Vit funnu eina seyðabyrsu og patrónir inni í flettingarkjallaranum. Eg løddi og hugdi so uppá Olla. ”Skula vit biða faðirvár ella nakað sovorðið áðrenn? Eyðbjørn Jacobsen

Mikkjalsmessa! KILL 'EM ALL

Mikkjalsmessa. Seyður, fjall, heystlomb, veðurlomb og ikki at gloyma veðrar! Sitringar fara í gjøgnum menn, og ylur kemur í, tá Mikkjalsmessa stundar til, og heystfjøllini standa fyri durum. Trongdin at veiða og drepa kemur í okkum menn viðhvørt, sjálvandi tí vit í fleiri túsund ár hava havt tað til okkara uppgávu at skaffa mat til húsið.

18.10.2016
Andras Sólstein
Ymist

Brellbiti úr nýggja stuttsøgusavninum hjá Andras Sólstein. Bókin verður á marknaðinum til jóla.

 ---

Tað eru árstíðir, vit menn rættiliga fáa roynt okkum. Heystardagur er ein teirra. Vit Olli høvdu ringt til ein bónda, Albert, og bjóðað okkum at hjálpa til.

”Ja, tit skula vera vælkomnir,” segði bóndin, ”vit fara í tveimum, nakrir fara niðan á fjallið, og nakrir í brattlendið.” ”Brattlendið!” Eg helt ondini, og hjartað bankaði títtari av berari gleði. Feitilendi, fuck, bjargamaðurin, hetta var júst tað, hetta var sjálvt hin føroyska mannasálin savnað á einum stað. Veiðimaðurin, brattlendi, vandin og veðrarnir, alt tað, ið gevur tilveruni lit, langt burtur frá asfaltinum og café-latte umhvørvinum í Havn. Tað øraði fyri mær av gleði og spenningi, Andy The Cliffhanger, hetta vóru bestu boð í lívinum. Men skjótt er harranum um, søgdu tey gomlu, tí bóndin legði afturat: ”men í brattlendi sleppa tit ikki, tit fara á fjall saman við hinum!

Ok, av øllum illum, so fingu vit ein fjalltúr, og eitt leygarkvøld inni á Irish Pub kundi søgan altíð tambast til, at vit eisini høvdu verið í teimum ørandi hæddunum.

Stuttsøgusavn eftir Andras Sólstein. Bókin verður á marknaðinum til jóla.Eg hevði kasserað mín gamla Fjälrev og keypt mær ein nýggjan í útlondunum í summar. Ein nýmótans ryggsekk við sólsellu, so man kann løða 4 w av grønum vistfrøðiligum streymi á fartelefonina, pocket pc, Garmin ur, HD-Actioncamera, iPod, GPS-ara ella hvat tú annars hevur brúk fyri á fjalli ein heystardag, og hann ætlaði eg mær at royna.

Vit fóru til gongu uml. kl 07 leygarmorgun. Ókristiligt tíðspunkt. Leygarmorgun er til at sova í, men tað ger hin nærverandi maðurin! Typan, sum tekur sær av børnunum, hann er til staðar og droymir um at vera ein grein í blaðnum Kvinna og bla. bla. bla. “So what!” segði eg við Olla, “When it gets tough, the tougher gets tougher - sum hjá Bruce Willis og teimum.”

Brekkan niðan í ódnina var tung, ólukksáliga tung. Alt ov nógv náttarlív í Havn. Tað er munur á at vera í Vágsbotni og inni á Hvannsrætt og eygleiða gimburlomb og gimbrar, lambaær og ærseyð annars, okkurt er kanska brundgelt, og sumt skuldi verið fyriseymað, áðrenn tað slapp leyst í Vágsbotni. Har eru nógvir góðir seyðamenn inni um vikuskiftini og nógvar meiningar um, hvussu eitt gott sleppingarlamb skal síggja út. Eitt gott sleppingarlamb skal hava góða ullferð, góðan og sterkan rygg, serstakliga mjóryggurin skal vera sterkur, onkur vil hava tey at vera heldur long á vøkstri við penari snáð. Skapilsið skal vera av tí allarbesta, góð júgur, ikki ov stór, men heldur ikki ov smá. Gimburlombini skula ikki vera skeivføtt, ikki ov háføtt, men heldur ikki ov lágføtt, onkuntíð sæst fótamørurin o.s.fr. Eg segði við Olla og Herry, at mær dámar best tað, sum teir gomlu søgdu, ”Tað skal vera hvørt eftir øðrum.”

