Í 2012 kom 12. orðabókin inn á Sprotan

Í Sprotaheiminum vóru tvær mikkjalsmessur í 2012. Ein sum vanligt tann 29. og ein onnur undanmessa tann 17, tá ið Mikkjal Sjisjkin kom ta longu leið úr Russlandi at leggja sína seinastu skaldsøgu fram fyri okkum á føroyskum.

06.02.2013
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Sama kvøld vístu vit teimum mongu, ið vóru komin saman á Hotel Føroyum, eina nýggja, stóra russiska orðabók, sum Johnny Thomsen hevur skrivað. Nú er hetta stórverkið tøkt á netinum, og nú hava vit ein høvuðslykil at sleppa inn í eina mentan, sum flestu okkara er fullkomiliga fremmand. 

Fyrsti eyðsýndi munurin er, at russar brúka ikki latínska stavraðið, og vanligi føroyski brúkarin hevur ikki russiskar stavir á sínum knappaborði. Vit hava lagt upp fyri tí báganum og hava gjørt eitt tykis-knappaborð (virtuelt), so til ber at skriva russisku orðini, hóast títt veruliga knappaborð bara hevur latínskar stavir. Vit ætla, at leggja framburð inn í leitorðini eisini. Tann funkan er ikki virkin í løtuni, men tað verður hon.

Vit hava biðið Johnny lýsa nakrar tættir í arbeiðinum við hesi bókini.    

– Bókin er næstan 60 000 leitorð, men hon kann ikki beinleiðis samanberast við t.d. eina føroyska orðabók við sama leitorðatali, sigur Johnny og heldur fram:

– Tað kemst fyrst og fremst av, at fyri føroyskt o.o. mál eru tey samansettu navnorðini so eyðkend, glasborð, glashurð, glasfjall, glasskáp, glasull. glaseyga o.s.fr. Tey hava  øll sítt egna leitorð. Hugsar tú tær tíggju sovorðin orð, so hevur ein føroysk orðabók orðið glas + tíggju ósamansett orð + tíggju samansett, tilsamans 21 leitorð.

–  Hetta slagið av samansettum orðum er at kalla ókent í russiskum. Í staðin hava vit tvey orð, eitt lýsingarorð og eitt navnorð. Í einari russiskari orðabók hava vit tí í døminum omanfyri eitt lýsingaorð, stekljannyj, + tíggju ósamansett orð, tilsamans 11 leitorð.  

– Eg fór undir orðabókina á heysti 2001 og var liðugur í februar 2010, so arbeiðið vardi í 8 ½ ár. Eg helt sjálvur, tá ið eg fór í holt við hana, at tað fór at taka eini trý ár, men …  Eg arbeiddi at kalla hvønn dag hesi árini 4-6 tímar við orðabókini. Longur orkar eingi at sita og skriva orðabók. Restina av degnum hugsaði eg um hana.  

– Hon líkist burtur úr øðrum orðabókum, sum eru komnar á føroyskum, tí at hon ger nógv meira burturúr at vegleiða útlendingin at sigla í tí skerjuta farvatninum, sum nútíðarføroyskt er. T.e., hon lýsir ta serligu málstøðuna, dichotomiina, sum er í føroyskum nógv gjølligari enn aðrar orðabøkur og roynir t.d. við styttingum av greiða útlendinginum frá, nær tað er í lagi at brúka eitt orð úr tí, eg kalli tí neutrala ókodificeraða málinum, og nær hann ikki eigur at gera tað. Eg  lýsi eisini stilistisk viðurskifti øðrvísi og nágreiniligari enn aðrar orðabøkur.
Eisini føroyska mállæru greiði eg fyri russaranum.  

– Har eg havi fakmál við, royni eg eftir førimuni at siga russarum, hvat føroyskir maskinmenn, bilmekanikarar, timburmenn, læknar o.a. í roynd og veru siga, og ikki finna upp á orð sjálvur.  

– Sum eg eisini segði tað kvøldið í oktober, so hevur orðabókin eitt hall móti sjóvinnu og fiskiskapi uttan tó at vera ein maritim fakorðabók. Og tí finnur russarin heilt fitt av trolnøvnum o,ø., nøvn á fiskireiðskapi, fiskanøvn o.a. Væl meira enn í tílíkum almennum orðabókum annars. So tann russarin, sum vil hava at vita, hvussu t.d. шворка (sjvorka) eitur á føroyskum, sær, at hetta er leysing o.s.fr.  

– Avgerandi fyri meg hevur verið at gera ein deskriptiva orðabók. Hvat tí russiska viðvíkur, hevur tað ikki verið so ringt at gera eina deskriptiva lýsing.  Har havi eg kunnað dúvað upp á arbeiðið hjá øðrum. Verri hevur verið við føroyskum. Og tann deskriptiva lýsingin av tí føroyska partinum má hava støði í teimum serligu viðurskiftunum í føroyskum soleiðis, sum tey eru - ikki í nøkrum øðrum máli ella í einari mynd av einum føroyskum, sum ikki er til.  

– Tá eg leggi so nógvan dent á tað, sum eg kalli neutralt ókodificerað mál, er tað ikki ein spurningur, um mær dámar hetta málið ella ikki, um eg haldi tað er rætt ella skeivt at brúka tað o.s.fr. Hjá mær er hetta eina konstatering av einum veruleika, at hetta er ein ómetaliga týðandi partur av føroyskum. Og sum objektivur leksikografur má eg taka støðu til henda veruleika og finna vegir at viðgera hetta. Tað havi eg so roynt.  

– Tey, sum skelda meg út og leggja meg undir at fremja “málspillu”, hava púra misskilt uppgávuna hjá mær, soleiðis sum eg síggi tað. Tað kann væl vera, at eg ikki eri nakar serliga eldhugaður puristur, men sum tú sært í orðabókini, havi eg somu objektivu tilgongd til purismur í føroyskum. Tær eru við, sum eiga at vera við, og verða viðgjørdar, sum teir eiga at vera. Og tær, sum eiga at hava eitt frámerki, hava fingið tað. Ein gomul purisma sum kollvelting hevur einki frámerki yvirhøvur, tí hetta orðið hoyrir nú á døgum til tað neutrala orðatilfarið í føroyskum. Sama er at siga um ta nýggju purismuna telda. Hon hevur heldur einki frámerki. Eitt orð sum úrtøkiligur hevur harafturímóti eitt frámerki. Mín uppgáva sum leksikografur er ikki at fremja purismu, men heldur ikki at arbeiða ímóti henni. Mín uppgáva er at lýsa viðurskiftini.  

Tað liggur eitt øgiliga stórt arbeiði í russisku orðabókina hjá Johnny, frágreiðingarnar eru upplýsandi, og at hon eisini hevur føroyska mállæru til russar setur prikkin yvir brúkbæri í hesi bók.

Russiska-føroyska orðabókin liggur her
06.02.2013
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

More articles