Frælsi er ábyrgd
Frælsi er eitt misnýtt hugtak. Bæði í heimssøguni og í føroyskari søgu. Eins og „fólkaræði" er frælsi er eitt positivt orð. Og tí er tað eitt spjaldur, sum allir valdsharrar royna at seta á tað, teir standa fyri. Á einum spjaldri stendur „búskaparligt frælsi". Á einum øðrum „persónligt frælsi". Á einum triðja „frælsar marknaðarkreftir". Á einum fjórða „politiskt frælsi". Og vit kundu hildið fram. Um frælsi merkir alt tað, sum verður kallað frælsi, merkir frælsi alt. Og tá er tað eitt tómt hugtak. Hetta er helst orsøkin til, at hugtakið er um at missa sín týdning í tí politiska orðaskiftinum. Tað er so misnýtt, at innihaldið er vorðið kámt og ógreitt. Hetta er helst eisini orsøkin til, at vit eru farin at aftra okkum við at tosa um frælsi. Men tora vit ikki at tosa um frælsi, eru vit av sonnum ófræls.