Dreymaólag
Gyrðir Elíasson (1961) hevur givið út eina røð av yrkingasøvnum, stuttsøgusøvnum og skaldsøgum á íslendskum. Stílurin er altíð myndríkur og lýriskur. Kendasta verk hansara er uttan iva stuttsøgusavnið Millum trøini (2009), sum hann fekk Norðurlendsku Bókmentavirðislønina fyri í 2011.
Yrkingar og søgur hansara eru eyðkendar og lýsa á heilt serligan hátt dreymar og veruleika, tað fantastiska og tað triviella. Samstundis hava lýsingar hansara mangan ein farra av magiskum útsagnum, har hann yrkir um samanhangin millum hugsan og nátúr.
Síðan 1983 hevur Gyrðir Elíasson givið út 20 yrkingasøvn, 4 søvn við stuttprosa, 7 skaldsøgur, 11 stuttsøgusøvn og 1 greinasavn.
Yrkingasavnið Dreymaólag varð fyrstu ferð givið út í Reykjavík í 2020.
Martin Næs hevur týtt savnið til føroyskt, og Zacharias Heinesen gjørdi kápuna til føroysku útgávuna.
...
Framtíð B
Lesitornið í PISA
er skeivt
sum leisturin
sjálvur