Afturbrá 2
Í øðrum bindi av Afturbrá ger Jákup eina ferð aftrat ígjøgnum Norðuroyggar fyri hálvari øld síðan. Hetta er sjaldsama góð skráseting av tilveruni har í landinum tá.
Myndirnar lýsa gerandisdagin framúrskarandi væl. Ferð in var ein onnur, stílurin ein annar og dagurin krops liga strævnari.
Slíka bók átti hvør bygd ella hvørt øki í landinum at átt. Hetta er skráseting, ið hugbindur og fær fólk at práta og minnast og flenna og undrast. Myndirnar fáa alt til lívs aftur, og ein løta, fest í mynd eitt ávíst sekund, fer bein-leiðis niður í hugagoymslurnar eftir øðrum minnum at leggja aftrat. Myndin er tann kveikin, ið fær alt hugsandi at birtast aftur til lívs.
Her nyttar einki at kvetta ivamál og kjak av við Google – her sleppur tú at práta, sum vanligt var – práta subjekt ivt og við øllum teim óvissum, sum heftar eru við tað, ið stendst av vanligum hugnaligum og mergjað um práti eftir minninum.
Ein stak undirhaldandi og upplýsandi bók.