Olli helt ærskjøt, ella rættari sagt ærsreyvar, vera gott kjøt, ja, av tí besta, men Herry helt, at um tú eina leygarnátt hevði hug at seta tenninar í stálman á einari ær, so vart tú ólukksáliga svangur!

Er einki serligt at síggja inni í Hvannsrætt, kann ein altíð fara úr Hvannsrætt, niðan í Írarætt kallað. Tá vit fara frá Hvannsrætt, skula vit taka okkum niðaneftir Grímsgjógv, og har er enntá ein kelda beint við gjáarmunnan, um so er, at onkrum tørvar at leska sær á, áðrenn lagt verður á Grímsgjónna. Komin í hæddina, er lagamanni at ganga eftir Kambansrók, eftir rákarlagnum - tað er mestsum bert fram eftir sløttum vestur yvir til Írarætt.

Men sum sagt, hetta, vit vóru í ferð við, var nógv strævnari enn at ganga og mala ímillum húsini í Vágsbotni.

Fyrr var monnum greitt, at tað var gott at hava okkurt undir tunguni ella okkurt at jagla, tá ið megnartøk undir ringum umstøðum skuldi takast, eitt nú inni í Hvannsrætt, tá hon var full av ærseyði, ella úti í haganum. Tí var vanligt, at menn høvdu smørsinu hjá sær, men var maður í møðisligum umstøðum í haga í kuldaveðri, tá fekk hann sær ein lítlan stein undir tunguna, tí sagt verður, at menn eru treystari, tá teir hava okkurt at jagla. Teir gomlu kundu eisini koma illa fyri av vatntroti á báti. Men hetta er als ikki nakar trupulleiki á teimum ymisku rættunum innan fyri bøgarðarnar i Havn. Í staðin fyri ein lítlan stein undir tunguna kann maður noyðast við ein lítlan. Heldur ikki er trot á medisini at geva gimburlombunum. Tey spekjast so væl av at fáa okkurt leskandi, og har er alskyns sløg og í øllum litum. Tað er týdningarmikið at spekja, sum ein gamal røktingarmaður segði: “Tak ikki í seyðin, meðan hann rennur í rættini, men fá hann at standa stillan. Tak so armin upp undir hálsin og aðra hondina um omanfyri aftursperruna.” Gud viti, hvat gimburlombini í Hvannsrætt høvdu hildið um tað takið....

Ná, men vit vóru sum sagt í holt við at taka okkum niðan reynið, og eg var meira ella minni fyrilagstur.

Eg veit, at teir gomlu plagdu at skera miltið úr sær fyri at orka betur. Søgnin sigur, at Jákup Dintil hevði skorið miltið úr sær. Jákup Dintil var húskallur hjá bóndanum í Syðrugøtu í Eysturoy, frálíkur seyðamaður og tiltikin fyri skjótleika og fimleika. Altíð hevði hann gott sinni til at ganga hagan. Søgn er, at hann kundi taka hundin um tveir teigar og kettuna um tríggjar at renna. Miltið skuldi hann hava latið skera burtur úr sær fyri at vera skjótari, men eg visti ikki rættiliga, hvar miltið á mær sat. Eg hevði bundið ein slíðraknív um miðjuna, men sætt at siga, so aftraði eg meg við at seta dolkin á holdið her úti í haganum, men niðan komu vit.

”Andy og Olli, tit sita her í hesum stígginum og ansa eftir at eingin seyður sleppur upp, ongan gang, bara vísa teimum frá tykkum, um onkur nærkast, men tað kann vera ein løta at bíða eftir okkum, so tit mugu hava tol, men havið kanska ein bøkk ella lítlan stein hjá tykkum.” Hetta vóru ordrarnir, Albert bóndi gav okkum. ”Okey, admiral Halsey,” svaraði eg. ”Eg hoyri teg”, segði Albert, síðani fóru hinir fjallmenninir, hvør í sína ódn.

