BERGITHE JOHANNESSEN
Í 1925 slapp ein føroysk kvinna bara 19 ára gomul inn á málaraskúlan á Kunstakademinum í Keypmannahavn sum fyrsti føroyingur.
Henda bók lýsir søguna um listina og lívið hjá Bergithe Johannessen millum Føroyar, London og Keypmannahavn – eitt lív, ið er merkt av dirvi, listarligari tráan og djúpum kærleika til føroyska landslagið, men eisini meinbogum og gloymsku.
Viðbreknu, litmiklu vatnlitamyndirnar eftir Bergithe Johannessen lýsa vakurleikan í oyggjunum, og fá raka kensluliga huglagið í føroysku náttúruni sum hon, tað alsamt skiftandi ljósið, avbrigdini í øllum tí grøna. Himmalin og havið.
Henda vakurt myndprýdda ævisøgan savnar saman søguna, sum enn ikki hevur verið søgd, um ein sermerktan slóðara í norðurlendskari list og manar fram eina kvinnu, sum fylgdi sínum listadreymi í krevjandi tíðum og tráddi nýggja leið sum listafólk og menniskja.
...
En pioner i færøsk kunst
I 1925 blev en blot 19-årig færøsk kvinde optaget på Kunstakademiets malerskole i København som den første færing nogensinde.
Denne bog udfolder fortællingen om Bergithe Johannessens kunst og hendes liv mellem Færøerne, London og København – et liv præget af mod, kunstnerisk ambition og dyb kærlighed til Færøernes landskaber, men også af forhindringer og glemsel.
Bergithe Johannessens delikate, farvemættede akvareller skildrer Færøernes skønhed, og få har som hun indfanget den færøske naturs poesi, det evigt skiftende lys, nuancerne i alt det grønne. Himlen og havet.
Denne smukt illustrerede biografi samler den hidtil ufortalte fortælling om en usædvanlig pioner i nordisk kunst og fremkalder en kvinde, som fulgte sin kunstnerdrøm i en vanskelig tid og trådte nye veje som kunstner og menneske.