Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Theodor Kallifatides
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Greece
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-485-0
Útgávudagfesting: 14. september 2022

Bardagin um Troyuborg

Theodor Kallifatides

Theodor Kallifatides bregdar søguna úr Illionskvæðnum, hvussu Troya varð hersett, saman við fólkum í eini lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett í seinna heimsbardaga.

Ímeðan bumburnar regna, fer lærarinna við børnunum í lívd og sigur teimum søguna um Hektor og hinar troyubúgvarnar, sum vardu býin ímóti Agamemnon, Akilles og Menelaos. Teir vildu hertaka býin og hevna konu Menelaos, ta vøkru Helenu, sum flýdd var til Troyu við elskara sínum Paris. 

Eitt heilt fólk fór í kríggj fyri rættin hjá einum manni at eiga eina konu! 

Bardagarnir eru blóðugir og andtyggiligir. Tann reini ørskapur.

Søgan er einføld, men eigur nógva dýpd. Ein lýsing av mongum, ið ger mun, er, tá ið tríggir mótstøðumenn hava dripið ein týskan heryvirmann og einum teirra eydnast at flýggja. Fyri at tvinga grikkar at nevna navnið á tí flýdda mótstøðumanninum, skulu týskararnir drepa tríggjar tilvildarligar grikkar hvønn dag, til maðurn er tikin. Hetta hendir samstundis sum íbúgvarnir í grikska býnum eru tvingaðir at búgva tætt saman við týskarum. Borgarstjórin situr á somu kaffistovu sum leiðarin hjá týskarum. Gerandislívið skal halda á, hóast hesi fólki eru í kríggi hvørt við annað. 

Skaldsøgan eins og Illionskvæði lýsir ófatiliga ørskapin í kríggi. 

Frásøgufólkið er ein fimtan ára gamal drongur, sum sær tað, ið hendir, og hugsar um tað. Hann fylgist trúliga í skúla við Dimitru, gentuni, hann altíð hevur kent. Men hann er forelskaður í lærarinnuni. Hann skilir, at tann kærleikin er bannaður, og hann skilir og sær eisini, at lærarinnan er forelskað, ikki í honum, men í kærleika, ið er uppaftur meira bannaður.

Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 278,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

 

 

Aðrar bøkur Theodor Kallifatides

Aðrar bøkur Skaldsøgur

ARR
348,00
Suðurgluggin
198,00
Blómudalurin
348,00
Nornan spinnur
398,00
Tollakur hjá Ingibjørg
348,00
Fáur fær tráðin heilt slættan
348,00