Svar upp á eitt bræv frá tær

Til tín

Eg var skuggin av stapanum reyða, sum lokkublátt skin særdi til deyða, var grómin á rútinum av öskulittum pui – og eg livdi enn, fleyg um speglaðan stjörnuveg.

30.11.2014
Carl Jóhan Jensen
Bókaprát
Brússel 17. oktober tjúguhundrað og fjúrtan

Hesar (leysliga týddu) reglurnar verða festar á blað nakrar minuttir eftir midnátt tann 1. Juli 1959. Tað er ein fortrongd sál, ið stýrir penninum, og soleiðis setur á eitt langt, samansett kvæði. Í endaligum líki fer kvæðið at vera níggju hundrað og níggju og hálvfems reglur til longdar og eita Fölur eldur. Hamurin um ta sperdu sálina nevnist hinvegin John Francis Shade og er bókmentaprofessari á einum lítlum lærdómssetri, í einum smáligum býi, í amerikanska avkrókinum Appalachia. Hetta midnáttar-byrjaða kvæðið er longsta og tor-yrktasta verk, professarin nakrantíð hevur givið seg í holtur við og hartil bert tjúgu dagar eftir av hansara dygdarleysu jarðardvöl.

Íðan hvat.

Gaman í eru hesar reglurnar um tann feiga reyðstapan og lokkubláa rútin ein myndbering, sprottin av gitingum hjá skaldinum um tað, ið kann taka við eftir andlátið. Og gaman í er John Francis Shade og skaldskapur hansara fyri ein stóran part heilaspuni hjá manninum, sum skal eitast at ritstýra og fáa kvæðið eftir professaran útgivið. Men ritstjórin í sínum lagi, ein ávísur Charles Kinbote, er eitt sjálvmiklandi suss og tó í mangar mátar eisini eitt eymkingarvert skinn. Lagnan hevur ikki verið honum blíð, gjört hann til óálítandi frásögumann í eini postmodernaðari skaldsögu eftir Vladimir Nabokov. Og skaldsögan, ja rætt gitt, hon eitur Fölur eldur (Pale Fire) og kom út í 1962.

Soleiðis er.

Men tá ið eg las brævið frá tær, mólu hesar reglurnar fram fyri meg. Eg hugsaði ikki endiliga um deyðan, ikki sum so, heldur um lesaran. Í hövundar-eygum er lesarin partur av einum handan-lívi, tað vil siga lestrinum, tí lívi, eitt ritverk livir frá teirri lötu, tað doyr frá hövundi sínum, er rættlisið, prentað og útgivið.

Eg sá sostatt lesaran fyri mær í reyðstapa-búna, sá hann bresta móti harð-bláum lokku-skini, tí spegils-skini, sum bókin (í hesum förinum mín bók: Eg síggi teg betur í myrkri) varpar út í tað almenna rúmið. Og spurningurin er so, hvat hendir tá, hvat hendir eftir tað óumberliga dunkið. Dettur reyðstapin avsálaður niður í túnið uttanfyri og einki eftir uttan grómin á rútinum av öskulittum fjaðrapui, einki flog um speglaðan stjörnuveg. Er sannleikin, at handan-flog verri enn so er hvörjum reyðstapa lagað?

Ella hvat?

Tú hevur sæð meg í sjónvarpinum skrivar tú. Í einum viðtali í nýggju mentanarsendingini Grindini. Har skal eg hava sagt (og tað er helst rætt), at eg lifri ikki fyri lesaranum, men virði hann. Nú minnist eg ikki gjölla alt, eg segði í sjónvarpinum. Eg tosaði við Ivan Niclasen, Grinda-formannin, í úti við ein tíma ella so heima í stovuni hjá mær ein seinnapart tíðliga í september nakrar dagar, áðrenn eg fór suðuraftur higar til Brússel. Hetta upp á seg langa prátið hevur formaðurin, vituliga, noyðst at klippa niður til tað, sum at enda birtist á skíggjan og tú sást eitt hóskvöld herfyri. Sum vera man er sumt kanska dottið eitt sindur burtur úr tí samanhangi, tað upprunaliga varð sagt í, tað gjörst so ikki við.

Men hetta um ikki at lifra fyri lesaranum tók eg nú eisini upp í eini grein í Sosialinum 28. august. Har segði eg millum annað soleiðis: samskiftið (t.e. millum hövund og lesara) má byggja á eina javnvág, eina sínámillum virðing, har hövundinum sínumegin loyvist at vera heilur í síni listarligu stremban, men lesarin afturímóti hevur krav upp á dygd, bókmentaliga sum málsliga.

