Hvørt árið hevur sín serliga dám

2011 fer í søguna hjá SPROTANUM sum árið, ið prógvaði, hvussu nógv kemur burturúr, tá ið vit standa saman um stórmál.

16.12.2011
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Tað var í avgust, í summalýkku, og klúkarnir skróvaðu, tá ið seinastu avtalurnar um at fáa all­ar orðabøkurnar ókeypis inn í allar skúlar í Før­oy­um vórðu gjørdar. 

Orðabókagrunnurin og SPROTIN gingu saman í samstarv, og aðalstjórin í mentamálaráðn­um, mentamálastjórin og  landsstýriskvinnan í menta­málum tóku ta slóðbrótandi avgerð, at nú skuldu allir skúlar hava ókeypis telduorðabøkur, tí einki mundi muna meira í arbeiðinum fyri føroyskum enn júst tað. 

Málsligi veruleikin rúmkaðist í Føroyum í góð­veðrinum í august. Partur SPROTANS lá ikki eftir.

Vit fóru síðan undir annað arbeiði – at gera e-bøkur. Hetta arbeiðið heldur fram í 2012, tá ið vit lans­era e-bókaportal, sum vónandi eisini fer at verða ljóðbókaportalur. Gongst, sum vit ætla, verður tann portalurin veruleiki í vár.  

Vit vita, at áhugin fyri føroyskum bókmentum er stórur úti í heimi, og vit vita eisini, hvussu torført tað er hjá útlendingum at kunna seg um og ogna sær føroyskar bøkur. Tí verður nýggi portal­urin á føroyskum og enskum, so ØLL bara verða trý klikk frá at keypa sær eina føroyska bók, sama hvar tey búleikast.

Ein portalur megnar onki í sjálvum sær, men verður væl kunnað og marknaðarført á t.d. bóka­mes­sum, verður portalurin gluggin inn í okkara bók­mentaligu gripir. 

SPROTIN takkar hjartaliga fyri alt tað arbeiðið, ið fólk við hegni og eldhuga hava lagt í forlagið í ár og takkar viðskiftastovnum og einstaklingum fyri gott samstarv.
16.12.2011
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

More articles