Vøruslag:
Pappírsbók
Bólkur/ar:
Norrønar bókmentir
Upprunaland:
Ísland
Týðari:
Bjarni Niclasen
Kápusnið:
Else Sjúrðaberg
Umbrot:
Else Sjúrðaberg
ISBN:
978-99918-73-02-2
Útgávudagfesting:
5. desember 2012
Síður:
244
Kápa:
Heft bók
Laksdøla søga
Hildið verður, at ramman um søguna við hjúnabondum, drápum og fólkum er eftirfarandi, men at restin er íspunnin søga.
Kjarnin, ið søgan melur um, er Guðrun, sum var víða gitin fyri vakurleika og eisini klókskap. Tveir fosturbrøður girnast hana – Kjartan Ólavsson og Bolli Tórleiksson. Guðrun er góð við Kjartan, men við lygnum fær Bolli hana. Fosturbrøðurnir gerast fíggindar, og tað endar við, at Bolli drepur Kjartan. Seinni verður Bolli fyri somu lagnu, tí illgerðin verður hevnd.
Søgan er um kurteisisfyrimyndir, tann týnandi og ótamda máttin í kærleikanum og ta eirindaleysu lagnuna, og hevur verið lýst sum „ein av teim størstu sorgarsøgunum um kærleik í norrønum bókmentum, lýst við djúpum sálarligum innliti og bókmentaligum hegni.“
Nøgd
Prísur
kr. 188,00
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Aðrar bøkur Norrønar bókmentir
Heimskringla II
188,00
Heimskringla I
188,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Heimskringla III
188,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Føroyinga søga
188,00
Vølsunga søga
188,00
Søgan um Ravnkel Froysgoða
149,00