Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Axel Tórgarð
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-441-6
Útgávudagfesting: 21. februar 2022
Ritstj.: Janus Mohr og Jákup Reinert Hansen

Verði ljós

Axel Tórgarð

Í 1993 skrivaði Axel Tórgarð allar ­morgunlestrarnar sjálvur. Hann skipaði teir sum eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av øllum Gamla Testamenti. Eftir einum ári hevði hann tikið fram orð úr hvørjari bók í Gamla Testamenti. 

Hann greiddi frá teimum einstøku verkunum, høvundi, tíð, innihaldi og endamáli. Heildarfatan hansara var, at skal Gamla Testamenti tala til okkara, sum kristin eru, noyðast vit at lesa tað í ljósinum av evangeliinum í ­Nýggja Testamenti. Hesa fatan hevði hann frá ­Dag ­Monrad Møller, konfirmatiónspresti sínum, sum hevði lært tey ungu tey kendu orðini hjá kirkjufaðirinum ­Augustin: „Tað nýggja liggur fjalt í tí gamla, tað gamla letist upp í tí nýggja.“

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 278,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

 

 

Um høvundin Axel Tórgarð

Axel Wenningstedt Tórgarð (1923 – 2011) var ­prestur og týðari. Hann var stjóri í nýstovnaða Útvarpi Føroya í nøkur ár, til hann gjørdist prestur í Norðurstreymoy; seinastu árini av lívinum var hann serliga virkin sum týðari. Axel Tórgarð hevur serliga týtt klassiskar bókmentir úr enskum til føroyskt, men eisini nakað úr grikskum. 

Aðrar bøkur Axel Tórgarð

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Fuglar okkara
800,00
Børn í heimsveldi
398,00
FØROYASMAKKUR
490,00
FAROE ISLANDS FLAVOUR
490,00
Sálareyga
398,00
Góður gamal kristindómur
248,00