Men hinvegin er lesarin so ymiskur.

Og hvussu atkomulig ein bók er, valdast jú um lesaran, eins og tú eisini skjýtur framundir í brævi tínum. Hvörjar lestrarroyndir hevur lesarin? Hvat væntar hann sær av tekstinum? Er tað tað listarliga, sum mest um varðar? Ella er tað undirhaldsvirðið? Ella kanska evnini hjá einum teksti, at staðfesta tað hugmynd lesarin, hvör ið hann so er, hevur av viðurskiftum í samtíðini politiskum, átrúnaðarligum ella öðrum? Ella krevur ein bók at liggja so og so væl fyri tí maka ráki, ið mótin er, til at kunna eita atkomulig evnisliga og í stíli? Í föroyskum höpi sýnist tað harumframt at hava sítt at siga, hvussu tann málpoltiska nösin stendur. Summi halda, at föroyskt mál av natúr er tungt og stirvið og tey flagga við hesum sjónarmiðinum í tí og úrtíð (smbr. Jógvan Isaksen og tað mösnuta viðtalið við hann í Sosialinum 8. oktober). Hetta verður rópt upp á mál-víðskygni. Jú menn, hava hyggjuráðini eisini leingi verið, at föroyingurin sum málbrúkari helst átti at tíggja sær sum eitt stripp-kvendi, flett alt mál-egið uttan av sær og ongantíð víst seg fram málsliga hvörki högt ella lágt, hvörki í talu ella skrift ílatin í annað enn í mesta lagi ein lendaklodda av danismum og orðalagsligum hjálparloysi.

Gud forbarmi seg.

Nú spyrt tú, hvat eg hugsaði fyri mær, meðan eg skrivaði hesa bókina. Hvat eg ætlaði mær. Ja, tað skal eg so væl siga tær: Setningurin við hesi bókini, eins og við hinum bókunum, var at skapa eitt listaverk. Hvörki meir ella minni. Í skaldskapi mínum fáist eg ikki við at miðla ein tilskilaðan boðskap, men tekstur, sum ger tað, krevur rímiliga at taka forsvarligt atlit til tann málsliga misvæl útgjörda lesaran og tey fjölmongu brigdi av móttakaraligum erkvisni, ið hann hýsir innanskalla.

Sostatt: í bókini eru tey listarligu atlitini fyri öllum. Fær illa öðrvísi verið. Hvör bók, skal hon bera listarliga, má jú vera ein öðrvísi rödd, má bróta upp úr nýggjum málsliga, í frásagnarbygging og stíli. (Eg vil í hesum viðfangi taka fram, at eg onga málreinsing havi í kvittanum við skriving míni, men dylji tó heldur ikki fyri, at eg byggi á ta ritmálsligu grund, sum Christian Matras o.o. lögdu frá 1920 og frameftir).

Nú kann tað saktans vera, at hetta ljóðar tær alt í so esoteriskt, at tú heldur meg halga ritlistina upp í stöðuhæddir, sum bert onkur hissini bókmenta-Móses kann rökka so dánt, standandi á tá evst á Sinai´s rustum og toyggjandi seg við fjallstavinum so langt sum hann fær.

Men tað broytir tó ikki hitt eitt viðursvet.

Í ritlistarligari stremban dugir eingin frymils-skriving, eingin undirhalds-útgjaring fyri ein marknað, har lægsti samnevnari ævinliga er bæði keisari og Guð.

Og álvaratos, hvat geri eg annað á föroyskum enn tað, ið allir líkinda hövundar gera á öðrum málum: bjóði galdandi hevd av, tí málsligu og hugsanarligu vanafestuni hjá lesaranum.

Men tú skrivar, at bókin er full av fremmandari setningaskipan og orðum, sum ikki standa í orðabókini.

Ja, hvat tá?

Er tað öðrvísi enn í tekstum á enskum eftir samtíðarhövundar sum Julian Barnes, Paul Auster, Thomas Pyncheon, Peter Carey, Roddy Doyle, Margaret Atwood, Angela Carter, Elisabeth Jolley, Kiran Desai, Salman Rushdie, J. M. Goetzee o.fl. Ella í tekstum á skandinaviskum málum eftir hövundar sum Dag Solstad, Söru Stridsberg, Monicu Fagerholm, Per Olov Enquist og gud viti ikki hvörjar. Ella tak íslendskar hövundar sum Sjón, Guðrún Evu Minervudóttur, Vígdís Grímsdóttur, Einar Má Guðmundsson, Kristin Ómarsdóttur, Bergsvein Birgisson, Auði Jónsdóttur, Eirik Örn Norðdal o.m.a.

