Hugleiðingar av marbakkanum
– Pápi mín fór norður til Saksunar einsamallur í tjaldi ein juli mánað í nakrar dagar. Hann kom aftur og segði mær frá einum seinnaparti eystarumegin vatnið. Stormur av landsynningi og stórar aldur á vatninum. Laksar, sum veittraðu við ryggfjøðurini millum brotini. Og ein øgiliga stórur, sum koppaði niður móti fluguni hjá honum, men sum ikki varð fastur.
Eg var lítil, men eg droymdi ævintýrkendar dreymar um staðin, sum abbi og pápi tosaðu um við fjarum, langtandi eygum. Eg ynskti so inniliga, at eg eisini skuldi koma hagar.
Í brotum hugleiðir høvundurin um tíðina, ið fór.
Við alski verða fólk og støð lýst. Stundum í ritroyndum, stundum í vanligum minnislýsingum. Í teimum tekstunum, har høvundurin minnist aftur á meira ella minni søguligar smáhendingar í Havn, bera tekstirnir brá av autofiktión. Eitt val, ið er tilætlað fyri at loysa seg eitt sindur frá sjálvari hendingini og gera hana øllum viðkomandi.
Undir tekstunum liggur alsamt ibsenska staðfestingin: Evigt ejes kun det tabte! Men tað, ið mist er, er her skilt sum tað, ið farið er – ikki tað, ið horvið er.