Vit rullaðu ein stóran stein mitt fyri í stígnum og løgdu okkum síðani niður. Vit tosaðu eina løtu um, hvør tónleikur riggaði best í oyralurtinum her úti í haganum ein heystardag. Olli valdi The Wall, eftir sum vit skuldu verja borg her í stíggjunum, vit skuldu vera ein múrur. Eg valdi Ram, mest tí bóndin æt Albert, og tí vit tókust við seyð.

Tað gekst væl at reka, fleiri hundar vóru við, og eg fekk vent trimum seyðum, ið ætlaðu sær upp í stíggin, einari tvílembu, gimburlamb og veðurlamb. Ærin steðgaði á og hugdi niðan, har vit stóðu. Eg hómaði angist í eygunum á lombunum, gimburlambið, sum um tað hugsaði. ”Mother do you think they´ll drop the bomb?” Og veðurlambið ”Mother do you think they´ll try to break my balls?” Ærin vendi, og lombini við. Væl nøgdur við meg sjálvan hugsaði eg, halt kipp tað liggur væl fyri, mundi eg ikki fáa seyðagávur í vøggugávu? Hvør kleyv kom í rætt.

Á rættini stóðu vit Olli mest og hugdu og reypaðu, hjálptu bóndanum at koyra eitt sindur av seyði heim í seyðarúmið.

Bóndin fór til hús eftir íløtum, klútum og ymiskum, hann gjørdi klárt at fletta, vit skuldu bíða. “Tit nerta ongan seyð fyrr enn eg komi aftur,” segði bóndin og fór avstað. Har stóðu vit, og eg við slíðraknívi um miðjuna, og fingu einki gjørt. Vit fingu okkum eina øl og ein skarpan og stóðu og hugdu at allari rúgvuni í seyðarúminum. Nakrar øl og nakrar skarpar seinri høvdu vit gloymt lyftið um ikki at nerta nakað, vit tevjaðu blóð og vóru til reiðar at drepa og fletta.

“Skula vit ikki seta sjøtul á og drepa ein seyð, áðrenn hann kemur aftur?” “Jú.” segði Olli. ”Hatta har, sum hann segði, var bara til stuttleikar.” “OK! eg skal binda størsta hornaseyðin niður og skræða skinnið av honum,” segði eg og fór í seyðarúmið. Har vóru veðurlomb og gimburlomb og ær. “Eg tími ikki at fletta ær, tímir tú?” “Nei” segði Olli, “vit eru menn, tak okkurt við hornum.” “Hevur tú nakað seyðband? “spurdi eg. ”Nei,” segði Olli, ”men hygg har, hattar stóra veðurlambið, hatta hevur seyðband bundið um hornini.” Halt kjaft sum teir gomlu duga væl, hugsaði eg, vælnøgdur við teir gomlu, hann hevur longu gjørt klárt til tað fyrsta, áðrenn hann fór, tað er helst onkur gamal siður at binda seyðbandið um tað størsta veðurlambið og fletta tað fyrst, og at halda gamlan sið, tað dugir hesin bóndin. Hugagóður loysti eg seyðbandið av hornunum, og við felags hjálp fingu vit bundið niður.

”OK, skalt tú svæva, eg dugi ikki?” segði eg. ”Pínadoy mugu vit fáa lívið av einum seyði, okkara forfedrar hava svævað og dripið síðan tíðarinnar morgun, so mugu vit eisini fáa lívið av einum sølle veðurlambi.”

Høvdu vit bert havt eina Naga pistól. Í bókini Frontkammerater hjá Sven Hazel hevur Porta stolið ein Naga frá einum deyðum russiskum hermanni. Men har var eingin Naga og heldur eingin Glock revolvari.

Tungur er tigandi róður, søgdu teir gomlu, og tað er nakað um tað. Eg fór í bilin, sum stóð beint uttanfyri og koyrdi Kill ´em all hjá Metallica for frá.

Vit funnu eina seyðabyrsu og patrónir inni í flettingarkjallaranum. Eg løddi og hugdi so uppá Olla. ”Skula vit biða faðirvár ella nakað sovorðið áðrenn?” ”Eg veit ikki!” segði Olli, ”Tað havi eg so ongantíð hoyrt um fyrr. Kom bara, skjót.” Sum sagt, so gjørt. Vit settu byrsuna fyri pannuna á seyðinum og skutu, og eyguni á seyðinum kámaðust burtur beinan vegin. ”Heldur tú, hann er deyður,” teskaði eg. ”Ja, heldur tú ikki tað.” ”Eg veit ikki, men eg haldi at tað var gamalt at fáa sær ein ráka, tá lívið var tikið av seyðinum.” Tað fingu vit okkum so.

