Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Fríða Ísberg
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Ísland
Umbrot: Sára Mikkelsen
Útgávudagfesting: 26. juni 2023

Merking

Fríða Ísberg

Samhugaprógvið er ein kollveltingarkend tøkni. Kanningar staðfesta, at tað er merkingarberandi samsvar millum andsamfelagsligan atburð og tað at vera máld ella máldur undir lágmarki á mátistokkinum hjá samhugapróvnum. Allir einstaklingar hava í boði at fara til próvtøku, og um royndin er staðin merkja seg í eina almenna protokoll hjá Sálarfrøðingafelagi Íslands og soleiðis prógva fyri samfelagnum, at tey eru álítandi. Oddafólk og ráðandi persónar hava noyðst at merkja seg, ein fyritøka fyri og onnur eftir velur at merkja seg, og nýggir býlingar spretta, har sum ómerkt ikki hava atgongd. 

Íslendska tjóðin er klovin, onnur helvtin vil hava tryggari samfelag, hin helvtin rættvíst samfelag. Høvuðspersónarnir í skaldsøguni Vetur, Oya, Ólavur og Tristan, hava øll noyðst at laga seg til tað nýggja siðalagið, og fyri framman er tjóðaratkvøða um, hvørt merkingarskylda skal vera lógarbundin. 

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Fríða Ísberg

FRÍÐA ÍSBERG gjørdist navnfrom fyri yrkingabøkurnar Slitförin, t.e. ‘slitmerkini’, og Leður-jakkaveður og stuttsøgusavnið Kláði, t.e. ‘skriði’, sum var í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs. Skaldsøga hennara Merking, hevur fingið fleiri tignarligar viðurkenningar. 

Fríða er limur í høvundasamtakinum Svikaskáld, og stundum skrivar hon ummæli í The Times Literary Supplement. 

Verk hennara eru týdd til 17 mál. 

Aðrar bøkur Fríða Ísberg

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
348,00
Nýggj
Eden
248,00
Nýggj
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00