Oktober í fallandi sól

Oddfríður Marni Rasmussen gevur út nýtt yrkingasavn. Mikudagin kl. 16 verður framløga í Steinprentið, og øll eru sjálvandi vælkomin.

15.11.2014
Ingi P. Jacobsen
Bókaprát
Brot úr samrøðuhugleiðing við yrkjaran
At yrkja er at ferðast í einum almennum rúmi við øllum tínum persónliga í viðføri. Tí kann tað tykjast, sum at yrkingarnar eru sera almennar, og at eg lati meg úr fyri almenninginum. 

Óansæð, hvussu eg víki og vendi, so gerast yrkingarnar persónligar. Tað er altíð mín persónliga áskoðan, sum treingir fram í reglunum og millum reglurnar. Fáist eg við temu, so sum samfelagsviðurskifti, poetikk, deyða ella kærleika, eru tað altíð míni persónligu viðurskifti og mín persónligi hugburður, sum skínur ígjøgnum tekstin. Ikki er neyðugt, at teksturin er um meg sjálvan, men hann tekur altíð støði í mær og mínum umhvørvi. Eg taki ofta brot úr gerandisdegnum og flætti upp í bókmentalig amboð, eitt sindur av drama og annars tað, sum eg meini fær tekstin at rigga. Mín høvuðspoetikkur er hann, at eg skal kunna yvirraska meg sjálvan, og at formurin ikki skal vera eins í nøkrum yrkingasavni. Um eg ikki megni tað, tveiti eg tekstin burtur, ella goymi eg hann, til eg havi flutt meg persónliga á ta kósina, sum teksturin hevur, fyri at gerast ein góður tekstur. Meira eg lesi, størri innlit fái eg í tær bókmentir, sum fella til mín smakk. Meira eg skrivi, verri er at yvirraska meg, og tí haldi eg eisini, at tekstirnir gerast betri, eldri eg verði, og samstundis seti eg mær sjálvum størri krøv. Tað er ikki altíð so, at tilveran flytur seg somu kós sum ein yrking, og tí er tað ofta, at yrkingin má broytast. Tað gerst sjálvandi verri og verri við árunum at skula yvirraska meg sjálvan.

So nógv er, sum ger seg galdandi, tá ið ein tekstur verður til. Yrkingar skulu skrivast á einum máli, sum er atkomandi hjá lesaranum, men ein yrking skal eisini vera soleiðis háttað, at hon skal fáa lesaran at spyrja spurningar, sum hann ikki vanliga vildi spurt seg sjálvan. Danir hava eitt sera gott heiti: Forfatter. Altso, ein fatar ymiskt, áðrenn hini fata tað.
  
Yrkingin er ein bókmentaháttur, har myndberingar hava alstóran týdning. Mínar yrkingar hava sera ríkar myndberingar, sum ofta eru torskildar, tað veit eg væl. Danska stórskaldið Per Højholt, segði einaferð at: Man skal holde sine metaforer i kort snor. Eg eri samdur við hann, tí at annars tímir lesarin ikki at fáast við yrkingarnar. Orð eru lødd við játnum og neitnum hugasambondum, sum lesarin hevur eitt persónligt samband við. Hesi orð eru tengd at uppaling og øðrum, sum mynda sinnalagið í persóninum. Øll uppfata vit orð ymiskt, og tá ið so orðini verða sett saman til myndberingar, verða uppfatanirnar eins ymiskar og vit menniskju einaferð eru. Yrkingar brúka nógvar hjátýdningar. Tað ger ein frálærutekstur ikki. Har er týdningurin galdandi.  

Orðini
Orðini, sum søgd verða, hava alt at siga. At takast við skaldskap er tíðarkrevjandi. Tað, sum er mest tíðarkrevjandi, er at finna tey røttu orðini, at siga tað rætta. Tá ið eg seti meg niður at skriva eina yrking, er ein ógvuliga týðandi partur at leita eftir teimum røttu orðunum at seta saman til tað, sum eg vil fáa fram.

Eg eri kanska mest kendur sum yrkjari, men eg havi eisini skrivað bæði stuttsøgur og stuttprosa. Har er áhugamálið og ætlanin ein heilt onnur. Tað er ein søga, sum skal sigast og um søgan skal sigast so sannførandi sum gjørligt, krevst, at eg seti meg inn í allar støðurnar, allar persónarnar, sum eru í søguni. Um eg skal finna fram til, hvussu ein persónur er, geri eg ofta tað, at eg í fyrsta umfari skrivi ein innkeypslista til persónin. Hvat hevði hann keypt, fór hann í Miklagarð at keypa? Keypir persónurin sigarettir? Keypir hann frukt? Keypir hann kvalitetstilvitað? ella keypir hann tað ódýra? Alt hetta kann siga nógv um persónin, sum eg skal skriva um. Lutir, sum eru í nærumhvørvinum siga nógv um persónin. Litir, luktir, ljóð og ymiskt annað veruligt, sum er í umhvørvinum, verður skrivað inn í søguna og kryddrar søgugongdina. Eg geri ofta tað, at eg skrivi søguna, so at hon er so opin sum gjørligt. Tá ið tað so er gjørt, strammi eg søguna, fyri at eggja og bjóða lesaranum av. At stramma søguna er í roynd og veru alt eftirarbeiðið, har eg ruddi upp í orðingum, har formurin traðkar fram og styrkir innihaldið, har innihaldið verður samskipað. Orðavalið er sera týdningarmikið. At hava eina søgu við nógvum ymiskum orðum, sum ikki eru vanlig, sum fær tann forvitna lesaran at leita fram orðini og týdningin, ið orðini hava. Eg tími ikki at skriva tekstir, sum ikki bjóða mær av onkursvegna.  

