Einki heiti
Henda sermerkta lyriska røddin, sum altíð lýsir øll evni úr sínum serkenda vinkli, sum altíð setur tilverubitarnar saman soleiðis, at tú fært eitt makaleyst upplivilsi, hevur enn eina ferð skrivað eitt avbera gott yrkingasavn við heitinum EINKI HEITI.
Her eru nøkur dømi úr savninum:
MIDNÁTTARMESSA
pávin kyssir
eina dukku
á knæið
áðrenn hann
fer at
sveiggja
roykilsi
fyri henni
vónandi
hevur dukkan
góð lungu
so vit
skilja
boðskapin
eisini um
tvey
túsund
ár
GREIPA
tey fóru
í bað
saman
so tey
kundu
gerast
skitin
saman
tey róku
dýrini
inn í
sín egna
hugaheim
og tey
komu
ongantíð
út aftur
PARADÍS
vit børn
lakkaðu paradís
á tí breiða vegnum
tí tað var
ov lítið pláss
á tí smala
har tey gomlu
gingu aftur og fram
og tosaðu um
gamlar dagar og slekt
áðrenn tey fóru
út á bøin
at henta summardáar
til okkum
sum vóru so røsk
at lakka paradís
á tí breiða vegnum
NÁTT
tann
tráðleysa
náttin kvetti
øll bond
við tann
ósjónliga
guitaristin
sum spældi
ta óendaligu
soloina sum
bara hann
sjálvur hoyrdi
og heldur eingin
sá sjálvshatrið
sum var
tatoverað
á hansara
pínda
kropp