Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Maria Navarro Skaranger
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-421-8
Útgávudagfesting: 31. mai 2021
Síður: 114

Bók um sorg (Søgan um Nils í Skóginum)

Maria Navarro Skaranger

Tað var ógjørligt at týða eyguni í mammu, tað kvøtti at kalla ikki úr henni.

Tað fyrsta, ið beiggi mín Mik segði: Hetta var tað, vit óttaðust, vit vistu, at hetta kundi henda. Hann segði tað einfalt og greitt, einki kløkkur, og pápi nikkkaði, hann var samdur. Mik segði okkurt, hann kendi seg aftur í, øll á sín hátt samd, sum um vit øll onkursvegna høvdu fyrireikað okkum ella hugsað tað áður, tankin hevði nomið okkum øll, og eisini Nils sjálvandi. Helst fyri langari tíð síðan. Tá ið hann búði í skóginum, ella kanska tær fyrstu ferðirnar, hann varð innlagdur.

Vit høvdu kanska hugsað tá, at hesin drongurin verður ikki gamal, hann fer ongantíð at fáa børn, gifta seg, keypa hús og bil.

---

Ein bróðir doyr, og Bók um sorg (Søgan um Nils í skóginum) er søgan um familjuna, ið situr eftir. Um eina mammu,  sum bara grætur, um ein pápa, ið ikki er til staðar, um systkin, ið royna at skilja. Skaranger skrivar rátt og nemandi um at bjarga lívi og ábyrgd. Hon skrivar um ørkymlan og øði, men eisini um kærleika, vón og ljósið, ið er.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Maria Navarro Skaranger

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 28.06.2021
Álvarsama spælið
348,00
Corpus delicti
298,00
Menn í mínari støðu
348,00
Fontamara
298,00
Ein annar er gull
348,00
Gentan í verðini
348,00