Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Alex Schulman
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-626-7
Útgávudagfesting: 19. februar 2026

Gloym meg

Alex Schulman

Hetta er tekstur, ið kensluliga nemur ógviliga djúpt, um hvussu sárbær børn eru.

Tað er ein sorg og vónloysi í lítla dronginum, sum eingin kann verja seg fyri. Tá ið hann lýsir neyvt, hvussu hann eygleiddi mammu sína, tá ið hon ikki var, sum hon átti at vera. Allar fløskurnar, at hon legðist upp í song, óttin fyri, hvat kundi henda henni og øll ábyrgdin av at verja hana fyri annara eygum. Eingin skuldi fáa at vita... 

Og so sorgin og ørkymlanin um, at alt ikki var í lagi í familjuni. Har var eingin at spyrja ella fáa stuðul frá. Bara einsemi. Og móðurloysi. Mamman, sum hann var so góður við, var ikki har longur, og honum longdist eftir henni. Og honum longdist eftir einum sindri av eymleika frá øðrum.

Árini ganga og støðan bæði versnar og batnar. Ein syrgilig ættarsøga er avdúkað við kulda, tøgn og fjarstøðu. 

Alex sigur seg skriva fyri at endurskapa barndómin. Fyri at sættast við tann, hann veruliga hevði og at minnast tann, honum longdist eftir, tey fyrstu árini, tá ið mammufavnurin enn var opin. Tann, sum kápumyndin vísir, ein mynd av mammuni og Alex sum hann fann, tá ið hann seinni ruddaði eftir hana.

Heitið “Gloym meg” vísir til orðini hjá mammuni, tá ið hon ikki vildi viðurkenna, hvaðna minni tosa um, sína alkoholismu. So ræðuliga syrgiligt!  

Prísur
kr. 298,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Alex Schulman

Skunda tær at elska
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í heyst
Neyðardýrið
298,00
1804
298,00
Fjarvera tín er myrkur
348,00
Illgruni
298,00
Málningurin av Dorian Gray
348,00
Vit eru fimm
298,00