Lærutíðin
Tá ið eg gekk á rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, varð eg noyddur at skriva á tveimum málum. Eg læt úr hondum yrkingasøvn, skrivað á føroyskum, meðan eg samstundis skuldi skriva tekstir á donskum til rithøvundaskúlan. Tað hevði sjálvandi eina ávirkan á mítt føroyska mál. Tey seinnu yrkingasøvnini vísa týðiliga, at málfeingið er størri og betri. Tíðin á rithøvundaskúlanum var tann mest læruríka, eg nakrantíð havi havt. Eg lærdi ógvuliga nógv um meg sjálvan og um bókmentir. Teir tímarnir, har vit sótu og ummæltu tekstir hvør hjá øðrum, vóru sera læruríkir. Tey 15, sum sótu um borðið, og ummæltu tekstirnar vóru so eirindaleys í sínum ummælum, at summi ikki komu í skúlan í ein mánað. Hetta gjørdi meg kaldan og kyniskan mótvegis ummælum og ummælarum, og hetta lærdi meg samstundis at vera rættiliga harðan við meg sjálvan, tá ið eg siti við einum teksti. Skal eg vera bakklókur, so veit eg fullvæl, at nógv yrkingasøvn, sum eg havi skrivað, áttu ongantíð at verið komin fram fyri lesarans eygu, men tað vendst ikki aftur.

Móðurmálið
Einar Petursson, ein íslendskur rithøvundur, segði einaferð: at skriva á einum fremmandum máli, er sum at búgva á einum hotelli, meðan at skriva á móðurmálinum, er sum at búgva heima. Rætt hevur hann. Móðurmálið er størsti samleiki okkara. Men, tá ið eg skrivaði á donskum, varnaðist eg, at eg skrivaði øðrvísi. Evnini vóru ikki tey somu, tað var líkasum, at eg noyddi meg inn í ein part av heilanum, sum eg ikki slapp inn í, tá ið eg skrivaði á føroyskum. Eg tvingaði meg at leita eftir orðum og orðingum, sum eg visti eg hevði tamarhald á. Danska málfeingið var ikki av tí størsta, og tí gjørdust tekstirnir heldur natnir í orðavali. Føroyskt er eitt sera ríkt og vakurt mál, og tí eigur tað at bera til at skriva góðar tekstir á góðum føroyskum máli. Í nógvum førum er ikki so. Tekstirnir verða hurlaðir niður á pappírið og givnir út, áðrenn blekkið er tornað. Og so knappliga stinga seg fram bøkur, sum eru sera væl úr hondum greiddar. Tað er samleikajáttandi at lesa slíkar bøkur.  

Íblástur
Íblástur. Sjálvandi hevur íblástur nógv at siga fyri meg, tá ið eg skrivi. Henda romantiska fyrimyndin av einum rithøvunda, sum situr uppi undir væðingini, svangur og illa heitin, er tíanverri framvegis enn á lívi í Føroyum, og tíanverri er hon eisini til staðar hjá stórum parti av politikarunum her á landi. Móðurmálið er avmarkað til okkum føroyingar og nakrar eldsálir, sum skilja føroyskt, meðan aðrar listagreinir, so sum málningalistin, hevur ongar sovorðnar trupulleikar at dragast við. Ein kinverji skilir væl føroyska málningalist, meðan tað eyðvitað er trupult hjá sama kinverja at skilja føroyska málið. Henda avmarking er eisini ein avmarking av marknaðinum, og tí er nærum ógjørligt at liva av at skriva bøkur í Føroyum. Íblásturin kemur ikki úr svongd ella boygdum ryggi. Íblástur er rútma. Hvønn dag at kunna seta seg niður í minsta lagi fýra tímar at skriva, tað er íblástur. At hava stundir at lesa aðrar rithøvundar og um bókmentir, tað er íblástur. Havi eg ikki stundir til tess, tí at eg skal hava eitt borgarligt starv, sum fer avstað við allari tíðini, sum eg átti at sitið og skrivað, íðan, so er íblásturin eisini avmarkaður í einum framman undan avmarkaðum marknaði. Hetta ljóðar sum ein long umbering, men tað er nú einaferð soleiðis, at tann politiski myndugleikin ikki raðfestir livikorini hjá skapandi stættini í Føroyum. Tað er ein sjálvfylgja at tann politiski myndugleikin hevur ábyrgdina; at skapa karmar, ein marknað og at stuðla listafólkum, tí at hesi skapa føroyskan samleika meiri enn nakar annar. Tá ið rútman verður avbrotin av borgarligari plikt, peningatroti og einari romantiskari inngrónari áskoðan um skapandi listafólk, so  fer nógv av arbeiðinum til spillis, og viðhvørt kenni eg tað sum um, eg siti og tøvi í ongum.

---

Savnið kemur á marknaðin mikudagin, og øll eru vælkomin til framløguna, sum verður í Steinprenti.
15.11.2014
Ingi P. Jacobsen
Bókaprát

More articles