Til stuttleika kann eg eisini skoyta uppí her, at eg í lötuni siti og týði eina íslendska skaldsögu eftir Oddnýju Eir Ævarsdóttur. Bókin hevur fingið heitið Jarðnáðir á föroyskum (íslendski upprunatittilin er: Jarðnæði). Og tað skal gud vita, at har koma orð fyri í heilum, í hesi góðu bók, orð, sum ikki standa í orðabókum. Hartil er orðalagið tíðum öðrvísi enn „fólk eru von við“. Kortini havi eg ongastaðni í teimum íslendsku ritdómum, eg havi lisið um bókina, rakt við, at nakar ummælari hevur tikið hetta upp sum ein vansa, sum okkurt slag av esoteriskari misvirðing av lesaranum. Tvörturímóti. Slíkt verður hildið at vera til merkis um frumleika og hövundurin fær rós fyri tað, hon leggur afturat íslendskum bókmentamáli, ikki last. Men í Föroyum, í Föroyum er viðvent í holuni. Eg fyri mín part má bara gera so væl at leggja saman hendur sum ein miðaldarligur iðranar-munkur, drýpa hövur fyri lesara, fyri alskyns mál-alfaðirligum toluligheits-apostlum og biðja so marg-miriliga um fyrigeving fyri at hava viljað - og tað sum verri er - dugað at skriva líkinda tekst, á líkinda föroyskum máli.

Ja, tað er nógv ímillum.

Í Föroyum tykist meginkravið vera, at ein bók skal vera atkomulig, ja so atkomulig, at hon valla má skrivast og so slettis ikki við nökrum farra av stílviti ella fynd. Harrin forbjóði. Her valdar ein skaldskapar-sör minimalisma og hendan minimalisman hevur gjört ritmálsligt fjaðursæri til ítasta mát fyri bókmentaliga dygd.

Tað kemur mær tí ikki á óvart, tá ið tú skrivar, at fleiri lesarar, ið tú skiftir orð við, blaka bókina frá sær. Men hvat so? Lesarar eru sum sagt ymiskir. Kanska opnar bókin ikki summum lesarum tað einfeldis-bjarta útsýnið, teir sóknast eftir í eini skaldsögu og máli hennara, teir síggja ikki seg sjálvar aftur í sínum fjölmiðlaskapta inntaki av samtíðini, tí morgunroða av hentleikasjónarmiðum, ið fær veruleikan og óttan fyri veruleikanum at semja so væl og hugnaliga saman. Ella kanska eru hesir lesarar bara ísakaldir fyri teirri fagurfröðiligu víddini í málinum og síggja einki vakurt í skrivaðum máli, sum ikki frammanundan er ásett at vera tað. Ella kanska duga teir ikki at lesa yvirhövur, eru bara mis-lesarar?

Líka veit eg.

Men lesarar eru. Lesarar, sum lesa hesa bókina. So mikið er vist. Og tað hendir meiri enn so, skal eg siga tær, at slíkir lesarar koma á tal við meg.

Tú spyrt somuleiðis, hvat ein ummælari ætlandi skal siga og skriva um hesa bókina hjá mær. Ja, skal eg nú gera meg eitt sindur skúlameistaraligan (ikki at siga Hanus Kambanskan) so hugsi eg tað avgerandi í einum ummæli vera, hvat ummælarin sjálv/-ur heldur um verkið, ið er til ummælis. Eg meini dámar ummælaranum verkið, so er at skriva tað. Og övut, dámar ummælaranum ikki verkið, so eigur hann at gera bart. Flöktari enn so er tað ikki. Eitt gott ummæli, annaðhvört jaligt ella neiligt, er ein smaksdómur, ikki ein ritgerð. Ritgerðarhugsað ummæli hava manga bókina dripið.

Nú legði eg fyri við reyðstapa og lokkubláum skini í rúti og soleiðis fari eg eisini at enda hetta svarið til tín. Samanumtikið er tað ein spurningur um trúgv hjá reyðstapanum, annaðhvört sálin í honum flýgur víðari um speglaðan stjörnuveg ella bert hongur eftir á rútinum sum ein grómi av öskulittum fjaðra-pui. Og soleiðis er tað við lesaranum eisini, lesturin fær tað flog, sum lesarin trýr sær til.

Tað er tað.

Carl Jóhan Jensen

30.11.2014
Carl Jóhan Jensen
Bókaprát

More articles