum hesar partar eru forskrúvaðir tankar um synd og ta tálmandi ávirkan, sum hetta hevur. Ynski um at stýra fólki, so tey ikki gera nakað, sum er ímóti einum átrúnaði. Hugsanin um, at tú ikki hevur uppiborið Guðs hjálp, tá lyftini um leking vísa seg at vera følsk. Og til seinast er tað vanvirðingin fyri vísindum, sum botnar í ræðsluni fyri, at vísindi finna út av onkrum, sum er í andsøgn til Bíbliuna.

Hetta hevur við sær, at okkara børn vaksa upp í einum samfelagi, har tað er í lagi at døma fólk sum syndarar fyri tað, sum tey gera í sínum privatlívi. Tey vaksa upp í einum samfelagi, har vitan er skaðilig og skal vanvirðast. Og tey vaksa upp í einum samfelagi, har tað er í lagi at geva fólkum ógjørlig lyfti fyri síðani at siga, at um lyftið ikki gjørdist veruleiki, hevur tú sjálvur skyldina.

Hetta eru høvuðsorsakirnar til, at eg av og á haldi, at kristindómurin og religión sum heild eru skaðilig. Nógvir gudloysingar og hovsamari kristin nevna hetta aftur og aftur, og vit ljóða ivaleyst sum ein skøvað pláta. Men fyri at liva upp til stereotypuna, so vil eg fegin endurtaka, at vit gudloysingar tosa um hesi viðurskiftini, tí tey hava týdning. Hetta er týdningarmikið, tí hetta forðar fyri einum samfelagi, sum kann gerast uppaftur betri at búgva í hjá øllum borgarum. 

Ása Johannesen

---

Heini í Skorini og Janus á Ryggi ritstj. (Sprotin 2012)
09.11.2014
Ása Johannesen
Bókaprát

More articles