Verljóð
SPARL (brot úr yrking)
á matstovuni sparl
eru alskyns sparl at fáa
sparl sum øll eru hentað
úr fjølbroyttum føroyskum haga
ja hvørja ferð tú koyrir eitt sparl í munnin
smakkar tú enn eina michelinstjørnu
matarskráin á sparl er sera forkunnug
tú kanst fáa sparl sum eru sviðin við blásilampu
og etin við krákunevi av feskari kráku
sparlini eru altíð estetiskt laðaði sum varðar
á tí náttúrliga brúna tallerkinum
tey kunnu eisini laðast sum stavnhetta
við eini laksalús á hvørjum stavni
og tú fært igulker
sum eru fylt við royktum sparli
sum eru varisliga hentað í ambadali
men roykt í egnari roykstovu
alt gjørt sama dag sum tey verða sett á borðið
tað er altíð hugnaligt í stovu á matstovuni sparl
við alskyns gimaroyki
so tú kennir teg sum ein náttúrligan part
av náttúruni og tí sum í henni gongur ella krýpur