Knívin í eldin
Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og gevur tær tevið av blóði, tá ið reinsdjórini verða flett.
Árið er 1859. Brita Caisa Seipajærvi fær sær skíðirnar á føturnar, tí hon fer at gera langa ferð úr Finnlandi til Noregs. Brita Caisa er bæði vøkur og sterk, og hon eigur evnini at lekja bæði fæ og fólk. Við sær á ferðini hevur hon sínar báðar smáu synir, sum føddir eru uttan fyri hjúnalag og hava ikki sama pápa. Málið við ferðini er Bugøynes, har tað sigst, at havið kókar av fiski. Á leiðini hittir hon Mikkel, og tey bæði fáa eitt heitt kærleikssamband, sum tey halda loyniligt.
Knívin í eldin hevur fingið sín íblástur úr lívinum hjá oldurommu Ingeborgar og er fyrsta bókin í tríverkinum Sangir um Íshavið.