”Hvar skal eg stinga. Eg veit ikki, er tað ikki ímillum annan og triðja hálsgeisla?”

So er tað skinnið. Eg visti av, at fyrr tummaðu teir á gólvinum, og flettingarmaðurin hýkur, meðan hann tummar, stundum hevur hann annað knæið niður á gólvið. Men, altso, hendan arbeiðsstøðan er alt ov ring. Eg ætli mær so ikki at dálka mínar nýggju vatntøttu fjallabuksir við blóði og gori.

”Men, í dag eru fleiri, ið heingja seyðin upp og síðan tumma, meðan tað hongur.” segði Olli. Sum sagt, so gjørt, vit hongdu seyðin upp í ein bjálka uppi undir loftinum og byrjaðu. Men tað var ólukksáliga seigt. ”Er einki snildari?” spurdi eg eftir at hava hingið í skinninum við allari mínari vekt, vit høvdu nóg illa loyst búkin og ryggin. ”Jú, eg veit, vit binda í skinnið og fáa okkum ein enda út ígjøgnum hurðina og seta fast í bilin, so skræða vit skinnið av, meðan vit koyra eitt sindur fram.”

Uha, sum tað liggur væl fyri, hví hevur eingin hugsað hendan tankan, helst tí seyður, fletting og alt, ið har til hoyrir, er niðurbundið í gomlum siðum, soleiðis gjørdu teir gomlu, og soleiðis gera vit.

Væl hýrdur setti eg bilin í gongd og koyrdi fram, tað stóð eitt sindur á, men eg trýsti bara eitt sindur meira á speedaran. “Steðga” hoyrdi eg Olla rópa, men ov seint var, eg hevði slitið seyðin av um tvøran og dragsaði meginpartin av krovinum aftaná mær.

”Ná, hatta var ikki so gott.” segði eg við Olla, meðan vit báðir stóðu og hugdu at tí sundurslitna seyðinum. Blóð, vomb, innvølir og alt møguligt lá og sløddist á gólvinum, hvat gera vit nú?

Ja, nú vóru góð ráð dýr. ”Veitst tú hvat,” sigi eg við Olla, ”eingin etur feitt longur, bøgirnir eru feitir, síðurnar fara burtur allíkavæl, sama er við vombini, eingin etur blóðpylsu ella nakað sovorðið. Tjógvini eru heil, og tey eru altso the shit á seyðinum. Eg haldi faktiskt, vit hava gjørt bóndanum eina stóra tænastu við at beina fyri øllum hesum óátuligu og ónýtiligu stykkjunum á seyðinum.”

”Ja, tað er kanska nakað um tað, tú sigur Andy.” Væl hýrdir fóru vit í holt við at rudda og spula gólvið. Tað manglaði bert at taka skinnið av kjógvunum, so vóru vit lidnir at fletta. Fletta, tað hevur einki uppá seg.

Tað var eitt ræðuligt róp, “Hvat í ólukkan hava tit gjørt?” rópti bóndin og kom veipandi ímóti okkum, “Vit hava flett, hvat er galið við tí...” svaraði eg og royndi at vera blíður, “Hvat er galið, tit hava pínadoyð dripið brundin, vakrasta og besta brundin úr haganum í fleiri ár! Umframt at binda eitt spjaldur um øsið á lambinum, hevði eg gjørt mær tann ómakin at binda seyðbandið um hornini sum eitt eyka frámerki, hvat ólukkan eru tit fyri fólkaslag?

Eg ætlaði at siga, at tað var absolutt eitt býtt frámerki og ætlaði at greiða frá, at vit hildu hann hevði gjørt klárt til at binda tann fyrsta seyðin niður, men eg valdi at tiga og einki siga, meðan I-poddurin spældi í oyralurtinum:

We’re so sorry Uncle Albert
We’re so sorry if we caused you any pain
We’re so sorry Uncle Albert...

Andras Sólstein

18.10.2016
Andras Sólstein
Ymist

More articles