Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jens Christian Carlsson
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-525-3
Útgávudagfesting: 5. oktober 2023

Hugleiðingar av marbakkanum

Jens Christian Carlsson

– ­Pápi mín fór norður til Saksunar einsamallur í tjaldi ein juli mánað í nakrar dagar. Hann kom aftur og segði mær frá einum seinnaparti eystarumegin ­vatnið. Stormur av landsynningi og stórar aldur á vatninum. Laksar, sum veittraðu við ryggfjøðurini millum brot­ini. Og ein øgiliga stórur, sum koppaði niður móti fluguni hjá honum, men sum ikki varð fastur.

Eg var lítil, men eg droymdi ævintýrkendar dreym­ar um staðin, sum abbi og pápi tosaðu um við fjarum, langtandi eygum. Eg ynskti so inniliga, at eg eisini skuldi koma hagar.

Í brotum hugleiðir høvundurin um tíðina, ið fór. 

Við alski verða fólk og støð lýst. Stundum í ritroynd­um, stundum í vanligum minnislýsingum. Í teimum ­tekstunum, har høvundurin minnist aftur á meira ella minni søguligar smáhendingar í Havn, bera tekst­irnir brá av autofiktión. Eitt val, ið er tilætlað fyri at loysa seg eitt sindur frá sjálvari hendingini og gera hana øllum viðkomandi.

Undir tekstunum liggur alsamt ibsenska staðfestingin: Evigt ejes kun det tabte! Men tað, ið mist er, er her skilt sum tað, ið farið er – ikki tað, ið horvið er. 

Nøgd
Prísur
kr. 348,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Jens Christian Carlsson

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Ross og fólk
398,00
Veðursjúka
238,00
Sanna Dahl
398,00
Góðkrút
448,00
Reyn, kæra Reyn
448,00
Ukrainska dagbókin
248,00