Bente Haraldstad Delmas

Ókeypis netorðabøkur gera stóran mun

Skúlamyndugleikar í Bergen hava júst lanserað netorðabókaskipan sum amboð til sínar næmingar. Skipanin líkist á mangan hátt teirri hjá Sprotanum, ið føroyskir skúlar hava brúkt leingi, men hon er ikki so "ókeypis” sum tann føroyska. Skúlanæmingarnir í Bergen sleppa at brúka amboðini í skúlanum, men mugu logga á sum gestir við hús.

06.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Norska skipanin hevur kortini nakrar funkur, sum vit hava á skránni at dagføra okkara skipan við í heyst. Tær eru m.a. at kopla leitorðini til Wikipedia eftir nágreiniligari frágreiðing og at leypa úr einum orði í teksti á netinum beinleiðis inn í orðabókina. 

At tey í Noregi velja at leggja myndir í netorðabøkurnar undrar okkum ikki. Hetta kann gera stórt gagn hjá næmingum, sum betur skilja frágreiðingar visuelt ella í myndum. Síggj td. mynd til leitorðið 'smálamb'.

Annars var gransking gjørd á Norges Handelshøjskole í fjør um, hvørja ávirkan netorðabøkur hava á læringina. Kanningin vísti, at teirra nýggju netorðabøkur (sum tá bara vórðu nýttar á miðnámi) gjørdu, at næmingarnir stóðu seg nógv betur í fremmandamálum. Niðurstøðan var, at øgiliga nógv fæst burturúr at gera íløgur í talgildar orðabøkur. 

Norska kanningin gevur okkum ábendingar um, at vit fáa sera nógv burtur úr okkara talgildu orðabókum. Helst ikki minni enn í Noregi, tí okkara liggja øllum heiminum opnar alt samdøgrið 365 dagar um árið.

Tað er einki at ivast í, at avgerðin í 2015 um at loysa føroysku netorðabøkurnar, so tær vórðu øllum tøkar, er ein sjaldsama víðskygd avgerð, sum politiska skipanin í Føroyum hevur tikið.

Norsku netorðabøkurnar liggja her www.norway.clarify.education, men vilt tú brúka tær, skalt tú sum sagt verða knýttur til eitt skúlahald.

06.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Ymist

More articles