Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Gyrðir Elíasson
Bólkur/ar: Yrkingar
Upprunaland: Ísland
Týðari: Martin Næs
Kápusnið: Zacharias Heinesen
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-524-6
Útgávudagfesting: 12. november 2023
Síður: 120

Dreymaólag

Gyrðir Elíasson

Gyrðir Elíasson (1961) hevur givið út eina røð av yrkingasøvnum, stuttsøgusøvnum og skaldsøgum á íslendskum. Stílurin er altíð myndríkur og lýriskur. Kendasta verk hansara er uttan iva stuttsøgusavnið Millum trøini (2009), sum hann fekk Norðurlendsku Bókmentavirðislønina fyri í 2011.

Yrkingar og søgur hansara eru eyðkendar og lýsa á heilt serligan hátt dreymar og veruleika, tað fantastiska og tað triviella. Samstundis hava lýsingar hansara mangan ein farra av magiskum útsagnum, har hann yrkir um samanhangin millum hugsan og nátúr.

Síðan 1983 hevur Gyrðir Elíasson givið út 20 yrkingasøvn, 4 søvn við stuttprosa, 7 skaldsøgur, 11 stuttsøgusøvn og 1 greinasavn.

Yrkingasavnið Dreymaólag varð fyrstu ferð givið út í Reykjavík í 2020.

Martin Næs hevur týtt savnið til føroyskt, og Zacharias Heinesen gjørdi kápuna til føroysku útgávuna.

...

Framtíð B

Lesitornið í PISA
er skeivt
sum leisturin
sjálvur

Nøgd
Prísur
kr. 148,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Gyrðir Elíasson

Gyrðir Elíasson (1961) er sera virkin og evnaríkur íslendskur høvundur, sum hevur sín egna stíl, og hetta sæst týðiliga aftur í verkum hansara. Hann hevur listagávur sum fáur og hevur eitt nú skrivað skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar og hevur fingið nógvar virðislønir í Íslandi fyri sítt bókmentaliga yrki. Í 2011 fekk hann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri stuttsøgusavnið Milli trjánna. 

Aðrar bøkur Gyrðir Elíasson

Sorgarmarsjurin
198,00
Suðurgluggin
198,00
Sandábókin hátíðarsonata
198,00

Aðrar bøkur Yrkingar

Tann ákærdi boðberjin
198,00
ást
148,00
Martin Joensen
398,00
Protesur
198,00
Heiti
198,00
Hjúpuljóð
148,00