Leikritið Ó - Søgur um djevulskap
Hvør drap Bænadikt Conradsen, slaktaran í Gásadali? Hvør er Matthias J. Danielsen í roynd og veru? Trúboði? Djevul? Hvør ber í grundini djevulskapin í sær?
Hon er nógv umtalað. Hon er elskað. Hon er útskeldað. Hon er útseld. Hon er virðislønt. Hon er Óendalig. Hon er Ógloymandi! Bókin! Las tú hana nakrantíð? Nei? Tað bilar onki. Tí nú er leikritið her.
Sjónleikurin, sum byggir á fyndugu, djúpu og djevulskt spennandi skaldsøguna Ó - Søgur um djevulskap.
Demonar, ræðsla, blóð, andar, dráp, veitsluborðhald, girnd, tráan, longsul, níðingssverk, líkskoðan … tað drýpur, og tað spøkir í hesi blóðugu morðgátu, sum avhylur tað allardøkkasta í mannasinninum. Tá ið sálin verður hertikin av djevlinum og fremur hansara andstyggiligastu gerðir.
Vit bjóða tær vælkomnum til eitt Ó-gloymandi kvøld í Norðurlandahúsinum, har tú kemur við á ferð í tíð og rúmd og djúpt inn í skýmaskotini í hesi Ó-loystu morðgátu.