Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Theodor Kallifatides
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-485-0
Útgávudagfesting: 14. oktober 2022

Bardagin um Troiuborg

Theodor Kallifatides

Theodor Kallifatides bregdar søguna úr Illionskvæðnum, hvussu Troia varð hersett, saman við fólkum í eini lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett í seinna heimsbardaga.

Ímeðan bumburnar regna, fer lærarinna við børnunum í lívd og sigur teimum søguna um Hektor og hinar troiubúgvarnar, sum vardu býin ímóti Agamemnon, Akilles og Menelaos. Teir vildu hertaka býin og hevna konu Menelaos, ta vøkru Helenu, sum flýdd var til Troiu við elskara sínum Paris. 

Eitt heilt fólk fór í kríggj fyri rættin hjá einum manni at eiga eina konu! 

Bardagarnir eru blóðugir og andtyggiligir. Tann reini ørskapur.

Søgan er einføld, men eigur nógva dýpd. Ein lýsing av mongum, ið ger mun, er, tá ið tríggir mótstøðumenn hava dripið ein týskan heryvirmann og einum teirra eydnast at flýggja. Fyri at tvinga grikkar at nevna navnið á tí flýdda mótstøðumanninum, skulu týskararnir drepa tríggjar tilvildarligar grikkar hvønn dag, til maðurin er tikin. Hetta hendir samstundis sum, íbúgvarnir í grikska býnum eru tvingaðir at búgva tætt saman við týskarum. Borgarstjórin situr á somu kaffistovu sum leiðarin hjá týskarum. Gerandislívið skal halda á, hóast hesi fólki eru í kríggi hvørt við annað. 

Skaldsøgan eins og Illionskvæði lýsir ófatiliga ørskapin í kríggi. 

Frásøgufólkið er ein fimtan ára gamal drongur, sum sær tað, ið hendir, og hugsar um tað. Hann fylgist trúliga í skúla við Dimitru, gentuni, hann altíð hevur kent. Men hann er forelskaður í lærarinnuni. Hann skilir, at tann kærleikin er bannaður, og hann skilir og sær eisini, at lærarinnan er forelskað, ikki í honum, men í kærleika, ið er uppaftur meira bannaður.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 348,00
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Theodor Kallifatides

Kærleikin
298,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00
Hjarta mansins
348,00
Upplesarin
348,00
Dreymsótt
348,00